mánadagur 25. juli 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
8
Sosialurin
Randi Jacobsen
Síðan 1995 hevur Røskva
Bjørgfinsdóttir búð í Noregi,
og fríggjadagin var hon ein
tur í býnum í Oslo.
– Eg var stødd einar 200
metrar frá økinum, har bum
ban brast, men eg visti ikki
hvat hendi. Øll jørðin skalv
undir mær, sigur Røskva.
Beinanvegin
varð
alt
økið stongt av. Politi var
allastaðni, og hon royndi at
spyrja politistarnar, hvat var
hent, men eingin vildi svara.
– So fekk eg fleiri sms frá
vinum, sum spurdu, um eg
hevði tað gott.
Ikki fyrr enn Røskva kom
heim og hoyrdi tíðindi, var
hon greið yvir, hvussu nær
hon hevði verið við, har
sorgarleikurin fór fram.
– Tað kennist so løgið og
óveruligt at slíkt henda her.
Fleiri fólk búðu eisini har, og
tey máttu flytast burtur.
Tað er ógvuliga friðarligt
nú í Oslo, og Røskva hevur ta
fatan, at fólk eru farin at tosa
saman. Tey standa meira
saman í felags sorgini.
Røskva er stórliga bangin
fyri eini gentu, sum hon
hevur arbeitt saman við í
einum blómuhandli. Hendan
gentan var á Utøya, og
Røskva hevur ikki fingið at
vita, um gentan er á lívi.
randi@sosialurin.fo
Øll jørðin skalv undir mær
Røskva Bjørgfinsdóttir var bara 200 metrar frá økinum,
har bumban sprongdist í Oslo fríggjadagin
Randi Jacobsen
Leygarnáttina kom Sverre
Sævarang heim aftur til
foreldrini
í
Sarpsborg
í
Noregi. Hann var óskaddur,
men hann hevði verið so nær
við at vera skotin, sum fleiri
av vinfólkum hansara vóru.
– Tað var heilt ræðuligt.
Maðurin fór at skjóta móti
felagshúsinum,
har
fleiri
fólk vóru inni. Vit fingu einki
gjørt. Tað eydnaðist mær og
fimm øðrum at sleppa inn
á eitt vesi og lata hurðina
aftur.
Næsti maður skotin
– Ein rann beint í hølunum
á mær, og hann varð skotin,
sigur 17 ára gamli Sverre
Sævarang við Sosialin.
Tey stóðu inni á vesinum
í tveir-tríggjar tímar, og tey
hoyrdu nógv róp.
Tá ið politiið kom, tordu
tey ikki at fara út, tí tey høvdu
ikki áltið, at tað veruliga vóru
politistar.
Maðurin,
sum
skeyt, var ílatin sum politist
ur. Ikki fyrr enn politistarnir
komu nærri og noyddi tey
út, trodu tey at líta á, at hjálp
var komin til teirra.
Leingi sótu tey í húsinum,
tí tey tordu ikki út.
Umsíðir kom ein bátur og
førdi tey inn á meginlandið,
har læknar tóku ímóti.
Helt øll hini vera deyð
– Vit hildu tá, at bara vit
umleið 30, vóru komin frá
skjótingini við lívinum.
Sverre Sævarang hugsar
um øll vinfólkini, hann hevur
mist. Tey kunnu vera væl
fleiri, enn hann veit um, tí øll
eru ikki komin aftur í aftur,
og nøkur eru illa særd.
Tá ið tey ungu komu inn
á meginlandið, komu fólk
beinanvegin at tosa við tey
og veita teimum kreppu
hjálp. Bæði leygardagin go
sunnudagin var hann til sam
talur, og hesar samtalurnar
hava gjørt honum væl.
– Men tað fara nógvir
tankar gjøgnum mítt høvd,
og eg blivi við at hoyra rópini
og skotini fyri mær, sigur
Sverre.
Leygardagin var hann og
gekk kyndlagongu saman við
foreldrunum sínum í Moss til
minnis um offrini.
Sverre er sonur Knut.
Foreldur
hansara
vóru
føroyingar, Sámal og Malfrid
Sævarang.
randi@sosialurin.fo
Utøya 17 ára gamli Sverre Sævarang, sum hevur
føroyskan pápa, krógvaði seg á eini vesi á Utøya
Hoyri skríggj
og skot
alla tíðina
Sverre
Sverre Sævarang kom frá ræðuligu
hendingini við lívinum, men hann hoyrir
framvegis skot og róp fyri sær
Røskva
– Tað kennist so
løgið og óveruligt
at slíkt henda
her, sigur Røskva
Bjørgfinsdóttir