mánadagur 25. juli 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
ÍF hevði í fjør eitt frálíkt kapp
ingarár, sum í seinasta minutti
av seinasta leikdegi endaði við
at ÍF vann fjórða plássið frá
Víkingi. Umframt at liðið vann
seg í steypafinaluni, ið teir taptu
móti EB/Streymi. Í ár skuldi
ÍF byggja víðari upp á góðu
gongdina, men fyri uttan enn eitt
steypafinalupláss, so hevur gingið
illa.
Øssur skaddur
Øssur Dalbúð er komin at skjóta
mál, men gjørdist skaddur í fyrstu
venjingini.
– Øssur verður ikki tøkur aftur í
nakrar vikur. Støðan hjá honum er
eitt sindur óviss í løtuni. Hinvegin
er Chris Moumaife byrjaður at
venja aftur, sigur Símun Eliasen.
Fleiri leikarar eru komnir til
felagið í summar, men felags
fyri teir er, at teir flestu bara eru
heima í summarferiu og fara av
landinum aftur. Hanus Eliasen og
Kaj Ennigarð hava umboðað felagið
fyrr, meðan Páll M. Joensen er best
kendur fyri at spæla við HB. Fritleif
í Lambanum er leigaður út til NSÍ.
– Teir skulu allir avstað aftur,
men verða ein partur av hópinum
meðan teir eru í landinum. Tað er
harmiligt, at Fritleif er farin til NSÍ,
men tað er trongt á miðvøllinum
hjá okkum, so allir kunnu ikki
spæla á miðjuni, sigur Símun víðari.
ÍF ætlaði sær eisini Boga R.
Petersen, men hann valdi at enda
at fara til HB.
“Nú trúgvi eg upp á B36”
Símun hevur eitt gott eyga á B36 í
oddastríðnum nú teir hava strykt
seg í summarsteðginum. Hann
metir somuleiðis Víking verða eitt
gott boð, tí teir helst skuldu verið
svangir eftir at fáa gullið í hús.
Í botnstríðnum metir hann alt
verða opið, men at B71 fær tað sera
torført.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Í fjør megnaði B71 at bjarga sær und
an niðurflyting hóast liðið til tíðir
tapti stórt við at vinna lykladystir.
Aftur í ár tapur liðið stórt av og á,
men hevur ikki megnað at vunnið
somu lykladystirnir í ár. Tí er ilt at
síggja hvussu B71 skal bjarga sær.
– Eg skilji væl spurningin, men
vit mugu gera okkara besta. Vit
skulu spæla nógv betri enn í fyrru
hálvu. Eisini er týdningarmikið at
sleppa undan stórtapunum. Vit
gera eina roynd fyrstu dystirnar
og so fáa vit at síggja hvussu tað
gongur, sigur Piotr Krakowski
venjari hjá B71.
Fleiri leikarar til felagið
Gudmund Nielsen, Rasmus Nielsen,
Jákup Sørensen, Poul Kjartan Dam
og Bakary Bojang eru allir komnir
til felagið, meðan Ebbe Kristinn er
farin til AB. Ógreitt er um Joseph
Basene heldur fram í B71.
– Vit vita ikki orduliga hvussu
leingi eitt nú Gudmund og Rasmus
verða í felagnum. Gongur væl at
byrja við, so er ikki óhugsandi at
vit fara at royna at fáa teir at spæla
kappingarárið
út,
men
vendir
gongdin hjá okkum ikki skjótt, so
er eingin meining í tí, sigur Piotr.
“EB/Streymur best”
Piotr metir at EB/Streymur hevur
besta liðið, men hann ivast í um
leikararnir klári at spæla undir
nógva trýstinum, ið felagið er kom
in undir. Í botninum metir Piotr at
HB kemur seg, men tað er ilt at siga
hvøar av hinum fara niður.
ÍF ger klárt til steypafinaluna
Fótbóltur Tað stendur nógv á ÍF, tá teir á Summar Festivalinum skulu
spæla steypafinalu. Í landskappingini liggur illa fyri og tí er hetta einasti
møguleikin fyri luttøku í evropskum fótbólti komandi kappingarár
Piotr og B71 gera ein roynd
Fótbóltur Tað sær svart út. Fýra stig eftir 13 umfør og átta stig upp til ÍF á níggjunda plássi. Tó
so, so hevur B71 boðað frá, at felagið fer at gera eina roynd at bjarga sessinum í bestu deildini
ÍF
Tilgongd:
Hanus Eliasen
Kaj Ennigarð
Páll M. Joensen
Øssur Dalbúð
Frágongd:
Fritleif í Lambanum
B71
Tilgongd:
Gudmund Nielsen
Rasmus Nielsen
Jákup Sørensen
Bakary Bojang
Poul Kjartan Dam
Frágongd:
Ebbe Kristinn (AB)