mikudagur 27. juli 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
Sosialurin
Nøvn
Ólavsøkuaftan fyllir Hans
Joensen 60 ár. Hans er ættað
ur úr Skopun. Tá hann var 13
ára gamal, flutti familjan til
Havnar. Hans fór sum 15 ára
gamal í Ravnoynna at rógva
út við Arngrím Madsen
úr Kvívík. Hann róði út í
Ravnoynni um sumrarnar
1967, 1968 og 1969. Tá hann var
heima í Føroyum, arbeiddi
hann á Bacalao.
Í 1970 fór Hans við ”Baki” at
fiska laks í Grønlandi. Har var
hann til 1975, tá hann fór um
borð á ”Búgvan”, sum Martin
Clementsen átti. Tá ”Búgv
in” var farin, keypti Martin
Clementsen ”Skoparan”, har
Hans var við til 1978, tá hann
fór at frysta slógv á Bacalao.
Hann var á Bacalao í 26 ár.
Hans kom í nevndina í
Havnar Arbeiðsmannafelag
í 1997 og bleiv valdur til for
mann í 2003, har hann enn
er formaður.
Hans er giftur við Kirstin,
fødd Eysturtún úr Havn,
og eiga tey tríggjar døtrar.
Joan, sum býr á Válinum í
Vestmanna, Judith, sum býr í
Hoyvík og Harryet, sum býr í
Havn. Abba- og ommubørnini
eru átta í tali.
Føðingardagurin verður
hildin í summarhúsinum
í
Danmark
saman
við
familjuni.
Hans Joensen 60 ár
TØKK
Nú er nýggjasta tilmælið
frá
fjølmiðlakommisjónini
komið landsstýriskvinnuni í
mentamálum í hendur: kring
varpsgjaldið skal inn um
vegis skattin. Ikki er feskasta
niðurstøðan slóðbrótandi, tí
hugsjónin ber brá av einføldu
áskoðanini: borgarin er ikki
egnaður at velja, tí skulu vit
velja fyri hann.
Hugburður
Nýggjasta tilmælið kemur tó
væl við, tí nú verður kjakið
um kringvarpið og Public
Service
sáttmálan
tikin
uppaftur. Spurningurin er
bara, um vit skulu varðveita
aldagamla
hugburðin,
at
borgarin ikki er egnaður at
velja, og tí mugu almennu
Føroyar velja fyri hann, ella
at løgtingið fremur eina
hugburðsbroyting,
so
at
borgarin fær møguleikan at
velja, hvat hansara pengar
verða nýttir til.
Tilmælið
Tað skal tó sigast, at tilmælið
er sum ein kladda: hugskotini
eru góð, men fínpussingin
vantar. Hvat við at rætta
eitt sindur í tilmælinum,
so
at
niðurstøðan
hjá
fjølmiðlakommisjónini varð
soljóðandi:
– Kringvarpið skal vera ein
sjálvstøðugur stovnur
– Kringvarpsgjaldið
verður sett eftir vanligum
marknaðartreytum
– Fasta gjaldið verður
sett eftir vanligum
marknaðartreytum
– Lýsingarinntøkurnar
hjá Kringvarpinum fara í
roknskapin
– Kapping stuðlar føroysku
miðlunum
– Kringvarpsgjaldið verður
MVG-frítikið
– Sjónvarpsrásin hjá
Kringvarpinum verður
talgildað
(Eg
havi
bara
broytt
nøkur fá orð í upprunaliga
tilmælinum)
Hetta
samsvarar
við
niðurstøðuna hjá fjølmiðla
kommisjónini um, hvussu
vit betra um fjølmiðlarnar í
Føroyum. Tað brýtur eisini
frá ófrælsu og ógagnligu
hugsjónini um, at borgarin
ikki er egnaður at velja, og tí
skulu almennu Føroyar velja
fyri hann.
Kjak
Hanus Samró
Formaður í HUXA og valevni
hjá fólkaflokkinum
Borgarin er ikki egnaður
at velja, tí skulu vit
velja fyri hann!