mánadagur 25. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Nú farið verður undir síðstu 14
umførini í Vodafodedeildini, er B36
oddaliðið, hini skulu jagstra. Eftir
kappingarárini 2009 og 2010, har
lítið og einki riggaði, hevur tað í
ár gingið sum fótur í hosu hjá B36,
sum síðani fimta umfar hevur verið
fremst – og enn ikki hevur tapt í
landskappingini.
– Vit eru øgiliga væl nøgdir við,
hvussu tað hevur gingist, og eingin
av okkum hevði væntað, at tað fór
at eydnast so væl. Alt tað, sum vit
sjálvir hava ávirkan á, er eydnast,
og serliga fegnir eru vit um, at vit
hava funnið eina so góða rútmu,
hóast útskiftingarnar hava verið
stórar í hópinum, sigur Mikkjal
Thomassen, sum saman við John
Petersen er venjari hjá B36.
Nú kappingin heldur fram eftir
summarsteðgin, er B36 á odda við
31 stigum, sum er tvey fleiri enn
Víkingur og fimm fleiri enn EB/
Streymur. NSÍ, sum leingi fylgdi við
B36, er átta stig aftanfyri.
–
Eg
haldi,
at
restin
av
landskappingini
sær
øgiliga
spennandi út. Sjálvt um kappingin
er brotnað í helvt, so fýra lið
líkasum mynda toppin, kunnu øll
taka stig frá øllum. Burtursæð frá
B71, so hava øll liðini higartil verið
javntsterk, heldur B36-venjarin.
– At vit eru oddalið, kann vera
slítandi, um fólk og tíðliga fara at
tosa um meistaraheiti og sovorðið.
Hjá okkum ræður um at halda fokus
í seinnu hálvu, tí meistaraheitið
verður altso ikki avgjørt fyrr enn
í oktober, so vit kunnu bara halda
fram við at arbeiða við tí, vit hava
ávirkan á.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Ofta er tað tungt at koma upp sum
uppflytari, men soleiðis hevur tað
ikki akkurát sæð út hjá KÍ, sum
alt kappingarárið higartil hevur
megnað at hildið sær í ovaru
hálvuni av stigatalvuni. Ikki minst,
tí fleiri av fyrstu úrslitunum vóru
góð.
– Tað hevur verið í lagi hjá
okkum higartil, men vit kunnu iðra
okkum um, at vit fyri tað nógva
hava mist stig, tí vit hava gjørt
mistøkini og annars ikki enn hava
allar tær royndirnar, sum skulu til,
sigur venjarin hjá KÍ, Aleksandar
Djordjevic.
– Klára vit at avmarka mistøkini
og vísa, at vit hava lært nakað av
fyrru hálvu, síggi eg ljóst upp á
teir dystirnar, sum eru eftir. Fáa vit
marginalarnar í okkara part, koma
vit at fáa nógv stig aftrat.
Aleksandar leggur tó dent á, at
í KÍ hava teir góðar stundir, tí við
hesi ungu manningini er uppgávan
fyrst og fremst at stabiliserað
liðið og at varðveita plássið í
bestu deildini, tí tíðin hjá hesum
spælarunum skal nokk koma.
– Hjá okkum ræður um at
byggja eitt lið upp, men vit hava
góða tíð til tað. Um tvey ár eru vit
í toppinum, tí eg rokni ikki við, at
tað fer at taka longur tíð hjá okkum
við tí fólkinum, vit hava, sigur KÍ-
venjarin.
– Eg havi til hvørja venjing 25
hugagóðar spælarar, sum eg síggi
eina framtíð í, og tað vænti eg ikki,
at nógvir aðrir venjarar kunnu
breggja sær av at hava.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eingin væntaði hetta
Fótbóltur – Eingin av okkum hevði væntað, at tað fór at eydnast so væl, sigur B36-
venjarin, Mikkjal Thomassen, um kappingarárið hjá oddaliðnum higartil
Vit hava góða tíð
Fótbóltur – Hjá okkum ræður um at byggja eitt lið upp, men vit hava góða tíð til tað.
Um tvey ár eru vit í toppinum, sigur bjartskygdi KÍ-venjarin, Aleksandar Djordjevic
B36
Tilgongd:
Atli Danielsen
Mahmud Suleiman
Frágongd:
Rúnar í Lon Jacobsen
KÍ
Tilgongd:
Steffan Kalsø
Leon Bjartalíð
Monrad H. Jacobsen
Frágongd:
John Hammer