Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 Sosialurin Arnstein Niclasen Kanningar í Norðan­ londum hava víst, at alt ov nógvir sjúklingar taka hesar tablettir. Sammeta vit okkum við okkara grannalond so ganga einir 2000 føroyingar heilt óneyðugt og taka hetta medisinið. Um tað nú var so, at tablettirnar ikki høvdu nakrar bivirkningar, so varð ikki so nógvur skaði hendur. Men so er ikki. Kendu bivirkning­ar­ nir til Simvastatin er livurskaði, nýraskaði, vøddaskaði og harafturat veikari hjarta, møði og heilaárin hjá eldri fólki. Vit vita, at statinir virka hjá teimum sum áður hava havt blóð­tøpp ella hava fleiri risiko­ faktorar, og minka her nakað um vandan fyri, at fáa blóðtøpp aftur. Hinvegin vísir tað seg, at umleið 80% av teimum sum hava sokallað “høgt kolesterol” ikki hava nakað at óttast fyri og hava onga nyttu av statinum, men fáa sjálvandi bivirkning­ar­ nar. Harafturat eru tey stemplaði sum sjúk við øllum tí sum fylgir við hesum. Vit tosa her serliga um hópin av eldri fólkun og kvinnum sum fáa meiri skaða enn nyttu av at taka Simvastatin. Í bæði Noregi, Dan­ mark og Svøríki eru tey komin fram til, at um­ leið 1 av 25 borgarum ganga óneyðugt og taka Simvastatin ella líknandi feitt lækkandi medisin og fáa bivirkningar av hesum. Hetta svarar til umleið 2000 føroyingar. Livur og nýraskaðar rættast sum oftast upp­ aftur um ein gevst við at taka tablettirnar. Eldri fólk gerðast har­aftur­at sløv og veik og halda uppat við at fung­era kroppsligt og andaligt. Jákup Petersen Ganga 2000 føroyingar og taka medisin sum gerð meira skaða enn nyttu? Tablettir fáast nú sum minka um feitt í blóð­in­um. Hetta eru tey so­­kall­­aðu statinirni. Sim­vasta­tin (Zocord) er ein av teimum. Tablett­ir­­nar verða van­­ liga brúkt­­ar fyri, at fyri­byrgja blóð­­­tøpp­­um og æðra­forkálking – í Norðurlanda­húsinum tann 23.07.2011 Stóri salur var fullur av fólki, sum høvdu leita sær niðan í metanarháborg norðurlanda og landsins, fyri at hoyra eitt vitborið troystarins orð niður á fastandi hjarta - meðan ættarbrøður okkara fyri eystan venaðu seg eftir sváru náttar­­vøkuna í sorg og rúilsi og sjálvrannsakan yvir, at ein stórur skari av blóm­andi ungdómi var vorðin slaktaður niður av einum ovur­honds illmenni – og av einum av teirra egnu - !? Skráin Skráin var ikki nakað heims­ spekiligt nýbrot: “Er Gud deyður?” Seks fyrilestra­hald­ arar. Lýstir at vera millum gløggastu heilar landsins. Soleiðis var leisturin. Fyri 300 kr. - kontant. Teir fyrstu tveir talararnir høvdu gjørt sær ómak og sak­ liga sett seg inn í teirra evni, og sum blivu væl framborin. Jú, okkurt vitsti tú áður, so til bar at hugsa okkurt meðan orðini fullu, eitt nú hetta – “Hvat hevði tann fyrsti talarin - í vitan og humori - ikki kunna tilført almenna kring­­varps­mono­ poli land­­­sins, sum tílnevndur nevndar­­fo­r­­maður á sinni?” -. Men ta søguna - um okkara heim­føðis­­ligu og sekterisku journalistar, tað minnast tey flestu nokk enn – “. (Hann tók seg bara aftur.) Tann næsti røðarin var eisini á heimabeiti. Bæði lítillátin, greiður og búgvin. Tá rann fram fyri meg hetta: “Hevði hann - við sínum gávum at seta orð saman - ríkað okkara skalds­kapar­ meingi enn meiri? Um hann ikki – soleiðis kanska í fyrra lagi - fekk virðisløn Norður­ landa­ráðsins í bókmentum (Tann lítla Nobel­prísin)? Og mann hann ikki fara at koma við meiri um stund? Soðið Sum frá leið tyntist soðið nakað. Ella var tað kanska bara egin hugbindindi, sum áhoyrari, sum natúrliga fánaði, sum dagurin leið? Tú fekst jú at hoyra eina ørgrynnu um: hvat ymsir út­ lendskir úrmælingar hildu um mangt og hvat. “Há trumm­­­ar í høll hermenn ríða fram. Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann - “ Citatini dýktu, sum hegl­ ingur úr øllum ættum. Á torskild­um fremmanda- og nýyrðismáli landsins. Men er hetta nú nokk fyri so gløggar heilar? Tí hugsar nakar nakað sjálvur í dag – eftir ta obliga­ tor­isku studentikosu kyns­ búning­ina á einum hægri lærustovni? Og “upp-aftur-heitað- knett­­ir” kunnu smakka væl fyri tann svanga, men fyri tann meiri enn hálv­metta, er tað ikki so leskiligt. Darwin, gamli, bleiv støv­ aður av og poleraður, so at ikki var hár eftir á skalluta skalla hans­ara. Hesin vituliga vitugi – hiðani­farni - skuldi fyri alt í verðini hava sín “sekter­iska” rætt ! Ja, enntá varð undir­ tøkan - úr tí ofta ótýdd­­l­­iga USA - her tikin til inn­­­tøku fyri hansara áskoðan. Júmenn, spyr onkur: hevur Darwin ella hansara deciplar kanska ikki nakað av rætti? Jú, kanska tað. Og hví ikki? Inntil okkurt annað og betri er komið upp at blása - . Tí kann okkara ørstutta foldarlív, og tilvitanin frá steinaldarstigi til rúmdar­ ferðir, sum nú einaferð bara er sum eitt brot-sekund at rokna - soleiðis í roynd og veru - kunna avdúka alt tað ovurhonds langa tilvísingar­tíðar­skeiðið, sum tey kønu halda, strekkir seg yvir heilar 13,7 milli­ardir ár (uha) - síðani tann øvuti “Mønu­ bresturin Mikli” – hetta “anti” “Tohu wa-bohu” – fekk skap og meining í Big Bang?? Ein gløggur og fólkaligur spyrjari vísti á, at sjálvt lækna­ ligar sannroyndir halda bara eini 10 ár ella so nú á døgum? “Ja, kanska stytri enn tað”, legði heims­peking­urin - við skálkabrosi - afturat. Pensum Til ber at siga, at meiriluta- vísindin hevur nú einaferð valt Darwin sum leist og pens­ um á lærustovnum. Og tað er so tað. Men eitt klæði­ligt “kanska” kundi eisini ver­ið í heinta í tímum teirra ungu. Tað av royndum, sært tú -! Nakað sum høvundurin, Kamban, eisini dámliga vísti á í síni víðfevndu framløgu. Tí hvør veit, við vissu at siga, hvat ið rætt er? (“Op, al den ting - -“, Brorson, 1734.) Og so fingu vit ikki sørt av akademiskum erkvisni eisini fyri pengarnar. Nakað soleiðis - “Ja, hvat heldur tú teg vera – kom ikki her (!)” Og nakað av sekterismu eisini. Men er “sekterisma og anti-sekterisma” ikki í roynd og veru nakað tað sama? Alt eftir hvørjumegin abscissuna (talið á vatnrætta talraðnum) ið tú ert staddur – pluss ella minus, frá null til óendaligt, sum tú sjálvur velur? Sympati ella antipati? Svarta bókin Og citatini úr tí gomlu bókini við svartari permu kundu verið betri vald, tí tað er ónoktiliga ein fyrimunur – og helst ein akademisk skylda eisini - at ein hevur sett seg inn í tekstin, áðrenn talað ella citerað verður úr keldu. Og tí heldur víst til ráka­ leiðir sum hesar: at um høvuðs­persónin í Nýggja Sátt­málanum verður sagt í Jóh.ev. kap. 1.17: “ Tí lógin varð givin við Mósesi; men náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi”. Og so eisini ta ómetaligu fjallataluna (Matt. ev. kap. 5 - 7) - hildin tá í einum hatskum og óndum umhvørvi – og sum tó enn hevur somu styrki – hóast mannamuran har um leiðir - og her hjá okkum við – støðugt krevur bata. Tílík skriftstøð vísa til hugtakið “náði og fyrigeving”, og sum ein kaldur og herskin heimur ella aðrar “lógar- religiónir” ikki tykist at virða so nógv. Nei, velja heldur stikni - enn tolsemi. Men kvinkar Darwin nak­að við eksistensiellu til­veru­­­viður­ skifti manna­ættar­innar? Fyri mær - ikki eitt vet! Eitt svar hava apostilin Pætur (ein dagur sum 1000 ár) og høvundur Hebreara­ brævsins (kap.11) longu lagt á lunn fyri eini 2.000 árum síðani. Av summum kanska mett: alt ov lættkeypt; men fyri mong - meiri enn nóg mikið! Gerðandiskristni Prestur tók at enda samanum, og lýsti hvat pietistiskur kristindómur hevði avrikað í Halle í Týsklandi fyrr og nú – eins og aðrar staðir. Kom tá at hugsa um, at tvær sluppir fóru í 1932 við 38 monnum. Bara í einari bygd sótu 8 einkjur eftir við 27 børnum. Undir umstøðum, sum kendust nakað fjarar - frá teim djúpu stólunum í Norðurlandahúsins megin­ skála - henda dagin. Hesar einkjur upplivdu tíðum, at væl av góðum mati stóð á trappusteininum, táið tað lýsti fyri degi, at so mikið var sligið av bønum, sum tær og børnini kundu náa at hoyggja fyri tann dagin, og at hvør teirra fekk frá bønd­ unum í bygdini eitt frælsi í haganum, er mær sagt. Hvørjar hesar fjálgu hendur vóru – úr bygd ella úr granna­­bygdum – tað veit helst eingin. Hetta er væl eisini kristin­ dómur við innihaldi. Hetta uttan mun til hvørja kirkju ella fríkirkju tær ella hesar hjálp­ andi hendurnar hoyrdu til. Og hevði tað kanska ikki verið hugfarsligt at hoyrt onkra av teimum – ella børn­ um teirra, sum enn eru á lívi – henda dagin í Norður­landa­ húsi­num – talað um, hvat ið tey halda um evnið: at “Gud er til!” Loksins At skipa fyri og leiða eina so stóra samkomu, sum henda dagin, tað krevur bæði tol og talent eisini. Samanumtikið var tað ein “so-sum-so” dagur. Og hó­ast hann valla flutti nøkur mørk. Alt var kanska ikki drivið gull, sum kom fram henda dagin. Og um umrøðan av valda evninum var vert tær 600 føroysku krónurnar fyri parið, kann hvør einstakur meta um. Mær rennur til hugs, sum búðamaðurin “Hasj” segði á sinni: “ Um ikki føroyskar krón­ ur - so íslendskar, meðni (!)“ Ráðstevna um religión og kritikk