Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juli 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. juli 2011 · Nr. 85 22 Sosialurin Dagfinn Olsen Miðlafólk tosa regluliga um agurku­tíð. Tað er tíðin, tá lít­ ið hendir í samfelagnm, sum skriv­ast kann um, eittnú á politiska økinum. Og summarfrítíðin er agurkurtíð. Eisini hjá teim­ um, sum hava vakstr­ar­hús ella sonevnda útistovu. Jóannes við Ósagarð í Vági hevur fingið sær úti­ stovu, og nú grør. Har vaksa tomatir, víndrúvur, agurk­ir, grønt pipar, súrepli, blomm­ ur, perur og fikur. Jóannes býr við Ósagarð í Vági, og fedrarnir settust nið­ur har fyri mongum árum síða­ni, og ættarliðini hava hild­ið við á sama stað. Hóast ein skuli hildið, at har var vindhart, og at havið, saltið, ikki gjørdi tað gjørligt at fáa aldingarð á staðnum, so ber eisini garðurin boð um, at væl ber til at fáa trø og blóm­ur at vaksa í garðinum. T.d. er eitt træ úr Hetlandi, sum Jóanes vísur á, og sum hev­ur purpurlittar blómur, og sum annars stendur grønt alt árið. Jóannes heldur, at teir gom­lu mundu vita hvat teir gjør­du, tá teir settu búgv við Ósa­garð, og at tað ikki er av til­vild, at ættin hevur trivist har í fleiri ættarlið. Jóannes, Bjerregaard og skálkabros Jóannes við Ósagarð hevur lætt til skemt, og honum dám­ar væl at leggja dent á – við einum skálkabrosi, at til vinstru í politikki er hann í øll­um førum ikki. Tað stend­ ur heilt fast. Men so løgið tað ljóðar, so er tað súreplatræið av slagnum Ritt Bjerregaard, ið trívist so avbera væl í úti­ stovu­ni við Ósagarð, og hen­ da søgan fer ikki afturvið, utt­an eitt skálkabros. Agurkutíð er, og í vakstr­ ar­hús­um og úti­stovu­m, og eisini í aldingørðunum kring land­ið, fegnast tey, ið hava grøn­ar fingrar, tí nú sprettir á fold og spírar. Sprettir og spírar Vøkstur Tomatir, víndrúvur og agurkir og mangt annað grør í hesum døgum kring landið. Væl ber til at fáa grønmeti og frukt at vaksa í vakstarhúsi, og alt fleiri hava áhuga í hesum. Við Ósagarð i Vági grør um gangandi fót Jóannes við Ósagarð hevur fingið sær útistovu, og nú sprettir og spírar Myndir: Dagfinn Olsen vøkstur