mikudagur 27. juli 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
18
Sosialurin
Jákup Emil fekk
fifa-listin Einsamallur við eini roknimaskinu sum vápni, fór 28 ára gamli runavíkingurin, Jákup Emil
Hansen beinleiðis kríggj við FIFA. Hann knógvaði altjóða fótbóltssambandið, fekk Føroyar framá og lyfti
føroyskan fótbólt upp á eitt hægri støði. Jákup Emil óynsktur í Wales, men føroyingar áttu at fagnað
honum. Tað gera útlendskir fjølmiðlar í øllum førum, til dømis The Telegraph, World Soccer og Eurosport
Rólant Waag Dam
Árvakin og eldhugaður fór hann
til verka. Hann grunaði ilt og
gjørdi av at halda eitt vakið eyga
við altjóða fótbóltssamgonguni
FIFA. Ein felagsskapur, sum ikki
júst er kendur fyri sín opinleika
og gjøgnumskygni. Tvørturímóti!
Jákup Emil Hansen er erligur.
Sigur sum er og staðfestir, at
hann ikki nakað matematiskt
geni ella teldufrøðingur. Hann
er 28 ára gamal, úr Runavík og
lesur stjórnmálafrøði í Århus.
Hann
er
fótbóltsáhugaður.
Heldur
við
NSÍ
og
stuðlar
føroyska
fótbóltslandsliðnum.
Eftir sigurin á Estlandi fagnaðist
hann sum øll onnur. Men Jákup
Emil hugsaði eisini um, hvussu
hetta fór at ávirka støðu okkara
á
styrkislistanum
hjá
FIFA.
Beinanvegin
gjørdist
honum
greitt, at hetta fór at vera
ómetaliga spennandi og tætt.
Gongdin Wales og Íslandi
seinastu tíðina hevði pent sagt
ikki verið nakað at reypa av.
Liðini vóru rapað niður eftir
styrkislistanum
eftir
fleiri
vánalig úrslit á rað. Ein sigur hjá
føroyska
fótbóltslandsliðnum
plagar at hava við sær, at vit flyta
nógv pláss upp eftir listanum.
- Eftir sigurin sá eg, at tað
kundi blíva óvanliga tætt millum
Føroyar og Wales, greiðir Jákup
Emil Hansen frá. Hann fekk púra
rætt. Tá listin fyri junimánað
varð kunngjørdur, vóru Føroyar
farnar 22 pláss upp eftir listanum
og lógu ájøvn í stigum við Wales.
Men Wales var av onkrari orsøk
sett omanfyri Føroyar, og tað
undraði Jákup Emil Hansen, sum
síðani fór undir at rokna upp á
úrslitini, júst á sama hátt sum
FIFA ger tað. Jákup Emil hugdi
eisini eftir heimasíðuni football-
rankings.info
hjá
rumenska
teldufrøðinginum
Eduard
Ranghiuc, ein heimasíða, sum
mangan verður brúkt av altjóða
miðlum. Ranghiuc var komin
fram til, at Føroyar høvdu 0,07 stig
fleiri enn Wales og sostatt áttu at
liggja frammanfyri Wales. Jákup
Emil Hansen kom til sama úrslit
sum rumenin. Føroyar høvdu
0,07 stig fleiri enn Wales og áttu
sostatt at liggja frammanfyri.
Brian Kerr var lykilin
Hetta var bara byrjanin hjá
Jákup Emil. Hann kundi ikki
góðtaka,
at
Føroyar
vórðu
plaseraðar
niðanfyr
Wales,
tá
útrokningarnar
vístu,
at
tað skuldi verið øvugt. Tískil
setti hann seg í samband við
Fótbóltssamband Føroya. Hann
vísti teimum sínar útrokningar
og tær hjá football-rankings.
info. Jákup Emil setti seg eisini
í samband við allar føroyskar
fjølmiðlar fyri at fáa málið lýst og
gjørt alment, men bara ein valdi
at lofta málinum og varpa ljós á
tað.
Jákup Emil Hansen sendi
eisini allar sínar útrokningar til
FIFA, samstundis sum FSF kravdi
fótbóltssamgonguni eftir eini
frágreiðing. Nakað seinni kom
svarið og Føroyar vórðu fluttar
fram um Wales.
Orsøkin var, sambært FIFA, at
Føroyar byrja F og Wales við W
og tískil broyttu teir listan. Men
hetta er ein frágreiðing, sum ikki
heldur heilt, vil Jákup Emil vera
við.
-
Bara
í
listanum
fyri
maimánað havi eg funnið átta
dømir, sum vísa, at bókstavaraðið
ikki verður brúkt, har lið eru
ájøvn í stigum, sigur Jákup Emil
Hansen.
Fyri hann er tað einki ivamál.
- Hetta er matematikk og
úrslitini
kanst
tú
ikki
seta
spurnartekin við. Vit hava fleiri
stig enn Wales og eiga tískil at
verða frammanfyri, sigur Jákup
Emil Hansen.
Hvussu er og ikki, so vórðu
Føroyar fluttar fram um Wales.
Men Jákup steðgaði ikki her.
- Eitt er, hvat vit skriva og siga
í Føroyum. Men skulu vit veruliga
ávirka, mugu vit út í altjóða
miðlar við slíkum, greiðir Jákup
Emil Hansen frá. Hann var tó
fullgreiður um, at eitt bygdafrell
úr Føroyum neyvan hevði stóran
áhuga millum altjóða fjølmiðlar.
Tí setti hann seg í samband við
Brian Kerr.
- Eg greiddi honum frá øllum
útrokningunum og segði sum var,
at Føroyar áttu at vera omanfyri
Wales. So fór Brian Kerr í gongd
og úrslitið síggja vit nú, fortelur
Jákup Emil Hansen.
Tað
eydnaðist
nevniliga,
umvegis Brian Kerr, at vekja
áhugan hjá altjóða miðlum.
Men útsagnirnar frá Brian
Kerr komu nakað óvart
á Jákup Emil Hansen.
Í altjóða fjølmiðlum
fortaldi
Brian
Kerr
um,
hvussu
Jákup
Emil
hevði
roknað,
arbeitt
og
roynt
at
ávirka í Føroyum. Hann
greiddi frá, hvussu hesin
ungi runavíkingurin prógvaði,
at FIFA hevði gjørt ein feil og
noyddist at rætta tað.
Surrealistiskt hjá
Jákup Emil
Og so varð Jákup Emil Hansen
kimaður
niður.
Síðani
hava
The
Telegraph,
Eurosport,
Frettablaðið,
World
Soccer,
Sporten.dk
og
nógvir
aðrir
viðurkendir fjølmiðlar fortalt
søguna um unga føroyingin, sum
við eini roknimaskinu knógvaði
altjóða fótbóltssambandið FIFA.
Yvirskriftir sum ”Meet the
Faroese student who made Wales
officially
worse
in
football”,
”Wales sink below Faroes after
student
spots
FIFA
ranking
mistake”
og
”Alert
student
damages Wales 2014 hopes” hava
merkt altjóða fjølmiðlar.
- Eg visti, at hetta málið fór
at blíva ein stór søga, men at
eg skuldi blíva miðpunktið í
altjóða miðlar, tað hevði eg
ongantíð
roknað
við.
Hetta
er
heilt
surrealistiskt,
men
eisini áhugavert, sigur Jákup
Emil Hansen, maðurin, sum av
sonnum fekk Føroyar frámá í
altjóða fótbólti.