mánadagur 25. juli 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85
Sosialurin
varð etableraður, var Rógvu-
maðurin bara 25 ára gamal
og nóg illa turrur aftanfyri
tey akademisku oyruni. Men
kortini fekk hann astronom
iska samsýning í klubba-
nevndini
afturfyri
sín
pubertila
pseudojuridiska
aktivitet; so sig ikki, at EINKI
kom burtur úr grundlógar-
putlinum!
Grammur
karrierupolitikari
Harra á Rógvu mátti leita
sær ein politiskan plattform
og setti seg tí niður sum
nationalur
breyðpolitikari
í
sjálvsstýrisflokkinum.
Í
2006 debuteraði hann sum
fuskari í skribentfakinum og
skrivaði eitt ynkiligt makk
verk av einum minnisriti,
sum hann kallaði fyri søgu
um sjálvsstýris-flokkin. Tað
er tann bókin slett ikki. Hon
er hjálpaleysir og sporadiskir
glottar um nøkur viðurskifti
í sjálvsstýrisflokkinum, og
heldur ikki meira enn tað.
Bókin er sjáldsama grunn
og loypir stórt sæð alt tað
um, sum er kontroversielt
ella hevur djúpari søguliga
interessu. Hon er so vánalig,
at bert fáir menn troystaðu
sær at ummæla hana. Kort
ini letst hann framvegis
”alvitandi” um politikk og
politiska søgu. Tað krevur
stóran frekleika og ikki sørt
av dirvi!
Megalomaniin hjá honum
radikaliseraðist alsamt, og
skjótt fór hann at troka
seg fram á internetinum,
serliga á tí pubertilu fjes
bókini. Har avdúkaði hann
seg.:við enormari sjálvs-yvir
vurdering
sum
mentalur
ekshibionistur, og frá hálv
komiskum
Holberg-figuri
útviklaði hann seg nú
eksponentielt
til
næstan
ekstreman nationalist, sum
Louis Zachariassen annars
kompromisleyst
avlúsaði
flokkin fyri í 1940. Hetta er
eitt herviligt paradoks hjá
sjálvsstýrismonnum!
Stutt eftir í árinum 2008
letur hann seg útnevna til
undirvísara á Fróðskapar
setrinum, hóast maðurin
skal eitast at vera juristur.
Forstendur hann ikki ella
respekterar
hann
ikki
habilitetsprincippið,
sum
teorikønir juristar annars
eru sera erkvisnir um?. Aðra
staðni verður nevniliga als
ikki accepterað, at ein aktivur
politikari, og slett ikki ein
flokksformaður undirvísir
á einum hægri lærustovni
í einum faki, sum bara
tangerar politikk ella sam
felagsjura, men Kári ætlar
sjálvsagt bæði at blása og
hava nógv mjøl í munninum.
Tað hevdi bæði av etiskum og
juridiskum grundum klætt
honum, at hann helt uppat
at undirvísa ella heilt gavst
við sínum fjákutu politisku
skarvslopum.
Tað famøsa
grindamálið
Síðsta vetur var harra Kári
aftur heilt á gosi. Hann vildi
bjóða týskum miljø-monnum
av, tí teir fíltust á grindadráp
í
Føroyum.
Føroyingar
høvdu av onkrari gátuførari
orsøk valt tann óstortsliga
Rógvu-mannin til teirra
internationala
grindakøna
forsprákara.
Ein
gløggur
juristur hevði í slíkum føri
roynt at argumentera við tí
avmarkaða talinum av veidd
um hvalum, etiskum veiðu
metodum, mentasøguligum
fakta etc.,men hvat ger
fusentasturin, Kári? Hann
dregur annað verðinskríggj,
nazismu og koncentratións
legur,
sosum
Auschwitz
uppí, og ger ein ungan
týskara, sum allarhelst er
yngri enn Kári sjálvur til
meðansvarligan fyri ræðu
leikarnar undir krígnum.
Hvørki tann týski miljømað
urin ella foreldur hansara
kunnu eiga nakran lut í tí,
sum hendi undir krígnum, og
tann søgugrunni Kári hevur
valla kannað, hvat abbar og
ommur hjá hesum týska
umhvørvismanni
høvdust
at ínntil 1945, og tað er valla
heldur serliga relevant.
Eingin skal bera skyld
og taka ábyrgd fyri annað
enn sínar egnu gerðir, men
kortini hevur einki fólk tikið
so stóra søguliga skyld og
ábyrgd á seg sum týskarar.
Eingin týskari ella eystríkari,
sum er føddur aftaná 1935
kann gerast ansvarligur fyri
nazistiskar brotsgerðir og
yvirgang undir krígnum.
Hetta átti juristurin Kári at
respektera.
Men tann óhepni Kári
hevur skotið seg í báðar
føturnar við síni kollektivu
nazistisku kallan, tí tá ið hann
ynskir at tosa um søguliga
ella kollektiva skyld, so lat
okkum kveita eitt sindur
eftir søguni hjá hansara
egna
sjálvsstýrisflokki.
Har eru nógvar nazistiskar
beinagrindir at hála út úr
skápinum. Fyri tað fyrsta var
formaður flokksins í nógv ár
besti vinmaður hjá einum
av fremstu monnunum hjá
Quislingi, harra Adolf Hoel.
Tann landasvíkjarin vitjaði
javnan í Føroyum, hevði
nógvar politiskar vinmenn
í
sjálvsstýris-
og
seinni
fólkaflokkinum; hann hevði
eisini sera gott samarbeiði
við táverandi blaðstjóran
á Tingakrossi,. Hesin sjálvs
stýrisblaðstjóri hevði leingi
lívligt samband við aðrar
norskar nazistar líka til 1939;
harumframt hevði hann
ofta vitjan av og hjartaliga
korrespondancu
við
ein
kendan eysturríkskan nazist,
ein sonevndan Føroyavin,
sum javnan fraterniseraði
við sjálvsstýrismonnum í
Føroyum.
Fólkaflokkurin
hevði
eisini
opinlýsar
nazistar,
sum so seint sum í 1939 spák
aðu ernir runt í Havn við
høkukrossamerki í bringuni.
Hetta viðganga ungir fólka
flokksmenn í dag, og tí ganga
teir søguliga sera spakuliga
við hurðunum, men harrin á
Rógvu veit for lítið um søgu
til, at hann dugir sær hógv..
Boomerang-effektin
hjá Rógvuharranum
Ikki fyrr enn Louis Zacharias
sen og Mads A. Jacobsen
fingu desinficerað flokkin
fyri nazista-sjónarmið fyrst
í 40´unum, kom flokkurin
aftur á rættkjøl, og tá fór
hann at arbeiða saman við
javnaðarflokkinum og Petur
Mohr Dam. Hetta faktum
átti ”søguskribenturin”, Kári
at sett seg inn í, áðrenn
hann .fer at grýta við gróti í
tí spinkla glasbygninginum,
sum hann bóltar runt í.
Sverri Djurhuus, sáli, sum
var djarvur og erligur um sín
aktiva limaskap í Waffen
SS, segði einaferð alment, at
føroyingar vóru teir síðstu,
sum skuldu brigsla honum
sína nazistisku fortíð, tí
hann var mynstraður við
einum
føroyskum
skipi
beint fyri kríggið, har stórt
sæð allir, sum vóru umborð,
hildu fanatiskt við Hitleri og
Mussolini móti Chamberlain
og Daladier.
Teir høvdu
altso
sterkar
nazistiskar
sympatiir, og tað var avgjørt
ikki óvanligt í Føroyum langt
inn í Annað verðinskrígg,
so harra Kári kann fáa úr
at gera við at skumpa tann
køstin, nú hann er farin
undir at brigsla sínum týsku
javnaldrum fyri Auschwitz
í 40´unum!
Grindaskandalan og tey
tápuligu illsinnisglepsini frá
Kára móti internationalum
umhvørvisfólki kann koma
Føroyum dýrt og fast aftur
um brekku. Stuttskygni og
egocentrisiteturin hjá Kára
ger, at vit verða svartlistaðir
av
stórum
útlendskum
importfyritøkum! Ein tvøst-
filosoffur verður ikki tikin í
álvara nógvastaðni í dag.
Hann átti at verið koyrdur
úr øllum grindanevndum!
Síðsta ørvitis-gerðin
hjá harra Kára
Ná, men her fyri einum mán
aða síðani kulmineraði kort
ini megalomaniin hjá Rógvu
manninum, tá ið hann, sum
nevnt, fór um alt moralskt
mark og legði á sjálvan tann
danska statsministaran, Lars
Løkke Rasmussen, tí Lars
ikki tímdi ella skoytti um at
lesa eina danska grein, sum
Kári hevði skrivað! Vit hava
ikki lesiskyldu her í ríkinum,
og tað er ógvuliga forstáiligt,
at ein statsministari harðliga
má prioritera sína tíð og
sleppa sær undan nógvum
lesnaði, t.d teimum spinklu
tankunum hjá Kára. Løkke
skal ikki prostituera seg
við at debattera føroyskan
politikk við Kára, og slett ikki
í donskum fakbløðum. Tað
finnast aðrar kanalir og aðrir
kommandovegir, sum Føroya
landsstýri kann hjálpa Kára
við, um hansara tankar hava
so frægan relevans!
Eg eri avgjørt ikki samdur
við Lars Løkke um politikk,
men hann er fryntligur
maður, sum debatterar á
sakligum niveau. Eg havi
aldrin hoyrt hann brúka
skeldsorð um sínar politisku
mótstøðumenn, og hann er
ongantíð vulgerur í orðum.
Hann dugir at argumentera
– tað ger Kári á Rógvu ikki!
So her er munur á monn
um! Og man tað ikki vera
problemið:
Ómegdin
og
undirluta-kenslan fær tann
misnøgda ekshibitionistiska
klubbaskrivaran at fara heilt
yvir gevind!
Men elegantur er hann
ikki, tá ið hann skal yvirfúsa
Lars Løkke. Í staðin fyri
at royna seg við ironi ella
raffineraðari sarkasmu, so
fer hann beint niður í køstin
og fer at kalla við einum orði,
sum fólk bara brúka, tá ið tey
eru í svárari argumentneyð
og heilt hava tapt í eini
debatt!
Glosan, hann brúkar, er
um opilsið í einum parti av
okkara likami, sum er nógv
undirvurderaður, tí hann
avgjørt er hollur, tá ið vit
skullu hvíla ella sita niðri.
Men sjálvandi eru aðrar
ódelikatar funktiónir eisini
knýttar at hesum parti av
anatomiini, og tað er helst
tað, sum Kári vil sipað til, tá
ið hann kallar Løkke fyri eitt
”analt hol”! Ein tankatómur
maður sum Kári hevur jú
bara baktankar! Men tá ið
hann hevur so lítið flog, og
orðatilfarið er so avmarkað,
at hann ikki fær formulera
sínar frustratiónir uppá ein
meira subtilan máta, dugi eg
als ikki at fata, hví og hvussu
júst hesin maðurin er blivin
valdur til formann í okkara
orðabókanevnd!
Konstruktivt uppskot
til løgtingsmenn
á Ólavsvøku
Nú
løgtingsmenn
koma
saman á Ólavsvøkutingi um
fáar dagar, haldi eg, at tað
var hóskandi, at teir loystu
henda óflýggjaliga óvitan
úr øllum nevndararbeiði
og grundiga vurderaðu, um
hesin ”lortendin” (fyri at
brúka eina glosu, sum Kári for
stendur) reelt er verdugur
at sita sum lóggevari á
løgtingi. Tað hevði klætt
okkara parlamenti, um teir
tóku og andaligu flongdu
Rógvudrongin við at taka
alt lóggávuarbeiði frá honum
og settu hann í tann politiska
skammikrókin.
Sjálvsstýrisflokkurin
stakkalur átti at lofta sær
við
skundisliga
at
skift
tann
burleska
og
analt
fikseraða
formannin
út
við navnabróðirin, ella ein
annan
partamann,
sum
dugir fólkaskikk! Um Fróð
skaparsetrið troystar sær at
hava hann á lønarlistanum,
ja, tað verður teirra skomm!
Harra
Kári
á
Rógvu
stangar hvønn húsavegg,
hann sær og herjar ”alvitandi”
og arrogantur á alt og øll,
men hvørja ferð, hann rennur
pannuna ímóti, átti hann at
hugsa um orðini hjá danska
politika-ranum, Poul Møller,
sum helt fyri um politiskar
amatørar, at ”når man gang
på gang støder hovedet ind
i en mur, og der lyder en hul
lyd, behøver det ikke at være
muren, der er noget i vejen
med”!
Annars góða Òlavsvøku!
* Skræðugákur hjá Ludvíki
Holberg í den Stundesløse
Linjohn
Christiansen
borgarstjóri
So vánalig, at van
liga
útvarpstólið
er skift út við eitt
internetradio. Svar
ið kundi sjálvsagt
verið, at tað kunnu
bara allir borgarir
gera, men tað er ikki
soleiðis tað virkar.
Havi verið í sam
band við Kringvarp
Føroya um málið,
men
tykist
ikki
sum nakað hendir.
Heimasíða
kring
varpsins sigur, at
Mentamálaráðið
umsitur sendinet
ini, og Føroya Tele
hevur dagliga rakst
urin.
Spurningur
mín er tí, hvørjum
man kann vænta
at fáa eitt greitt
svar frá um trupul
leikan, sum hevur
verið síðsta árið
við sendinetinum í
Skálavík. Vit kenna
jú dømi aðrastaðni
frá í landinum, har
móttøkuviðurskift
ini eru vánalig og
ein diskussión hev
ur verið um gjald
av eini vøru sum
ikki kann leverast...
Kring
varps
gjald og
vánalig
móttøku
viður
skifti
Seinasta árið
hava móttøku
viðurskiftini
verið sera
vánalig í
Skálavík fyri
útvarpið hjá
Kringvarpi
Føroya