mánadagur 25. juli 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
Sosialurin
Í dag, mánadagin 25. Juli 2011,
verður kendur skálamaður
Petur Pauli Mikkelsen, 80
ár. Petur Pauli er annars
ættaður úr Gøtu, men kom
til Skálar sum 2 ára gamal
saman við foreldrum og
eldru systkjum sínum. For
eldrini vóru Hansina Mikk
elsen (fødd Heinesen) úr
Súnastovu í Norðagøtu og
Absalon Berlin Mikkelsen úr
Barbustovu í Syðrugøtu. At
tey fluttu út á Skála komst
av, at Hansina var fyri óhappi
einaferð, hon var á veg heim
frá neytum. Hetta gjørdi, at
Absalon Berlin, ið annars
hevði hús í gerð í Norðagøtu,
gjørdi av fyri tað mesta at
verða heimamaður heldur
enn sjómaður. Hann tók tí
av, tá mammubeiggi hansara
Absalon Jacobsen, ættaður
av Dunganum í Syðrugøtu,
bjóðaði honum at koma at
arbeiða hjá sær í handlinum
á Skála sum ‘uttanbudda-
maður’.
Absalon og Hansina seldu
ognir sínar í Gøtu og fluttu
út á Skála. Tey fingu sjey
børn. Nevnd eftir aldri eru
tey Anna Berg, Meinhard
Mikkelsen,
Petur
Pauli
Mikkelsen, Ersnt Mikkelsen,
Paula Engelbertsson, Hjørdis
Højgaard, John Mikkelsen.
Av teimum er Ernst farin
í Harrans hendur, tá hann
doyði einans 65 ára gamal í
1998.
Petur
Pauli
fór,
sum
mangir føroyingar, sum heilt
ungur til skips. Sum 15 ára
gamal fór hann sín fyrsta
túr við sluppini Grundick,
førd av Debesi Christiansen,
á Suðurlandi. Eftir at hava
verið heima og landað 200
shippund
fór
hann
av
stað aftur við skipinum á
grønlandstúr.
Í 1947 fór Petur Pauli í
smiðjulæru á Skála skipa
smiðju. Eftir lokna læru nam
hann sær motorpassaraprógv
í Havn. Í fleiri ár arbeiddi
hann í smiðjuni um vetrar
nar, meðan hann var til
skips um sumrarnar við
skipum sum Bjørgvin, Svín
oynni, Atlantsfarinum, Karl,
Havgrími, Eystfelli. Í 1957 og
1958 var hann á hvalaveiði
sum ‘fýrbøtari’ við hvalabát
inum Terja.
30. april 1955 giftist hann
við Oluffu, fødd Jacobsen
av Skála. Oluffa var dóttir
skálamannin Emil Jacobsen
(úr Norðhúsinum) og Marin
Elisabeth
Jacobsen,
fødd
Olsen, úr Funningi.
Oluffa og Petur Pauli
bygdu sær hús Undir Dingi
á Skála og fluttu inn í tey í
1957. Eitt skifti í 1959 fóru
tey sum mangir aðrir ungir
føroyingar til Íslands at
arbeiða.
Í
tíðarskeiðinum
1963
til 1981 var Petur Pauli tó
heimamaður burturav, har
hann arbeiddi sum formaður
við at byggja stálskip á Skála
Skipasmiðju.
Seinni hevur hann so gjørt
fyrifallandi arbeiði á sjógvi
og landi. Hann var onkran
túrin við beiggjanum Ernst á
sildaveiðu við Havørnini og í
umleið 3 ár við Skálafossi, tá
Ernst førdi hann.
Í átta ár sigldi hann við
partrolarunum Polarhav og
Stjørnuni.
Ítróttur hevur altíð havt
hansara stóra áhuga, og
hevur hann verið virkin
bæði í kappróðri og fótbólti.
Trúliga hevur hann arbeitt
fyri
betri
korum
innan
ítróttina. Hann var soleiðis
ein av berandi kreftunum til
kapprógving og fótbóltsvøll
á Skála. Var formaður í Skála
Ítróttarfelag, tá vøllurin var
í gerð. Hevur sitið í bygda
ráðnum í 2 skiftum, sum heilt
ungur og í góðum árum.
Familjumaður hevur hann
verið góður og fylgt væl, tá
børn og abbabørn hava roynt
seg í leikum.
Petur Pauli og Oluffa
fingu 5 børn, har av tey 4
liva. Tey eru Asbjørn Mikk
elsen, Eyðbjørg Lervig, Heri
Mikkelsen og Marjun Johan
sen. Tey giftust øll, og í dag
eigur hann 13 abbabørn á lívi
og nú eisini 7 langabbabørn.
Heimið Undir Dingi hevur
í mong ár verið ein sannur
savningardepil hjá familjuni.
Tíðir skifta, og tað gjørdist
eitt
stórt
tómrúm
eftir
Oluffu, tá hon doyði 13.
August í 2009.
Hóast tað er tað enn
altíð gott at koma inn á
gólv-ið Undir Dingi til eitt
prát. Petur Pauli fylgir væl í
dagsins viðurskiftum og er
enn góður í ráðum.
Nú á gamalsaldri fær
hann annars tíðina at ganga
við at passa sínar 8 seyðir.
Hann er væl fyri og gongur
túrar mest sum hvønn dag.
Føðingardagin velur hann
at halda saman við børnun
um.
Nøvn
80 ára føðingar-
dagur
Leiga av
Ítróttarhøllini í Runavík
Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík
veturin 2011/2012, skulu senda skrivliga umsókn
til býráðsskrivstovuna í Runavík í seinasta lagi
mánadagin 22/08-2011.
Runavíkar býráð
Ruskinnsavnarar til
“Rósu” og “Ryska”
IRF søkir við hesum eftir tveimum ruskinn
savnarum til ávíkavist “Rósu” og “Ryska” at
byrja mánadagin 8. august 2011.
Talan er um fulltíðarstørv, sum m.a. fevna um:
• Innsavnan av húsarhaldsposum og
virkisposum v.m. í meginøkinum og í
Sandoynni.
• Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF.
Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra
lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur
góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja.
Tey, ið sett verða í størv, kunnu eisini rokna
við øðrum uppgávum innan IRF. Ì sambandi
við effektiviseringar og tillagingar, mugu tey
eisini kunna tola møguligar broytingar í
sínum starvsviðurskiftum.
Størvini eru lønt sambært fastlønarsáttmála
num millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til
IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen.
Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi
innan mánadagin 1. august 2011.
IRF
Postboks 39
520 Leirvík
IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Roði, Ryski, Rósa,
Reyðsmæra og Viól. Arbeiðsøkini hjá “Rósu” og “Ryska” eru í
meginøkinum og í Sandoynni. Tríggir menn eru við hvørjum bili.
Tel: 41 42 43 • Fax: 41 42 44 • Postboks 39
FO520 Leirvík • www.irf.fo • irf@irf.fo
Starv sum
havnaumsjónamaður
við Fuglafjarðar havn
Starv sum havnaumsjónarmaður við Fugla
fjarðar havn verður hervið lýst leys til setan
tann 1. septembur 2011 ella so skjótt sum til
ber eftir hetta.
Førleikakrøv:
Útbúgving sum skipsførari og førleika í enskum
máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú
skal duga at orða teg væl bæði munnliga og
skrivliga í føroyskum og haraftrat hava teldu
kunnleika á brúkarastøði.
Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við
starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðs
tænastu av skipum, ið koma til og frá Fugla
fjarðar havn.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við
leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havn
ina.
Setanarviðurskifti:
starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Skipara & Navigatørfelag fyri havna
umsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur
sáttmáli verður gjørdur partanna millum um
arbeiðstreytir vm.
Starvstreytir:
Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu
hava fyrimun.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hevur tú áhuga, so ert tú vælkomin at senda
skrivliga umsókn saman við prógvum og
møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar
kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og
skal henda verða kommununi í hendi í seinasta
lagi mikudagin 15. August 2011 kl. 16.00.
Fleiri upplýsningar um starvið fáast við at
venda sær til Rólant Højsted, havnameistara á
telefon 238050, Sigurð S. Simonsen, borgar
stjóra á telefon 238077 ella til Jákup Frants
Larsen, býráðsskrivara á telefon 238002.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja
millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at
taka.
Fuglafjørður, tann 25. juni 2011
Fuglafjarðar
Kommuna