mikudagur 27. juli 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
Sosialurin
Midnáttarsangurin
Fyri
mong
er
hetta
hæddarpunktið á ólavsøku.
Felagssangurin á Vaglinum
í miðbýnum er í øllum
førum hugnaligasta løtan,
har fólk standa sum sild í
tunnu og syngja so hjartaliga.
Fosturlandssangir
og
kærleikskvøður frambornar av
túsundtals føroyingum er ein
vøkur samanseting. Fullkomna
punktumið
er
føroyski
dansurin aftaná – av sonnum
ein hátíðarløta á tjóðardegnum.
Tíð
og
stað:
Vaglið
og
Ólavsøkuhaldið
hjá Rás2
Fjórða árið á rað skipar Rás2 fyri tiltakið út úr
Rásarúminum í Vágsbotni. Túsundtals fólk hava
hvørt ár lýtt á, meðan ”Haraldur”, ”Kaj Leo”, ”Kári
Cool” og aðrir góðir mans hava røtt, hugtikið og
fingið fólk at flenna í kíki. Frændur og Páll Finnur
Páll eru millum teirra, sum hava fingið fjøldina at
sungið. Í ár vera tað Sjúrður Skaale og Jákup Veihe
við Pipar & Salt, sum fara at undirhalda, meðan Terji
Rasmussen fer at syngja fyri fólkinum.
Tíð og stað: Vágsbotnur. 29. juli kl. 22.00
ng í Listaglugganum
a fremstu listafólkum sýna fram á
í Listaglugganum á ólavsøku. Har
t síggja verk eftir Ingálv av Reyni,
sen, Sigrun Gunnarsdóttir, Zacharis
n av Reyni, Tórbjørn Olsen og øðrum.
øguleiki, ið eigur at troytast, tí tað er
degi, at vit hava høvi at síggja so
dygdargóð verk á sama staði.
: Dr. Jacobsens gøta 15. 27.-29. juli.
líka so
uni. Fyri mong er als ikki
uttan at hava verið til
rnir í flestu róðrunum so
láss, er spenningur eftir.
er lítið vert uttan sigra
tið er at ivast í, at hvør
tur í spenni og gevur alt
arnar, sum skulu rógvast
8. juli kl. 15.00.
Fólkafundur á Doktaragrund
Unga Tjóðveldið skipar aftur í ár fyri fólkafundi úti
á Reyni í Havn. Helst er tað ein fyrimunur at hava
somu politisku hugsjón sum fyrireikararnir, men
tað er absolutt einki krav, tí fólkafundurin er eisini
tónleikur, sjónleikur, undirhald og íblástur. Einki
ár er eins, men felagsnevnarin frá ári til árs, er, at
hýrurin er góður og at fólk standa sum sild í tunnu,
meðan sitandandi samgonga verður húðflett og
Tjóðveldi hálovað – eisini við einum speiskum tóna.
Tíð og stað: Doktaragrund úti á Reyni.
29. juli kl. 19.00