Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 14 Sosialurin Lív í Vágsbotni Veðurgudarnir hava verið blíðir við Føroyar teir síðstu dagarnar. Sólin hevur skinið so at siga í øllum landinum síðan leygardagin, og Vágsbotnur hevur í so máta ikki verið nakað undantak. Í góðveðrinum í gjár var nógv fólk komið oman í Vágsbotn at njóta sólina. Sosialurin var úti og prátaði við nøkur teirra. HYGGJA EFTIR SJEIKUM Tær tríggjar havnadamurnar Iris Peter sen, Tóra Tummasardóttir og Ulla undir Kletti sótu og sólaðu sær á bonki undir húsinum hjá Reyða Krossi, tá Sosialurin hitti tær. ”Tað er stuttligt at sita her og hyggja eftir sjeikum,” sigur Iris, meðan hon prikar til hinar báðar, sum fara at flenna. ”Tig við tær,” er Ulla skjót at við- merkja, ”tað gera vit slettis ikki.” ”Also, tað er einki forgjørt í at hyggja, um eitt pent mannfólk gongur fram- við. Tað vil siga so leingi sum tað bara er at hyggja,” sigur Tóra flennandi. ”Vit eru javnan her. Serliga nú, tá veðrið er gott, men vit koma eisini ofta um veturin,” sigur Iris. ”Ja, vit eru farin at gera sum tey ungu at ganga á café. Einar tríggjar ferðir um vikuna eru vit so, ið hvussu so er á café, heldur tú ikki tað Iris,” sigur Tóra. ”Jú, tað er tað. Tað hava vit gjørt í tvey ár. Okkum dáma tað so serstakliga væl, tí man møtir so nógvum fólki á tann hátt,” sigur Iris. ”Café’irnar eru ein fínur avloysari til kondittaríið, sum tó var nakað heilt serstakt. Eg minnist, hvussu vit plagdu at tuska oman á kondittaríið eftir skúlatíð, tá vit vóru ungar. Tá ráddi tað um at vera skjót, tí annars fekst ikki pláss,” sigur Ulla og letur tankarnar flúgva nøkur áratíggjur aftur. ”Tosa ikki um. Tá fóru vit ofta tríggjar ella fýra og deildu eina sodavatn. Tað vóru hesar lítlu Restorff soda- vatnirnar, sum smakkaðu so væl,” leggur Tóra aftrat. ”Ja, tað vóru tíðir. Tað var øgiligt spell, at kondittaríið mátti lukkað. Men tíðirnar broytast, og tað mugu vit bara laga okkum til,” sigur Iris at enda. Magni Blástein úr Vestmanna hevur bát og bjóðar ferðafólki ein túr út í Nólsoyarfjørð at fiska sær eitt kók. ”Frá mai til september fiski eg næstan hvønn dag við ferðafólki. Flestu ferðafólkini lata sera væl at. Tey halda tað vera so stuttligt, tá tað bítur á, og tað eru tey allarflestu, sum fáa á. Sjálvsagt eru tey nøkur einkult, sum einki fáa, men tá er tað aloftast, tí tey ikki vilja lurta eftir, hvussu gerast skal,” sigur Magni. Tá ensku Fulham vóru í Føroyum og spældi málleysan javnleik móti NSÍ, valdu eigararnir í felagnum FxPro, sum er høvuðsstuðul hjá felagnum, at fara ein túr við Magna. ”Tað var eitt ordiliga stuttligt upplivilsi. Talan var um tríggjar russar og ein amerikanara. Hóast teir vóru millióningar mangar ferðir, so vóru teir sera jørðnærir og fyrikomandi. Teir vóru frítíðarfiskarar, men teir blivu sera glaðir og imponeraðir, tá teir fingu sjey ymisk sløg av fiski og kundu taka tað við heim at eta. So teir høvdu leigað sær matstovuna í Vestmanna og gjørdu fiskin til har,” sigur Magni. ”Mær dámar hetta arbeiðið serstakliga væl. Sum undirtøkan hevur verið, so fari eg nokk at fortseta í eina tíð enn,” sigur Magni at enda, áðrenn hann fer at rigga bátin av fyri dagin. Fiskað við Fulham Magni Blástein bjóðar ferðafólki at fiska Magni Blástein bjóðar ferðafólki at fiska Iris, Tóra og Ulla hugna sær í Vágsbotni Lagt til rættis: Óli Jákup Jacobsen