mánadagur 25. juli 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Árið í ár hevur verið eitt vánaligt
kappingarár fyri føroyameistarar
nar frá í fjør. Liðið hevur als ikki
spælt á sama stigið sum undan
farnu árini og stigatalvan staðfest
ur eisini, at HB er 17 stig aftanfyri
oddaliðið og bara tvey stig frá
niðurflyting.
Stutt undan summarsteðginum
kom nýggjur venjari til og havnar
felagið roynir nú at bjarga hesum
kappingarárinum sum best ber til.
Ein møguleiki var at vísa sítt viðrið
í Champions League móti svensku
meistarunum. Hóast HB hótti
víðari luttøkuna hjá Malmø FF, so
leggur Sigfríður ikki so nógv í tað
úrslitið.
– Her var talan um ein dyst, har
mótstøðuliðið hevði bóltin nógv.
Tað merkir, at okkara uppgáva
var at fyrst og fremst at verja.
Tað er ikki so torført at skipa eitt
lið í verjupartinum, tá er tað nógv
truplari at skapa gott álopsspæl,
sigur Sigfríður og vísur til, at HB í
heimligu kappingini helst kemur
at mynda dystirnar meir enn teir
gjørdu í Champions League.
Bogi R. Petersen til HB
Tað hevur leingi ljóðað, at Bogi R.
Petersen, sum til dagliga spælir í
danska Velje, skuldi leigast út til
ÍF restina av kappingarárinum.
Her hevur HB gjørt skjótt av
og hevur tryggja sær, at U-21
landsliðsmiðvallarin heldur kemur
til HB.
Higartil er greitt, at Marcin
Dawid ikki verður ein partur av
hópinum
eftir
summarsteðgin.
Eisini fer høgribakkurin seinnu
árini, Pætur Jørgensen, niður at
lesa og spælir tí bara einar tveir
dystir í seinnu hálvu. Óvist er um
Rógvi Poulsen heldur fram í HB ella
ikki. HB hevur í seinastu havt tveir
portugisar til royndar venjing, men
tað er óvistt um tað verður gjørligt
at knýta teir at hópinum.
-- Vit hava ein góðan hóp sum
nú er, men vit hyggja sjálvandi
upp á teir møguleikar, ið eru, sigur
Sigfríður.
“Tori ikki at taka
dagar ímillum”
Tað sigur Sigfríður um niður
flytingarstríðið. Hann metir tó, at
B71 helst verður annað av teimum,
ið rýkur ein túr í næstbestu
deildina. Um oddin metir hann, at
tað verður millum B36, Víking og
EB/Streym at vinna FM.
trondur@sosialurin.fo
Varin HB venjari
Fótbóltur Hóast HB kom væl frá uppgávuni móti Malmø FF, so er verjarin varin við at leggja ov stórt trýst
á sínar leikarar. Sigfríður Clementsen vil fyrst og fremst tryggja at liðið ikki endar í niðurflytingarstríðnum
HB
Tilgongd:
Bogi R. Petersen (leiga) Velje
Frágongd:
Marcin Dawid
Pætur Jørgensen
Tróndur Arge
Tað hevur ikki eydnast nøkrum
vágaliðið at vinna sær fast pláss
í bestudeildini seinastu nógvu
árini. 07 Vestur liggur tungt í
Vodafonedeildini í ár, men tað
manglaði lítið í, at felagið spældi
seg í steypafinaluna.
– Málið er púra greitt. Vit skulu
varðveita sessin í deildini, sigur
Jóhan Nielsen.
Broytingar á liðnum
Tamba Yarjah, Tór-Ingar Akselsen
og Sigtór Petersen verða ikki at
síggja á liðnum aftur, men tað er
óvist um eitt nú Henning Joensen
heldur fram vegna møguligan lesna
uttanlands. Til felagið koma Hans
Arni Ellefsen, Kingsley Amunike,
Jóan Petur á Stongum og Dánjal
Rói Olsen. Eisini arbeiður felagið
við at fáa Joseph Basene til felagið.
– Vit hava ikki fingið nakran
beinleiðis avloysara fyri eitt nú
Tór-ingar, so vit mugu umskipa
okkum eitt sindur. Men bara tíðin
kemur at vísa um vit eru betri fyri
nú enn í fyrru hálvu, sigur Jóhan
Nielsen.
Jóhan Nielsen metir, at teir
eins góðan møguleika at yvirliva í
deildini sum hini liðini rundan um
teir.
B36 er besta boðið
Jóhan Nielsen hevur B36 sum
favoritt at vinna FM. Hann vísur á
árstalsfelagið er tað mesta stabila
av oddaliðnum.
trondur@sosialurin.fo
Málið er at varðveita sessin
Fótbóltur Tað er stór útskiftin í 07 Vestur, har fýra leikarar
fara og fimm koma til. Jóhan Nielsen sigur at fyri 07 Vestur er
málið greitt og tað er at varðveita sessin í bestudeildini
07 VESTUR
Tilgongd:
Hans Arni Ellefsen
Jóhan Petur á Stongunum
Dánjal Rói Olsen
Kingsley Amunike
Frágongd:
Tamba Yarjan
Tór-Ingar Akselsen
Sigtór Petersen