Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 8 Sosialurin Tey privatu misnøgd við fjølmiðlaálit FJØLMIÐLAR Fjølmiðlakommissjónin hevur fleiri tilmæli um at styrkja fíggjarorkuna hjá Kringvarpinum, men blaðstjórar halda, at kommissjónin als ikki tekur fat í trupulleikarnar hjá privatu miðlunum Eyðun Klakstein Fjølmiðlakommissjónin, sum í gjár handaði lands­ stýriskvinnuni í mentamálum álit um føroyskar miðlar, hevur fleiri ítøkilig uppskot um, hvussu fíggjarorkan hjá Krinvarpinum skal styrkjast, men kommissjónin ger lítið og einki við grundleggjandi trupulleikarnar hjá privatu miðlunum. Tað halda blaðstjórarnir á báðum teimum stóru føroy­ sku bløðunum. – Tað er gott, at hetta arbeiðið er gjørt, men eg sakni, at kommissjónin veru­ liga ger nakað við trupul­leik­ arnar hjá privatu miðlunum. Tað tykist sum, at tá ið mann ikki veit, hvat mann skal gera, so setir mann ein grunn, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting. Hann sipar við tí til, at Fjølmiðlakommissjónin mælir til, at Kringvarpið framvegis skal kunna hava lýsingar, men at inntøkurnar fara í ein grunn, har allir miðl­ ar – eisini Kringvarpið – síð­ ani kunnu søkja um pengar. Fjølmiðlakommissjónin mælir eisini til, at kring­varps­ gjaldið frameftir verður goldið yvir skattin, og at gjaldið verður frítikið fyri meirvirðisgjald. Munar einki Privatu miðlarnir hava havt tað tungt seinnu árini, tí lýsingainntøkur og blaðsøla er minkað. Samstundis hava miðlarnir funnist at, at teir skulu kappast við almenna Kringvarpið um lýsingarkrónur. Fjølmiðlakommissjónin vil ikki steðga Kringvarpinum at hava lýsingar, men mælir til, at inntøkurnar fara í ein grunn. Har kann Kringvarpið eisini søkja um pengar, men kann í mesta lagi fáa helm­ ingin aftur. Restin skal so latast til privatu miðlarnar. Men hetta uppskotið hóv­ar ikki blaðstjórunum á Sosialinum og Dimma­ lætting. – Samstundis sum kommis­ sjónin vísir á, hvussu stóran týdning lýsingar­inntøk­urnar hava fyri privatu miðlarnar, so mælir hon til, at somu miðlar nú skulu søkja um stuðul úr hesum miðlagrunni, heldur enn frælsir og fríir at selja lýsing­­ar. Grundar­lagið undir privatu miðlunum er søla – blað­­søla og lýsing­a­ rsøla. Kommissjónin tekur stórliga feil, um hon heldur, at hetta er framstig fyri pri­ vatu miðlar­nar, sigur Eirikur Lindenskov, blað­stjóri á Sosialinum. Ongan góðan Blaðstjórarnir báðir halda, at Fjølmiðlakommissjónin als ikki kemur við nakrari loysn, sum kann hjálpa privatu miðlunum. – Eftir at hava lisið álitið mugu vit tíverri staðfesta, at privatu miðlarnir hava ongan góðan í Fjølmiðlanevndini, men eisini kommissjónin í veru­leikanum er fikublaðið, sum landsstýriskvinnan kann brúka at skaffa Kring­ varpi­­num meira pening, sigur Árni Gregersen. Eirikur Lindenskov held­ ur, at kommis­sjónin als ikki hevur skilt støðuna hjá privatu miðlunum. – Spell at kommissjónin ikki sær størri virði í teimum privatu miðlafyritøkum, sum eru. Men kanska virðingin, tá alt kemur til alt, er størri millum tingfólk, sum eiga síðsta orðið. Tað vóna vit, sigur hann. Fjølmiðla­kommis­ sjónin hevur 7 ítøkilig tilmæli um, hvussu føroyingar kunnu fáa betri miðlar í framtíðini: – Kringvarps­gjaldið verður lagt inn í skattaskipanina sum fast gjald – Fasta gjaldið verður prístals­viðgjørt – Lýsingainn­tøkurnar hjá Kringvarpinum fara í ein miðlagrunn – Miðlagrunnurin stuðlar føroysku miðlunum – Kringvarps­gjaldið verður MVG-frítikið – Sjónvarpsrásin hjá Kringvarpinum verður talgildað 7 tilmæli ÁLIT Fjølmiðlakommissjónin hevur handað sítt álit um føroyskar miðlar