mánadagur 25. juli 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
Sosialurin
Randi Jacobsen
Í tvey ár hevur Ingilín D.
Strøm gingið í einum altjóða
sosialistiskum skúla í Noregi.
Har vóru um 200 næmingar
úr 87 ymiskum londum.
Á Skúlanum var ein bólkur
har Ingilin var forkvinna,
og hesin bólkur hevði nógv
samstarv við AOF í Sogn og
Fjordane, sum fylkið.
– Vit hava arbeitt nógv
saman við tí felagsskapinum,
sum tey eru við at byggja
uppaftur, sigur Ingilín.
Tá ið hon sigur, at felags
skapurin skal byggjast upp
aftur, merkir tað, at seinastu
nógvu árini hevur lítið verið
í Noregi av sosialistiskum
ungdómi.
Flokkarnir
á
vinstravonginum hava verið
semjusøkjandi, og ungdóm
urin hevur tí fyri ein stóran
part vent teimum flokkunum
bakið, sigur Ingilín.
Hon hevur eisini havt sam
band við SU, sum er meira
vinstrahallur enn AOF.
– Tað fyrsta árið var eg við
til 1. mai dagshaldið í Noregi,
har nógv fólk savnaðust,
og tað skal vera løgið, um
ikki fleiri teirra, sum vóru á
leguni á Utøya, ikki vóru har,
sigur Ingilín.
Felagsskapurin
SU
í
Noregi hevði ætlað at havt
eina summarlegu í summar,
men hendan legan er avlýst
av øllum tí, sum hendi.
Nógvir tankar
Fyri fleiri árum síðan vóru
limir í føroyska SU á summar
legu á Utøya, men seinastu
árini hevur SU í Føroyum
heldur ikki verið so virkin.
Tey hava tó verið til donsk
tiltøk.
– Eg kann ikki lata vera
við at hugsað um, at hatta
tað sama kundi verið hent í
Danmark, sigur Ingilín.
Tað hon veit, hevur eingin
av vinfólkum hennara latið
lív.
Hon hugsar eisini, at um
tað hevði eydnast henni
at fingið arbeiði í Noregi í
summar, hevði hon óivað
verið við á Utøya.
– Hatta eru bara tankar,
sum ikki fara frá mær, sigur
hon.
19 ára gamla Ingilín D.
Strøm er heima í Føroym
í summar. Í heyst fer hon
við einum tiltaki á norska
skúlanum
til
Etiopia
at
byggja upp ein skúla.
Álitið Álitisfólk eru hornasteinar undir frælsu fakfelagsrørsluni. Tey eru bindiliðið millum leiðslu og starvsfólk og
ganga á odda fyri at skapa trivnað á sínum arbeiðsplássi. Alt í góðum samstarvi við leiðsluna. Á aðalfundi Starvs-
mannafelagsins 2011 varð Annsy Høghamar heiðrað fyri sítt dygga arbeiði sum álitisfólk á Taks, ið hevur sett sær
fyri at verða besti almenni stovnur í 2013.
… í fólksins tænastu
Okkara styrki
Mítt arbeiði
Tín ágóði
Annsy Høghamar, TAKS
Tað kennist so nær
Utøya Ingilín D. Strøm í Vestmanna hevði óivað verið
á Utøya, um hon hevði funnið arbeiði í Noregi í summar
– Eg kann ikki lata
vera við at hugsað
um, at hatta tað sama
kundi verið hent í
Danmark, sigur Ingilín
Ingilín