mánadagur 25. juli 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
10
Sosialurin
Dagfinn Olsen
Myndir: Dagfinn Olsen, Eyðun
Klakstein
Brigitte Bardot kom til Før
oya í farnu viku og lá fyrst á
Havnini.
Síðani fór hon á ferð kring
oyggjarnar og fyrst sást
tríkiljan útfyri Skælingi, har
manning kavaði á einum stað,
har grindarov hava verið
koyrd burtur. Og manningin
kom eisini uppaftur og kundi
vísa grindaskøltar. Og tað,
sum
felagsskapurin
fekk
burtur úr hesum, segðist
millum annað vera, at talan
var um hópgrov.
Hósdagin vitjaði Brigitte
Bardot á Sørvági, og fríggja
dagin lá Brigitte Bardot í
Klaksvík.
Um vikuskiftið hevur Bri
gitte Bardot vitjað sunnan
fjørðs.
Vitjaði hvalastøð
Legardagin
sást
tríkiljan
á Tvøroyri, og sást síðani
koma inn eftir Vágsfirði seint
seinnapartin, og fór fyrst á
Lopransfjørð at venda. Nevn
ast kann, at í Lopra var í síni
tíð hvalastøð.
Eftir lítlari løtu vendi
Brigitte
Bardot,
fór
um
Núpin og inn á Vág. Komin
inn um grótkastið tók hon
ferðina av, fyri síðani at
venda út aftur og stevna
til havs. Í havsbrúnni sást
alla tíðina eitt verjuskip, og
er hetta ábending um, at
myndugleikarnir fylgja við,
hvar Brigitte Bardot ferðast,
meðan hon her her á okkara
leiðum.
Men Brigitte Bardot fór
ikki so langt. Hon hevur ligið
við bryggju á Tvøroyri í nátt,
og tað sigst, at hon hevur
ætlanir um at fara avstað
aftur hagani í dag. Men hvar
hon kann væntast á vitjan
komandi
dagarnar,
sigur
søgan onki um.
Umsjónarfólk
Søkt verður eftir umsjónarfólki til skúlar
og dagstovnar í Sunda kommunu at
byrja 1. septembur.
Talan er um fulltíðarstarv og ynskiligt er, at
viðkomandi hevur handverkaraútbúgving.
Hetta er tó ikki ein treyt.
Vit ynskja, at tú:
• dugir at samstarva og ert fyrikomandi
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• kann taka tær av ymsum øðrum fyrifallandi
arbeiðsuppgávum við øðrum bygningum hjá
kommununi, tá hetta er neyðugt
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær
til leiðaran á teknisku deild, Jógvan Waagstein,
tlf. 667271 ella 297220.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 22.august 2011, og skulu
sendast til:
Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki
www.sunda.fo
Sosialurin / KvR 34 18 00
Sunda kommuna fevnir um bygdirnar Hósvík, Hvalvík,
Streymnes, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík,
Oyri, Oyrarbakka, Norðskála og Gjógv. Umsjónarfólkini,
sum frammanundan eru fimm í tali, taka sær av øllum
neyðugum viðlíkahaldi í hesum bygdum, her í millum av
skúlum, dagstovnum og øðrum ognum hjá kommununi.
Brigitte Bardot á ferð
kring oyggjarnar
Brigitte Bardot Tríkiljan Brigitte
Bardot hjá felagsskapinum Sea
Sheherd, hevur síðstu dagarnar
ferðast kring oyggjarnar
Í morgun lá Brigitte
Bardot framvegis við
bryggju á Tvøroyri
Leygardagin vitjaði
Brigitte Bardot á Vági
Fríggjadagin lá Brigitte
Bardot á Klaksvík