mikudagur 27. juli 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
10
Sosialurin
Kjak
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Tað, sum eg mæli til, er
við øðrum orðum, at vit í
Javnarflokkinum og Sam
bandsflokkinum
beinan
vegin leggja eina felags
politiska ætlan um høvuðs
málini og skipa okkum í ein
sokallaðan samríkisblokk til
valið - fyri ríkisfelagsskapi,
fyri
sosialari
trygd
og
rættvísi, og fyri vinnuligum
og búskaparligum vøkstri.
Hóast tað neyvan fer
at eydnast hesum báðum
flokkum at fáa meiriluta,
so er enn minni hugsandi,
at tann grómuta gongan av
fullveldisflokkum verður før
fyri at skipa nakra líkinda
meirilutasamgongu. Tí er
stórur møguleiki fyri, at
ein samskipaður samríkis
blokkur kann koma sum
vinnari
burturúr
fløktu
støðuni eftir valið, antin í
minnilutasamgongu ella við
at skipa meiriluta saman við
øðrum.
At hetta væl ber til er
gongdin síðstu mánaðirnar
gott dømi um. Síðani Fólka
flokkurin stakk halan mill
um beinini í vár, hava vit
samstarvað væl bæði við
Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkin
og Framsókn.
Á landsfundi Javnaðar
floksins síðsta heyst mælti
okkara táverandi formaður,
Jóannes Eidesgaard, sum
tann fyrsti til, at flokkarnir
í Føroyum nú eisini áttu at
verið búnir til at skipa seg í
politiskar “blokkar” upp undir
val, við nøkrum greiðum
felags høvuðsmálum, so tað
bæði gjørdist meira forplikt
andi fyri flokkarnar, hvat
teir fóru til val uppá, og tað
samstundis gjørdist greiðari
fyri veljarunum, hvat teimum
stóð í boði, um teir valdu
hendan ella handan flokkin.
Síðani hevur eisini tann
skilagóði
Sjúrður
Skaale,
fyrrverandi tjóðveldismaður,
í sínum royndum at víðka
um okkara fatan av politiska
fólkaræðinum, talað fyri slík
um blokkpolitikki. Veljarin
verður snýttur, sigur Sjúrður.
Hann velur ein flokk, tí hann
er fyri ávísum sjónarmiðum,
men ofta hendir at hansara
flokkur fer í samgongu við
“fíggindan”, og burturúr tí
kemur ein politikkur, sum
hann undir ongum umstøð
um vil kennast við.
Seinast var tað Edmund
Joensen, sum í vár í greinini,
“Nú er brúk fyri blokkpoli
tikki”, mælti til, at “heldur
enn at leypa stein av steini
eiga Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin beinan
veg at leggja lunnar undir ein
stabilan blokk av politiskum
flokkum, sum í felag kunnu
fara til løgtingsval við tí fyri
eyga at skapa alneyðugan
búskaparvøkstur, fólkavøkst
ur, vælferð og stabilitet”.
Eg eri samdur við Edmund
Joensen. Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin hava
framum aðrar flokkar sam
starvað sera væl. Tað vóru
hesir báðir flokkar, sum bóru
fyrru ABC-samgonguna og
somuleiðis ta seinnu, eins
og tað vóru vit, sum stóðu
fyri teim nógvu positivu
avrikunum. Og síðan vit
sluppu av við deyðvektina í
Fólkaflokkinum, hava hesir
báðir flokkar eisini evnað at
skipa fyri breiðum samstarvi
í løgtinginum.
Tí tað sum fram um
alt eyðkennir hesir báðar
flokkar, er viljin til at røkka
úrslitum, meðan aðrir eru
meira upptiknir av skróli og
rumbli.
Haraftrat er týdningar
mikið, at samríkisflokkarnir
ganga á odda, fyri at beina
allan iva burtur um tað
gagnliga og mennandi sam
starvið, vit hava í ríkisfelags
skapinum.
Fyri tað triðja eru vit
ein sosialdemokratiskur og
ein sosialliberalur flokkur,
sum seta fólksins vælferð
í hásæti, og undir ongum
umstøðum vilja spæla has
ard við landsins framtíð í
ábyrgdarleysum fullveldis
romantikki.
Latið okkum ikki drála
við við hesum, men beinan
vegin fara undir at smíða
samríkisblokkin, so vit eru
klár, tá løgtingsvalið fer at
at verða útskrivað tíðliga í
heyst, møguliga longu um
mánaðarskiftið
august-
september.
Tað eru bæði vansar og
fyrimunir við at skipa fyri
slíkum
forpliktandi
sam
starvi, sum vit eisini kunnu
kallað blokkpolitikkur. Vit
binda
báðar
flokkarnar
saman, og kunnu tí ikki gera
júst sum hvørjum lystir. Men
tað gevur okkum eina saml
aða styrki, sum aðrir illa
sleppa uttanum.
Størsta
fyrimunin
fáa
veljararnir, sum á henda
hátt fáa størri trygd fyri, at
tá tey atkvøða fyri Javnaðar
flokkinum og Sambands
flokkinum, so vita tey, hvat
tey fáa. So verður ikki, velja
tey ein av hinum, velja tey
ein av hinum flokkunum.
Skilagott at smíða ein samríkisblokk til valið
Nú valstríðið fer at taka seg upp, beinanvegin tá tingið kemur saman aftur á Ólavsøku, er stundin
komin til at teir báðir samríkisflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, boða veljarunum
frá, at vit fara at standa saman í valstríðnum – og verða kjarnin í nýggjari samgongu eftir valið
Bjørt Samuelsen
Tey bera tíðindini, viðgera
tey, samtala við serfrøðingar,
meta um avleiðingarnar fyri
Norra, fyri Norðurlond, fyri
gerandisdegin, trygdina og
framtíðina hjá okkum, sum
búgva í einum annars friðar
ligum parti av heiminum.
Eitt av grannalondum
okkara er rakt av einari
ógvusligari vanlukku. Einari
yvirgangsatsókn í sjálvum
hjartanum hjá norska stjórn
arvaldinum. Ein beinleiðis
roynd at drepa norska for
setan. Og eitt óhugnaligt hóp
dráp á nøkur ósek ung fólk, á
politiskari legu á Utøya.
Men í sjónvarpinum í
Kringvarpinum er ein sang
kapping, heldur enn ein
longd tíðindasending.
Tað
sjónvarpið
kundi
bjóða í dag, var samsendig
seinnapartin við NRK, bert
til 17.55, tá vanliga skráin
tók við. Dagur og vika var
– heppið – á skránni í kvøld.
Og har verða hesi heims
høvuðstíðindi
viðgjørt
nakrar fáar minuttir. Síðani
kemur ein røð av tíðindum,
sum í dagsins samanhangi
tykjast fullkomiliga líkasæl.
Eingin umlegging av sending
ini, eingin sending tikin
av skránni. Um ikki annað
kundi KRF hildið fram at
samsent í brotum, soleiðis, at
tíðindafundir, sum tann við
norska
forsætisráðharran
(sum er live á BBC og aðra
staðni) og aðrar broytingar
í støðuni, verða send inn
ímillum. Heldur ikki útvarps
tíðindini klokkan 21 bera
nýggjastu tíðindini. Hóast
ein ørgrynna er hent síðani
klokkan 18. Og á heimasíðuni
er seinasta dagføringin í
skrivandi stund fleiri tímar
gomul!
Hetta er álvarsamasta og
ótryggasta støðan Norður
lond hava verið í síðani
seinna heimsbardaga, siga
fleiri. Kring allan heim rudda
sjóvarpsrásir skránna, fyri at
senda úr Norra. Men Kring
varpið sendir “Kappgiting og
Kærleiki“, “Uppá tá” og annað
á hesum degi óviðkomandi!
Summarfrí er. Tað verður
tó ongantíð ein undarførsla
hjá einum almennum miðli,
tá kreppustøður taka seg
upp. Raðfestingin hjá Kring
varpinum í kvøld er bæði
óskiljandi og órógvandi ignor
ant. Hon kemur omaná eina
aðra løgna raðfesting - at Dog
V einans verður send tvær
ferðir um vikuna - og ber
tíverri boð um, at kringvarps
leiðslan helst ikki skilir, at tað
ikki ber til at niðurraðfesta
tíðindatænastuna á henda
hátt, uttan samstundis at
undirgrava
týdningin
av
almenna kringvarpinum.
Sorgarleikurin í Norra og Kringvarp Føroya
Fríggjakvøld 22. juli. BBC sendir í kvøld áhaldandi tíðindi um “Norway attack”, um
sorgarleikin í Oslo og á Utøya. Sama gera týðandi sjónvarpsrásir í flestu londum