mikudagur 27. juli 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
Sosialurin
Av teimum mongu fólkunum í Vágsbotni í
gjár vóru eisini nøkur av teimum mongu
ferðafólkunum, sum vitja okkara land
gjøgnum summarið. Trý av teimum vóru
Heather og David Gear úr London, Ong-
landi, og Hazel Hession úr Cardiff, Wales.
”Vit eru her á eini 15 daga cruiseferð.
Skipið, Saga Ruby, legði at í Tórshavn í
gjár, fer til Klaksvíkar í morgin og so víðari
í ovurmorgin. So vit hava tveir dagar her,”
sigur David.
”Hetta er ein ferð runt Bretland og so
Føroyar aftrat,” sigur Hazel.
”Nú komu vit í morgun, so vit hava ikki
sæð so nógv enn, men vit hava verið ein
busstúr í Kvívík. Her er heilt ótrúliga vakurt.
Nógv øðrvísi, enn eg hevði væntað,” sigur
Heather.
”Eg væntaði tað satt at siga at vera
minni siviliserað og nógv ráari veðurhart.
Men eg síggi, at tit hava alt her í Havnini,
sum hoyrir til ein stórbý,” sigur Hazel
flennandi.
”Tað, sum serliga hugtók meg, var allar
tekjurnar við grasi. Eg havi ongantíð sæð
slíkt, so tað helt eg vera eitt upplivilsi í
sær sjálvum,” sigur David at enda, áðrenn
tey leggja leiðina longur niðan í býin at
gagnnýta teir heldur fáu tímarnar, tey
hava í okkara vakra høvuðsstaði.
unt Bretland og so
Hazel.
gun, so vit hava ikki
n vit hava verið ein
slíkt, so tað helt eg vera eitt upplivilsi í
sær sjálvum,” sigur David at enda, áðrenn
tey leggja leiðina longur niðan í býin at
gagnnýta teir heldur fáu tímarnar, tey
hava í okkara vakra høvuðsstaði.
- Hyggi hvønn dag til bátin
Hvønn dag gongur hvalbingurin búsitandi í Havn, Dánjal
Norðberg, túr oman í Vágsbotn.
”Mær dámar so ótrúliga væl her niðri. Her er so heitt, tá
sólin sær, tí sólargangurin er so góður. Sjóluftin ger eisini
sítt til, at man verður lættari brúnur,” sigur Dánjal við
sínum eyðkenda flenni.
”Eg plagi at ganga oman her at hyggja til bátin hjá mær.
Tað er ikki bara sum at siga tað, tá man er illa gongdur,
men eg møti altíð onkrum, sum eg kenni her, sum fær
koyrt meg niðanaftur,” sigur Dánjal.
”Nú havi eg búð í Havn í 16 ár, og er Vágsbotnur ikki
broyttur tað stóra júst hesi árini. Men tá er tað øðrvísi
við, tá bátabrúgvarnar komu. Áðrenn breyt tað heilt
niðan til sjómannsheimið í illveðri, so nú er tað vorðið
nógv hugaligari at koma oman her at eitt nú møta fólki,”
sigur Dánjal, sum trívist serstakliga væl sum borgari í
Tórshavnar býi.
- Juice’ið er mega lekkurt
Katrin Holm Poulsen, 16, úr Havn og Tinna í Garði Patursson, 15, úr Kirkjubø
plaga at leita sær oman í Vágsbotn, tá veðrið er gott.
”Tað er ordiliga hugnaligt at kunna koma oman soleiðis og bara slappa av,”
sigur Katrin.
”Vit hava hoyrt frá fólki, at juice’ið her skuldi vera so gott, so tað hava vit sitið
og notið nú. Eg má siga, at tað livdi upp til allar forvæntningar,” sigur Tinna.
Tær báðar vinkonurnar eru samdar um, at tað er komið meira lív í Vágsbotn,
eftir at fleiri cafe’ir eru komnar runt vágina.
”Her er mega nógv broytt. Meira fólk er at síggja, og tað er eisini komin ein
annar stemningur yvir staðið,” sigur Katrin.
”Vit eru her næstan líka ofta um veturin sum um summarið. Tá fara vit inn
í onkra av café’unum og keypa okkum kakao. Tá eru gott nokk ikki eins
nógv fólk, men tað er eisini fínasta slag,” sigur Tinna, sum heldur, at gamli
býlingurin í Havnini hevur sína heilt serstøku sjarmu, sum dregur ung sum eldri
oman á eitt nú Vágsbotn.
- Eg skal doyggja í Føroyum
Sigur man Vágsbotnur, má man í sama anda-
drátti siga bátar og fiskiskapur. Sosialurin
hitti tveir fiskimenn, sum høvdu leitað sær
oman í Vágsbotn at njóta veðrið. Annar er
Kjartan Kjartanson í Havn, meðan hin er
Baldur Sigbjørnson úr Reykjavík.
”Her í Vágsbotni er gott at vera. Eg eri
hvønn dag her niðri, og eg møti altíð onkrum.
Eitt nú fór eg mær ein túr oman her og møtti
av tilvild Bald, og hava vit sitið her og drukkið
ein kopp av kaffi saman,” sigur Kjartan, sum
er komin at kenna Bald, eftir at hann er
fluttur til Føroya.
”Mær dámar sera væl í Føroyum. Ja, mær
dámar so væl her, at eg ætli mær ongantíð
at búgva í Íslandi aftur. Eg skal doyggja
her í Føroyum,” sigur Baldur, sum hevur
siglt við føroyskum línubáti tey síðstu tvey
árini, eftir at hann rýmdi undan íslendsku
fíggjarkreppuni.
”Eins væl og tað er hugnaligt her, so plagi
eg eisini at fregnast, hvat bátarnir hava
fingið. Tað hoyrir til,” sigur Kjartan at enda,
meðan hann tømir kaffikoppin.
Eg væntaði tað minni siviliserað
Kjartan og Baldur
njóta veðrið
Dánjal Norðberg
dámar væl í
Vágsbotni
ý
Katrin og Tinna halda, at Vágsbotnur
er nógv broyttur seinastu tíðina