mánadagur 25. juli 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Seinnu árini hevur EB/Streymur
verið eitt lið, ið gjarna hevur
staðið seg betur og betur, sum
tað er liðið út á kappingina. Og
í summarsteðginum hevur liðið
í Europa League víst, at roknast
kann við onkrum, tí tað var altso
um reppið, at tað eydnaðist at
spæla seg víðari í Europa.
– Nú vit fara í gongd aftur, møta
vit Víkingi, ið er framman fyri
okkum, og síðani spæla vit fyrst
landskappingardyst og síðani eisini
steypafinalu ímóti ÍF, sigur Heðin
Askham, venjari hjá EB/Streymi.
– Bara fyri at kunna fylgja
við, eru vit noyddir at fáa stig frá
Víkingi, so tí ber til at siga, at næstu
dystirnir hjá okkum allir eru sum
ein finala. Fyrst og fremst fara vit
eftir steypafinaluni og mugu síðani
taka restina, sum tað kemur.
Í steðginum hevur EB/Streymur
fingið ein málverja aftrat, sum
er Jóan Pauli Dahl Jakobsen, og
einasti spælari, sum er farin, er
Bárður Olsen, ið skal hjálpa AB at
koma uppaftur í bestu deildina.
Sostatt er ikki nógv broytt hjá
sundalagsmonnum, nú kappingin
byrjar aftur.
– Higartil hevur B36 verið
flúgvandi í kappingini. Tað verður
torført at fylgja teimum, men tað
ætla vit so at gera, sigur venjarin
hjá EB/Streymi, sum á triðja plássi
er fimm stig aftan fyri oddaliðið,
nú kappingin heldur fram eftir
summarsteðgin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Einasta av hinum liðunum, ið hevur
megnað at fylgt við oddaliðnum,
B36, hevur verið Víkingur, sum
á stigatalvuni bara er tvey stig
aftanfyri.
– Ja, vit eru í løtuni nummar
tvey, og nú kappingin fer í gongd
aftur, taka vit tað haðani. Fyrru
kappingarhálvu hava vit leverað,
men kunnu einki gera við, at eitt
annað lið hevur verið uppaftur
betri, sigur venjarin hjá Víkingi,
Jógvan Martin Olsen.
– Okkara lið hevur klárað seg
væl, men B36 hevur bara verið heilt
framúr. Men vit fara við góðum
treysti undir restina av kappingini
og vóna, at tað fer at gangast líka
væl.
Meðan tey flestu av hinum
liðunum bæði hava fingið og mist
fólk í summarsteðginum, hevur
Víkingur ongan mann mist úr
hópinum, men hinvegin hevur
fingið Andreas Lava Olsen aftur,
eftir at hann hevur roynt seg í
donskum fótbólti í hálvtannað ár.
– Tað vísir seg, at Andreas er
væl fyri, og tá er hann ein spælari,
ið gevur okkum fleiri álopskendar
møguleikar aftrat, sigur Jógvan
Martin, ið eisini kann frøast um,
at ein annar álopsspælari er klárur
aftur.
– Páll Klettskarð, sum var
skaddur alla fyrru hálvu, hevur nú
vant í ein mánað við fullari ferð,
so við fólki sær bara gott út hjá
okkum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hava leverað higartil
Fótbóltur – Fyrru kappingarhálvu hava vit leverað, men kunnu einki gera við, at eitt
annað lið hevur verið uppaftur betri, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi
Hvør dystur ein finala
Fótbóltur Eftir tveir europeiskar dystir, ið mundu endað sum eitt ævintýr, fer EB/
Streymur fyrst eftir steypakappingini og roynir at halda standa í landskappingini
EB/STREYMUR
Tilgongd:
Jóan Pauli Dahl Jakobsen
Frágongd:
Bárður Olsen
Víkingur
Tilgongd:
Andreas Lava Olsen
Frágongd:
eingin