Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juli 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Søgan er tann sama sum í fjør. B68 hevur eitt ov gott lið á papírinum at flyta niður, men alíkavæl megna toftamenn ikki at koma vekk frá botninum. B68 var eisini um reppi at koma í steypafinaluna, men stendur nú eftir við ongum. – Vit hyggja uppeftir og hava eisini eina vón um at vinna okkum longur upp eftir stigatalvuni. Samstundis halda vit sjálvandi eisini eyga við tí, sum fyri gongur aftanfyri okkum. Vit mugu eisini ásanna, at tað verður torført at fáa fjórða plássið, sum vit settu okkum fyri fyrr í ár, sigur Bill. “Sterkari í seinnu hálvu” B68 venjarin er ikki í iva um, at B68 verður sterkari í seinnu hálvu. Jann Ingi Petersen og Christian Stokholm eru komnir til, meðan Jóhan Dávur Højgaard og Eli Simonsen fella frá vegna lestur uttanlands. – Jann Ingi venur í fullari ferð aftur og tað hevur stóran týdning fyri okkum. Ahmed Keita hevur eisini verið skaddur leingi, men eisini hann er tøkur nú. Vit fáa eisini tilgongd av Christian Stokholm, sum hevur spælt við eykaliðnum hjá Brøndby. So liðið byrjar at taka skap, sigur Bill víðari. EB/Streymur favorittur Bill metir, at royndirnar hjá EB/ Streyma fara at koma teimum til góðar í oddastíðnum. Hann heldur at hópurin hjá B36 er nakað tunnur og tað kann koma at kosta teimum seinasta triðingin av kappingini. Í botnstríðnum hevði hann ikki stóra tiltrúgv til 07Vestur, men nú er hann ikki so vísur í at teir verður millum niðurflytarnir. trondur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Framvegis stendur byrjanin í kappingarárinum í fjør klár í minninum hjá teimum í Runavík, tí eftir fyrstu fýra dystirnar hevði NSÍ bara fingið eitt stig, men so kom afturfyri ein long sigursrøð, ið taldi níggju dystir á rað. Og einki lið var oddalið í fleiri umfør enn NSÍ í fjør, sum tó endaði við bronsu. – Byrjanin í fjør var ræðulig, men um vit samanbera, so kunnu vit ikki siga annað, enn at byrjanin í ár hevur verið í lagi. Eg eri ið hvussu er nøgdur við tað, vit hava fingið burturúr higartil, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, ið sum vanligt er rættiliga varin við orðunum. – Vit liggja á einum fjórða plássi, sum gevur atgongd til europeiskar dystir, og tað er líkasum tað, vit í øllum førum vilja fáa burturúr. Men kunnu vit slepppa longur upp eftir stigatalvuni, er tað ikki verri. Venjarin hjá NSÍ ásannar, at liðini framman fyri eru væl fyri, men kortini sær hann tað ikki sum eina ómøguliga uppgávu at vinna seg longur fram. – At B36 og Víkingur eru øgiliga væl fyri, hava vit sæð í fyrru hálvu, og EB/Streymur er eisini væl á veg. Skulu vit fáa fatur í hesum liðunum, so skal gongdin vera øgiliga góð í restini av kappingini. Men eg haldi allíkavæl ikki, at tað er ógjørligt, sigur Pauli Poulsen. – Vit hava neyvan tann breiðasta hópin, men slepst undan skaðum og karantenum, kann tað eisini vera ein fyrimunur, tí so hevur tú ofta eitt betur samanspælt lið. hilmarjan@sosialurin.fo Europa er málið Fótbóltur Runavíkingar eru nøgdir við, at teir í løtuni liggja til eitt pláss í europeisku kappingunum næsta ár, men hava einki ímóti at koma longur upp á talvuni NSÍ Tilgongd: Fritleif í Lambanum Frágongd: Abdul Razak Ismail Hugues Namni Monrad H. Jacobsen Viggo Hansen Bill hyggur uppeftir Fótbóltur Sjálvt um B68 bara er eitt stig frá niðurflytingarstrikuni, so hevur Bill M. Jacobsen bestan hug at hyggja uppeftir stigatalvuni. Liðið skiftur tveir mans út og tað koma tveir mans inn. Ein av teimum er Christian Stokholm, sum hevur spælt á eykaliðnum hjá Brøndby B68 Tilgongd: Jann Ingi Petersen Christian Stokholm Frágongd: Jóhan Dávur Højgaard Eli Simonsen