mikudagur 27. juli 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
16
Sosialurin
Dagfinn Olsen
Heystið verður tónleikaliga
sera fjølbroytt, tí tað frættist
um fleiri tónleikabólkar og
einstaklingar, sum ætla til
Føroyra.
Christer Sjøgren
Tann 24. september kemur
kendi
svenski
sangarin
Christer Sjøgren til Føroya.
Hann spælir tá í høllini á
Hálsi í Havn. Vi sær hevur
hann Erik Lihm Band og
Hallur Joensen fer eisini á
pallin.
Christer Sjøgren hevur
verið virkin sangari í meira
enn 40 ár. Umframt at standa
á egnum beinum, var hann
eisini sangari í sera kenda
bólkinum
Vikingarna,
tá
hesin koyrdi uppá tað besta,
og fleiri kenna helst Christer
Sjøgren frá júst tíðini við
Vikingarna.
Men hann hevur bæði
áðrenn og aftan á Vikingarna
staðið á egnum beinum, og
hevur klárað seg sera væl.
Um tónleikaferð sína í ár,
Kramgoa låtar 2011, sigur
Sjøgren, at væntast kann
gott og eldri tilfar, t.d. frá
tíðini við Vikingarna, men
eisini verður nýskrivað tilfar
at hoyra.
Atgongumerki verða at
fáa aftaná Summarfestivalin,
sigur Jákup Zachariassen, ið
stendur fyri at fáa Sjøgren til
Føroya.
Doodle Bugs
Doodle Bugs eru gamlir í
garði. Norski bólkurin gjørd
ist kendur við sanginum
Lille Laila. Tá teir so vitjaðu
í Føroyum í sjeytiárunum,
gjørdust teir “heimskendir”
í Føroyum, og teir vitjaðu
rættiliga ofta í sjeyti- og
áttatiárunum. Væl dámdi
føroyingum henda norska
bólkin, men eisini limunum
í Doodle Bugs dámdi væl í
Føroyum, tí teir hava fleiri
sangir, ið snúgva seg um
Føroyar. Eisini hava teir givið
fløgu út við live-upptøkum
úr Føroyum, og ætlandi hava
teir nýggja fløgu klára inn
an vitjanina í Føroyum 22.
oktober.
Tað eru óivað mong, ið
minnast henda væl dámda
norksa bólkin. Nú eru nøkur
ár gingin, síðani teir vitjaðu í
Føroyum, men ikki er óhugs
andi, at talan verður um gleði
at hittast aftur hjá bæði bólki
og fólki.
Tað er Argja Bóltfelag, ið
hevur boðið Doodle Bugs til
Føroya, og har siga tey, at í
næstum frættist nærri um
atgongumerkjasøluna.
Smokie
Tann 1. oktober kemur kendi
bólkurin Smokie til Føroya.
Bólkurin hevur vitjað nakrar
ferðir, og fjepparaskarin er
stórur í Føroyum.
Smokie eru eisini gamlir í
garði og eru kendir um allan
heim, sum bólkur við eini
rúgvu av lurtaravinarligum
hittum. Smokie borga fyri
góðum rock-poppi, ið rakar
sera breiða fjøld.
Smokie spæla í høllini á
Hálsi 1. oktober, sigur Rúni
Djurhuus, fyriskipari.
Innan Smokie fara á pall
í høllini, verður skipað fyri
ymsum á Hotel Hafnia, har
til ber at fáa ein betri bita,
kamar, og fjepparar kunnu
hitta Smokie limirnar, ið
koma framvið at heilsa uppá
og skriva autografar.
dagfinn@sosialurin.fo
Sjøgren, Smokie og
Doodle Bugs til Føroya
Tónleikaheyst Í heyst fáa Føroyar vitjan av kenda svenska sangaranum Christer
Sjøgren, sum verður í høllini á Hálsi í Havn 24. september. Tann 22. oktober
vitja Doodle Bugs aftur í Føroyum, og 1. oktober koma Smokie til Føroya
Smokie
Doodle Bugs
Christer Sjøgren