Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 23 - 4. februar 2004 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á C M Y K 24 Nr. 23 - 4. februar 2004 25 Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtyktini fyri Kirkjubøar Kommunu Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinri broyt- ingum verður við hesum gjørt kunnugt, at broyting í byggisamtykt/býarskipan fyri Kirkjubøar Kommunu liggur frammi til almenna eftirskoðan millum kl. 9.00 og 16.00 við at ringja til tlf. 228605 ella 215800 í tíðarskeiðinum 4. februar 2004 til og við 25. februar 2004 báðar dagar íroknað. Kunngerðin við korti hongur uppi í svørtutalv- unum á Velbastað og í Kirkjubø. Broytingin fevnir um ásetingar fyri øki C (vinnuøki) í byggisamtyktini soleiðis: C.1a.: kemur afturat við hesum teksti: "Loyvt er einans at byggja hús til vinnuvirki ið hava við matvøruframleiðslu at gera og tænastuvirksemi,ið hava samband við hetta". Broytingin talan er um viðvíkir øki matr.nr.3b Inni í Dølum millum Kirkjubø og Velbastað. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, ið skulu vera skrivlig, mugu verða kommunustýrin- um í hendi í seinasta lagi 5. mai 2004. Kirkjubøar Kommuna FO-176 Velbastaður Fólk søkist Søkt verður eftir fólki yvir 18 ár at arbeiða fulla tíð. Skiftandi vaktir – eina viku um dagin, eina viku um kvøldið. Tveir leygardagar um mánaðin frá kl. 9.00–14.00. Eisini verður søkt eftir avloysarum. Ring á tlf.522006,322006,512480.Spyr eftir Guri. Kvikkeyp Stjóri til P/F Fiskaaling Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskaaling. Hevur tú hug til avbjóðingar og vilt verða við til at leggja lunnar undir at menna føroysku alivinnuna, so ert tú møguliga komandi stjórin á P/F Fiskaaling. Viðkomandi,ið settur verður,hevur ábyrgdina av,at felagið við atliti til endamálið verður rikið undir handilsligum treytum. Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru: • At gera vísindaligar royndir við aling av fiski, skeljadýrum v.m. herímillum skapa møguleikar fyri aling av nýggjum fiska- og skeljasløgum • At gera royndir við nýggjum aliøkjum • Við kynbótaarbeiði at bøta um alitilfar og við sølu av framleiðslum burtur úr hesum spjaða fram- gongdina skjótast gjørligt til vinnuna • At reka vinnuligt virksemi innan virksemisøki felagsins P/F Fiskaaling rekur vinnuligt virksemi innan kyn- bótaarbeiði við laksum og sílum, og framleiðir felagið laksa- og sílarogn. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur fylgjandi førleika: • útbúgving frá hægri lærustovni • góð leiðslu- og samstarvsevni • royndir at standa fyri vinnuligum virksemi • evni at seta fyriskipanir í verk • kunnleika til fíggjarstýring • kunnleika til alivinnuna og til lívfrøði er ein fyrimunur. Setanartreytir Arbeiðsstaðið er á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Fiskaaling Við Áir. Starvið verður sett skjótast gjør- ligt, men vit hava møguleika at bíða nakað eftir rætta viðkomandi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, í mun til útbúgving og starvsroyndir. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við Janet Fríðu Johannesen, nevndarformannn tlf. 212211 ella við telduposti: jj@atlanticon.fo. Umsókn Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu sendast til Janet Fríðu Johanne- sen, co/Atlanticon, Bryggjubakki 4, Postboks 263, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 1. mars 2004. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. P/F Fiskaaling hevur virksemi Við Áir, í Nesvík, í Skopun og í Hesti. Samlaða starvsfólkatalið er 23. P/F Fiskaaling er merkt av kreppuni í alivinnuni.P/F Fiskaaling stendur fyri kynbóta- arbeiði við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar eginleikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kappingarfør á altjóða marknaðinum. Arbeitt verður við at effektivisera kynbótaarbeiðið. Arbeitt verður eisini við at menna kalva og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Arbeitt verður við at menna granskingina, sum náttúrliga hoyra undir virkisøki felagsins.Meiri fæst at vita um felagið á www.fiskaaling.fo www.sosialurin.fo 25