Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juli 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85 20 Sosialurin Kjak Nú er tað komið upp á móta at tosa um, at nakrir føroyingar eru samríkismenn Hevði verið sagt, at teir vóru samríkjamenn, so var ikki nógv at siga um tað, tí tað ber til at vera hjá einum føroyingi. Harvið sigur maður, at hann heldur at vit hava okkara egna ríki, og at vit eru saman við einum øðrum ríki um ávís mál. Hetta er í fullum samsvari við veruligu støðu okkara. Okkara ríki hevur verið saman við Danmarkar ríki síðan 1450, og hava bæði ríkini hvørt í sínum lagi rætt til at stýra sínum egnu innanhýsis viðurskiftum. Vit eru eitt kongsríki eins og Danmørk, og hava bæði ríki skyldu til at velja sama kong og hava felags uttanríkispolitikk, men bæði ríkini hava eins nógv at siga tá avgerðir skulu tak­ast um hvussu hesin uttan­ríkis­ politikkur skal rekast. Men nú eru nakrir føroy­ingar farnir at skifta stevnu. Teir siga, at talan ikki skal verða um tvey ríki, men um eitt, og tí tosa teir um ríkið í eintali, so teir siga seg vera samríkismenn. Tað er at vóna, at menn tosa soleiðis av gá­ loysni. Teir kunnu ikki hava sett seg inn í hvussu ríkis­rættar­liga støða okk­ ara er, tí høvdu teir gjørt tað, so høvdu teir valla tik­ið eitt slíkt orð í sín munn. Tí skulu vit avtaka okk­ara egna ríki og ger­ast ein partur av Dan­m­arkar ríki, so fara kollvelt­andi broyt­ingar at fara fram á øllum viður­­skiftum her í oyggjunum. Her kann nógv førast fram, men rúmd er ikki fyri øllum í einari stuttari viðmerking. Fyrst er neyðugt at broyta stjórnarskrá Dan­ markar ríkis. Har verða Føroyar nevndar nakrar ferðir, og er tað prógv fyri, at vit ikki eru ein partur av tí ríki, stjórnar­skráin er fyri. Nú má hetta strikast, tí sjálvandi fara vit sum danskir ríkis­borgarar at hava somu rættindi og somu skyldir sum allir hinir. Ein av skyldunum er at gjalda skatt. Dansk­ir borgarar hava komm­­unu­ skatt og amts­komm­unu­ skat eins og vit hig­ar­­­til hava havt komm­unu­­skatt og landsskatt. Tá sam­ríkis­ menninir eru komn­ir á mál við stevnu síni, skulu vit eins og allir aðrir danir gjalda bein­­leiðis stats­­skatt. Allir teir óbein­ leiðis skatt­irnir fara í ikki longur í lands­kassan, men í statskassan. Fiskivinnu­politikk­ urin fer at verða undir fiskimála­ráðnum í Keyp­ mannahavn í tann mun hann ikki er avreiddur til Brússel. Er tað hetta, samríkis­ menn okkara hava í hyggju? Tað verður áhugavert at hoyra teir greiða frá, hvussu teir ímynda sær at fáa hesa kollveling sína setta í verk. Alt bendir á, at tað verður seinur dagur, at føroyingar fara at lata sær hesar kostir lynda. Zakarias Wang Virgar T. Dalsgaard Arrogant tvørball Vit hava eitt rættiliga fjøll­ broytt lið av parlament­ arikarum í Føroyum, líka frá sangvinskum fantastum til tvørar serlingar; - summir av teimum eru øgiliga keði­ ligir og aðrir eru næstan for ”stuttligir”; onkrir eru slit­­menn við praktiskum lívs­­roynd­um, meðan nakrir eru ”lærdir” menn, sum mest kenna lívið gjøgnum bøkur etc., etc., etc.; men soleiðis eigur tað helst at vera í einum demokratiskum sam­ felagi. Tingmanningin má í ein vissan mun avspegla ta ovurhonds litríku og saman­ settu veljarafjøldina. Tó kann umboðanin við­ hvørt gerast somikið sur­ realistisk, at man hveppir seg við at halda, at akkurát hatta óflýggjaliga tvørballið, handa stupida rørslan ella hasin spinkli tankabygningurin hevur uppiborið at fingið ljóð og parla­mentariskt pláss á tingi. Her hugsi eg serliga um eitt ófantaligt politiskt stjørnuskot, sum rakti og hevur maltrakterað Føroya løgting, síðani seinasta valg. Tað er tann studentikosi harra Kári á Rógvi, sum mein­ líkur einari vilstari flagsandi rakett hevur tyranniserað og gelt alla politiska debatt við sínum verðinsfjara møsni í meira enn trý ár. Hann hevur eisini internationalt gjørt føroyingum fyri skomm­ um við sínum heim­føðis­ligt provinsiellu grinda­tankum Og fyri bara einum mánaða síðani fór hann heilt niður í køstin og herjaði á stats­ ministaran við latrinerum skeldsorðum. Hann er valdur á sjálvs­ stýrislistanum, men hvønn og hvat um­boðar hann? Umboðar hann sjónar-miðini hjá sjálvsstýrishøvdinginum Louis Zachariassen, vin­ manni Petur Mohr Dams? Nei, har eru ljósár ímillum! Umboðar hann littereru humanis­muna hjá Mads. A. Jacobsen? Slett ikki! Umboð­ar hann tankarnar hjá Jóhan Kallsoy, Marius Johanne­sen ella Mallu Samuel­sen? Yvirhøvur ikki! Umboð­ar hann Sámal Peter­ sen ella Ásbjørn Joen­sen, tey politisku systkinna­­børnini hjá Javnaðar­­flokkinum? Korta­­nei! Er hann politiskur skyld­maður hjá Hilmari Kass? Ikki í nær ella námind! Umboðar hann so hampa­ mannin, Kára Høj­gaard, tann nýliga fráfarna floks­ formannin? Nei, tvørturí­ móti, hann tók brutalt fyrrverandi for­mannin av ræði við eini ódámlig­ari innanhýsis kollvelting! Ørindaleysur í politikki Jamen, hvørji politisk ørindi hevur so hesin eksklusivi ”sjálvsstýrismaðurin”? Ja, tað er næstan rørandi naivt at stilla tann spurningin, tí eitt politiskt missil, sum harra Kári á Rógvu umboðar altíð bara seg sjálvan, sín egna nalva og sítt yvirvaksna EGO, og tann harðliga kúgaði sjálvsstýris-flokkurin kann gott, tá ið hann skikkar sær væl, sleppa at umboða harra Kára á Rógvu og vera beskeðin og takksamur afturfyri! Tey ovur-nationalistisku sjónarmiðini hjá harranum á Rógvu eru eftirhondini blivin so ekstremt for­skrúv­ aði, at tað er synd í teimum skikkiligu sjálvsstýris­veljar­ unum, sum lótu seg forføra av hansara nationala og narcissistiska tvætli undan síðsta valgi, tá ið hann m.a. brúkti síni egnu oyru sum politiskt agn. Hvussu kom hesin mað­ urin so upp í politikk? Hevði hann nakað ideo­log­iskt við­ føri, sum kundi gagna karrier­ uni sum nationalist­iskur for­førari? Ikki tað, vit vita um, - tí hann hevur eina heilt aðra fortíð sum studer­andi í Danmark fyri tjúgu árum síðani, har hann troyttaði fólk sum rætti­liga frelstur sambands-mað­ur. Síðst í 90´unum kom hann næstan beint frá sínum eksamins­ borði í Kjøpin­havn til Føroya, har hann kortini uttan nakra praktiska juridiska erfaring beinan­vegin gjørd­ ist skrivari í tí láturliga grund­lógar-klubbanum, sum Høgni Hoydal & co. vóru í ferð við at etablera stutt fyri aldarskiftið. Henda filosof­ iskt dillettantiska nevnd­in var eitt satt feitilendi fyri kannustoyparar sum Kára. Í slíkum óforpliktandi teoretisk­ um umhvørvi treivst Rógvu- opportunisturin sum fiskur í sjónum og misti tað sindrið av sambandi, sum hann hevði havt við tann ”keðiliga” samfelags-veru­ leikan. Politiskt gjørdi hann eina koketta kúvending í klubbanum og bleiv umvend­ ur til flammandi nationalist. Sjálvt um hann var aldeilis óbúgvin, vildi hann ikki lurta eftir nøkrum eldri juristum ella politiskum skila­monn­ um, men førdi seg fram sum betrivitandi og ráðaríkur høvuðkambur, og hann eigur ein stóran part av ábyrgdini fyri, at grundlógar­klubbin gjørdist ein vitleys og kronisk farca, sum skila­góðir politikarar ikki fingu steðgað, meðan tíð var, t.d. longu í 2001. Tá høvdu klubbamenn spælt sær ivaleysa nóg leingi, og farcan átti at verið tikin heilt av skránni. Hesin groteski ”juridiski” sjónleikur hevur nú vart í næstan trettan ár, og hann hevur kostað tí føroyska skattaborgaranum eina tveycifraða millióna- upp­hædd. (Onkur hevur sagt, at tað er yvir 13 milliónir, altso 1 mill. um árið!) Tann skandaløsi grundlógarklubbin Tað verður for drúgt at taka allar skandalurnar í klubbanum fram, men nógv minnast enn við køldum og pínligum skjálvta eftir ryggi­num, tá ið teir, Guð hjálpi okkum brúktu mán­ aðar og ár til at definera, hvat ein føroyingur var fyri eitt størrilsi. Hesin identi­ tets­spurningurin skuldi ikki verið trupul hjá vanlig­ um føroyingum, men pro­ blemið hjá Kára og klubba­ nevndar­monnum var, at teir vildu partú redda allan Hoydalsklanin, Tórbjørn Jacobsen og danskar tjóð­veldis­konur inn í tað hálovaða Føroya-ríkið, og NÚ bar illa til: Føði­kriterium dugdi ikki til Hoydals­ menninar og Tórbjørn, tí teir vóru føddir í Danmark. Móðir­ kriterium dugdi heldur ikki, tí nógvir nationalistar høvdu danska mammu. Málkriteriið dugdi slett ikki, tí nógvir av teimum hálvdonsku full­ veldismonnunum dugdu so illa at benda, at tað var pínligt, so her fekk grund­ lógar­nevndin ein juridisk­an gordiskan knút at loysa.. Teir vóru heilt illa sperdir, fundaðust í tímavís og rukkaðu pannuna filosof­iskt í áravís, uttan nakað sum helst eksakt, eintýðugt ella prægnant úrslit! Men fundir­ nir vóru nógvir, drúgvir, hugnaligir og vælvitjaðir av politiskum fantastum. Tá var synd í teimum, men so flýggjaðu teir frá tí strævna føroyska og óakademiska veru- leikanum og funnu uppá okkurt heilt annað. Teir vóru t.d. i ST og gjørdu sær fyri skommum við retoriskum spurningum, sum kundu verið kláraðir pr. telefon ella e-mail.. Teir fóru til Nebraska at hyggja eftir eini lokalari ”grundlóg” í vakrari glasmontru. Hesar stuttleikaferðir áttu teir at havt finansiera sjálvir, men tað gera slíkir menn ikki! Tá ið grundlógarklubbin Harra Vielgeschrei*, sum gloymdi høvdið eftir í grundlógarklubbanum Samríkið Nú eru nakrir føroy­ingar farnir at skifta stevnu. Teir siga, at talan ikki skal verða um tvey ríki, men um eitt