mikudagur 27. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
12
Sosialurin
E
g veit ikki, hvussu smart tað var,
men eg fór so at party-roykja
eftir at eg fekk at vita, ikki so nógv
tað, at royking er heilsuskaðilig,
men tí eg kendi tað sum mína
liberalu skyldu at mótmæla de-
normaliseringini av roykjarum.
Nú tá ið roykjarir eru koyrdir
í útlegd, ikki bert frá almennum
bygningum, men øllum privatum
bygningum opnir fyri almenningin
um, gerst tað alt truplari hjá anti-
roykingar lobbyini at finna uppá
“heilsu-átøk”, ið ger lívið hjá einum
roykjara uppaftur meiri óliviligt.
Fyrr var tað so, at soleingi sum vit
ikki volda øðrum skaða, eiga vit at
sleppa at liva í frið og náðum uttan
landsregulerandi virksemi. Nú, tó,
er nóg mikið at hevda, at barrir og
kaffistovur eru almenn støð, har
vandin við passivari royking heimil
ar statsliga uppíblanding.
Men flest skeinkistøð eru privat,
og ongin er nakrantíð vorðin
tvungin inn í eina gjøgnumroykta
barr ímóti sínum vilja. Grundgeving
in fyri roykiforboðnum svarar til at
banna flogferðir, tí hasi, ið velja at
fara inn í flogførini, kunnu farast.
U
m tað nakrantíð var tað, tá er
tað ikki longur ein spurningur
um heilsu, men (sosialdemokratiska
tvangs-) ideologi. Undir øllum
umstøðum eru roykjarir einasti
minniluti, sum systematiskt verður
skammaður og lítilsvirðaður sum
samfelagsbólkur, og sum tú óskalað
ur kanst lýsa »skitnan« og »tvitnan«
til ein veitsludøgurða.
Stigmatiseringin av roykjarum
er nú so øgilig, at tað er totalt ókey
at grýta teir, ikki einans út á vegin,
men av vegnum. Teir sleppa ikki at
ættleiða ella fostra børn og skulu
finna seg í at verða genaðir at av
illtonktum fólki, ið halda seg vera
reinari enn rein.
Vit skulu rokna við átøkum,
ið onki hava við heilsu at gera
– hvørki hana hjá tubbaksfólki ella
teirra hokus-pokus offrum. Vit
skulu rokna við einum víðgongdum
útiforboði. Og fáa eydnuleysu
heilsufanatikarnir sín vilja, fært
tú bót, letur tú øskuna detta á
Heðinsa gongubreytir ella Sølvasa
renniklæði. Roykjarir mugu finna
seg í at verða diskrimineraðir
ímóti av heilsuverkinum, sjálvt tá
ið nikotinið onki hevur við sjálva
innleggingina at gera.
Áðrenn kompletta útiforboðið
kemur í gildi, fara forboðsmanik
arnir at fortelja okkara vinglutu
politikarum, at »vit kunnu byrja
við at banna útiroyking á støðum,
har børn typiskt halda til, eitt nú
viðalundum og mótbrekkum í
Hoyvík, tí um børnini so mikið sum
bera eyga við ein roykjara, blíva tey
mest sannlíkt traumatiserað fyri
lívið«.
A
fturat hesum fara kontroll
frikarnir at avmarka og trupla
um atkomuna til tubbak við at
mæla løgtinginum til, at tað bert
kann keypast í apotekinum, tað
veri seg í hondkeyp ella resept. So
nenvdur signal-politikkur.
Hetta er jú fullkomiliga gaggagg.
Vælsignaðu, vit vita, tað er ósunt
at roykja, og takk fyri tað. Tykkara
leiklutur sum »upplýsari«, ikki betr
ari ella sosialstýrari, er tí liðugur,
so... back-off!
Vit kenna vágan, og nú er tað
væl upp til okkum at gera av, hvat
vit gera við hesar upplýsingar.
Men nei, siga hasi, vit hava valt.
Tey vita betri enn vit, hvat ger
okkum glað og lukkulig. Og tí, eins
og íslendingurin skal tað, noyðist
føroyingurin skjótt eisini á apotekið
at keypa sín Prince.
T
að er nú krystallklárt, eftir
fjøruti ár ella so við sosial
demokratiskum
kontroll-kulturi
fyri endan, at hetta, at fortelja
sínum pillbýttu borgarum, hvat
teir skulu gera, er eitt fatalt lyndi
millum javnaðarfólk. Tey fortelja
okkum, hvat vit skulu meina, hvat
tolsemi er, hvat vit skulu eta, hvat at
drekka, nær vit skulu skíta, ikki at
roykja og ikki taka sól, uttan at hava
nakran veruligan serkunnleika um
fólkaræði og upplýsingartíð, føðslu,
heilsu ella ítrótt.
Eftiransandi sosialisturin kemur
bara ikki út úr hasi puritansku
fatanini, tí noðurevropeiska lívs
perspektivinum, har kropslig heilsa
er tann einasti formurin fyri heilsu;
og tí uttan nakra vitan ella fatan
fyri okkum sum einstaklingar. And
styggiliga jagstranin av roykjarum
er serliga harðrend. Har er ongin
miskunn, ongin innlivan, ikki ein
farri av forstáilsi fyri at kroppurin,
kanska, ikki bert er ein maskina,
men at ein linnandi sigar og ein
stívur gin og tonic kann hjálpa tær
ígjøgnum dagin.
Men av tí at talan er um ein
aktivitet, ið hersetir hendurnar,
ið hevur ein doyvandi eginleika,
ið linnar angist og hjálpir tær at
sosialisera, er royking bara ring
fyri teg.
Eg hugsi kortini, at ein Prince
og
ein
virkandi
tendrari
eru
meiri effektiv amboð í mun til
eitt
egoistiskt
stakkaladýr,
ið
ætlar sær av einum forbergi, enn
ein mannahatsk heilsuprædika
supplerað við einum BMI-mátara og
faldara um feskastu renniteknikkir:
»Góði ikki hoppa, tú fert at føla teg
frískari, og liva longri, um bara
tú fert út at jogga og í song fyrr,
og helst við einum mjólkasópa.
Tað ber til við tí røttu rutinuni og
skemanum«.
R
isikoin, at vit barnsliggera borg
araskapin og vitala moralin um
eginábyrgd, rínir ikki við, tí teirra
kampanja ímóti royking »bjargar lív«.
Eitt merkverdugt undantak ger seg tó
galdandi viðvíkjandi vinstravongsins
ovurbeinasemi at blanda seg uppí
okkara gerandisdag og mannalív per
se. Um títt dagliga yrki er at byggja
bumbur og bresta tær í handlum og
avísredaktiónum, íðan, tá ynskir hann
at føla við tær. Hann vil »skilja«. »Hví
gert tú tað, tú gert, Omar? Var tað nú
neyðugt at sprongja alt Burger King
í luftina«? ...
Og skiljandi konkluderar ment
anarrelativistiski
vongurin,
»ja,
nettupp, ongin friður uttan rætt
vísi«. Altso, at samanhangurin
er palindromiskur: at av tí at
órættvísi oftani elvir til yvirgang,
má einhvør yvirgangsgerð botna í
rættvísi. Soleiðis kann terroristurin
aldri tapa, tí tess ógvusligari ógern
ingurin er, tess fleiri stuðlar fáa
hasi, ið fremja hann – um tað so
er at útrudda jødar ella bøssar. So
alt meðan siðiligir borgarir verða
koyrdir runt í manesjuni sum nakrir
óuppdrignir lortendar, tí teir roykja,
fáa hasi, ið halga sítt lív til harðskap
og massadeyða, samkenslu og sína
egnu ráðstevnu.
A
ðramáta eru tvey orð, ið
vanta í nærum hvørja ferð, vit
tosa heilsu. Orðini eru njóting og
hóvsemi. Tað er ikki rakettvísindi,
at nógvar njótingar hava ein váða
við sær; og eitt vitborið menniskja
má viðurkenna báðar síðurnar av
líkningini. Njóting og váði mugu
javnvigast,
og
lyklaorðini
eru
hóvsemi, sjálvsásannan og eitt
kensl av, at ymisk fólk og ymiskar
støður eru, ja, ymisk.
Hasi, ið vilja royking og roykjar
um til lívs, hava upp í saman sagt
okkum, at ongin nýtur at roykja. Vit
roykja bara, antin tí vit eru óbóta
liga trælbundin av nikotini, ella tí
vit eru forførd av óndum tubbaks
fyritøkum (sum er nakað verri
vrøvl, tá ið fólk hava roykt langt
fyri reklamur blivu ein realitetur).
Møguleikin, at fólk velja roykin
og eitt minni heilsugott lív við
lægrri miðal-livialdri sum fylgju,
uttan at hava verið bukað og pulað
sum børn, er ikki til í verðini hjá
træklemmandi heilsufrikum?
Møguleikin, at fólk frívilligt
festa sær í, onkuntíð saman við
øðrum roykjarum, onkuntíð ikki-
roykjarum – sum jú bara elska hasa
stundina saman við roykjarum
uttanfyri matrikkulin – tí hetta
ger tey glað, er eftir øllum at døma
ringur at góðtaka?
Møguleikin, at vera fornuftigur
og moralskur, hava arbeiði og børn,
duga at gera kaffi, tendra telduna
og eisini at skilja heilsuvandan við
royking, at góðtaka hesa risiko, men
allíkavæl finna 20-prinsaran fram í
tíð og ótíð, er ein ov stórur fatanar
ligur gloypibiti hjá nøkrum?
N
ull-váði
og
null-toleransa
verða promoverað mestsum
í bíbilskum diskursi. Dittar nakar
syndari sær at nevna »njóting«
fyri síðani at manifestera tað,
verður viðkomandi fyrst sektaður
og potaður í eginterapeutiskan
skammikrók, síðani lýstur sum
veikur og ósolidariskur.
Hóvsemi? Valfrælsi? Sjálvt um
slíkt er til, tá halda løgting og lands
stýri ikki, at hetta er nakað, vit
klára at hava tamarhald á.
Frálíkt, vit liva longri enn nakran
tíð, men vit gera tað í konstant
um ótta. Við hesum lag hevur tú
bestan hug at gerast útoyggjafólk
og liva av innfluttum reyðrøtum.
Men við sama lag fer onkur frá
Fólkaheilsuráðnum at avgera, at
eisini hetta, bæði innflutningur
og røturnar sjálvar, eru ringt fyri
teg. Tessvegna er einki at siga til,
at nøkur okkara siga »so til helvitis
við tí«, og drekka okkum so etandi
skít full.
J
ú, eg veit, tað er hatta har við
solidaritetinum, at eg má ansa
eftir mær sjálvum, ikki drekka ov
nógv reyðvín blandað við Ipren
og eta kapitalistiskar feittsýrur
áðrenn eg festi mær í, men heldur
renna í óseksutum renniklæðum
og tyggja góðkynjað brokkoli,
tí annars verður tú ein stór feit
heilsuútreiðsla. Argumentið er jú:
»Tað er ikki bara tú, Agga, ið kemur
at rinda fyri sjúkur avleiddar av
áralangum reyðvínaríi, men eisini
vit, so hugsa um okkum eisini.«
Men, álvaratos, tá ið landið
kidnappar ein so forskammaðan
stóran part av mínari lønarinntøku,
er tað væl nettupp av hesum, eg
kann loyva mær at liva, sum mær
lystir, og at rætturin til forderv
eigur at vera verðandi órørdur,
og rakar ikki ráðaríkar stovns- og
stovustjórar, ið goyma seg aftan
fyri lættliga masseraðum tølum
og bíløgdum amatør-kanningum
fullvegis ábyrgdarleyst.
Um roykjarir og drekkarir eru
ein so stór fíggjarbyrða fyri eitt
vælferðarland so upphovnað, at
tað ikki longur veit, hvat tað skal
gera av sær sjálvum, íðan, tá lækka
skattaprosentið og avskaffa MVG-
ið, tí tá skulu hesir opinberiligu
syndarir nokk sjálvir betala tað,
njótilsið kanska fer at kosta
teimum. So, inntil tað tíð, gevist!
T
að er problemið við null-hug
sjónini: alt annað, hvussu
hóvligt og gleðiligt tað enn mátti
verið, verður ekstremt – og eisini
eitt lógarbrot, sum so aftur leggur
upp til fleiri og strangari forboð.
Tað endar ongantíð.
Ella, faktiskt, tað kann enda
uppá tveir mátar. Ein er, at heilsu
myndugleikarnir við tíðini missa
allan kredibilitet, og at ongin
aftur fer at lurta eftir teimum. Hin
er, at vit enda við einum trúliga
bedrøviligum
og
reinskúraðum
samfelagi, har ongin sleppur at liva
soleiðis sum tey hava hug til.
Og tey einastu, ið hava tað
stuttligt – um tú kanst kalla tað tað
– eru hasir fariseisku kraftidiotarnir,
sum nú eru ræðandi tætt uppá at
hava tikið politikarnir av ræði, og
stýra showinum.
Einki er sum sigarett nr. 13
Stigmatiseringin av roykjarum er so øgilig, at tað nú er totalt ókey at
grýta teir, ikki einans út á vegin, men av vegnum
Tíðargrein
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tað er ikki rakettvísindi, at
nógvar njótingar hava ein
váða við sær; og eitt vitborið
menniskja má viðurkenna
báðar síðurnar av líkningini