Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 Sosialurin Føroyar í hægri styrkisbólk Í stuttum er málið um føroysku støðuna á FIFA-styrkislistanum hendan. Hóast sama stigatal, 273, setti FIFA listanum fyri juni Wales omanfyri Føroyar á styrkislistanum fyri juni. Útrokningar hjá football- rankings.info, Jákup Emil Hansen og Fótbóltssambandinum vístu hinvegin, at Føroyar eru, runt roknað, 0,07 stig frammanfyri Wales. Støðan á styrkislistanum er avgerðandi fyri, hvørjum styrkisbólki Føroyar enda í. Enda vit omanfyri Wales, flyta vit ein styrkisbólk upp og kunnu sostatt møta londum sum Malta og San Marino. FSF kravdi FIFA eftir eini frágreiðing, har útrokningarnar verða útgreinaðar. Fríggjadagin 8. juli handlaði FIFA eftir atfinningarnar frá FSF og flutti Føroyar upp um Wales. Í dag er tað so endaliga staðfest á listanum fyri julimánað. Føroyar eru frammanfyri Wales á listanum, bæði fyri FIFA- limalondini og UEFA-limalondini. Føroyar framá Walisar eru í øðini Walisar eru í øðini um, at Føroyar eru frammanfyri Wales og at ein lesandi hevur syrgt fyri hesum. Teir leggja eftir Jákupi Emil á kjaktorgum, men gera tað eisini við speisemi. Niðanfyri stendur nakað av tí, walisar hava sagt - We need to find this guy, and complain loudly until he apologises for shitting up a proper country. - Wales 0-1 political science student Jakup Emil Hansen - Anyone living in Aarhus fancy popping round and giving him a Cardiff slap. - I hope Jakup gets beaten up by girls. - "Dear North Korea, I recently read that you have begun testing nuclear devices. I have shagged your mothers. Regards, Faroe Islands." Eg visti, at hetta málið fór at blíva ein stór søga, men at eg skuldi blíva miðpunktið í altjóða miðlar, tað hevði eg ongantíð roknað við. Hetta er heilt surrealistiskt.