mikudagur 27. juli 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
22
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Órógvandi kanningar
á vardum leiðum
Inuittafelagsskapurin
Inuit Circumpolar Coun
cil ber ótta fyri, at tær
seismisku kanningarnar,
sum amerikanska felagið
GXT
ger
á
teimum
vardu havleiðunum við
landnyrðingspartin av
Grønlandi, skulu enda
sum ein sokallað glíði
breyt hjá oljuvinnuni.
ICC vísir á, at ein part
ur av kanningunum, sum
GXT skal gera, verða í
vardum øki, og felags
skapurin ber ótta fyri, at
tað næsta verður, at olju
feløg fara at bora har.
Parnuna Egede, sum
er lívfrøðingur og ráðgevi
hjá Inuit Circumpolar
Council, sigur við KNR,
at tað er eingin ivi um, at
kanningarnar hjá GXT
hava til endamáls at
vita, um olja og gass eru
undir havbotninum.
– Í ICC duga vit ikki
at síggja, hví vit skulu
hava vardar leiðir, um
myndugleikarnir kortini
loyva slíkum órógvandi
kanningum, sigur Parn
una Egede.
Stjóralønirnar lækkaðar
Ein avleiðing av búskap
arkreppuni í Íslandi tey
seinastu árini er, at stjór
arnir í bankum og øðr
um vinnuligum fyritøk
um fáa væl minni løn,
enn teir fingu undan
kreppuni.
Hagtøl, sum vórðu
almannakunngjørd
í
gjár, vísa, at lønin hjá
aðalstjórunum í 200 av
teimum størstu vinnu
fyritøkunum var minni
í fjør enn í 2009. Í fjør
fingu
forstjórarnir
2
milliónir íslendskar krón
ur í meðal um mánaðin
ímóti 2,2 milliónum krón
um í 2009. Hagtølini vísa
eisini, at hjá teimum best
løntu bankamonnunum
var meðalinntøkan tvær
milliónir
krónur
um
mánaðin í 2009, men 1,55
millión í 2010.
Harafturímóti hevur
kreppan ikki havt somu
neiligu ávirkan á inntøkur
nar hjá teimum íslendsku
fiskimonnunum ella ikki
øllum í hvuss u er. Eitt nú
vísa hagtølini, at 10 teir
best løntu skipararnir
og stýrimenninir fingu í
meðal 3,2 milliónir íslend
skar krónur um mánaðin
í fjør.
Finnar vilja hjálpa øðrum
Næstan annarhvør finni
heldur, at tað er skaðiligt
fyri evrusamstarvið, at
Grikkaland er eitt av
evrulondunum, og 44
prosent halda, at grikkar
eiga at fara burturúr.
Kortini siga 52 prosent í
einari meiningakanning
hjá Gallup, at Finnland
eigur at hjálpa evru
londum,
sum
hava
trupulleikar.
Gallup spurdi eisini
fólk, um tey vildu havt
finska
markin
aftur
sum gjaldoyra. Umleið
25 prosent svaraðu ja.
– Vit skuldu byrja í Stav
anger tann 6. august, men
eingin er í valhýri í hesum
døgum,
og
tí
hava
vit
gjørt av at bíða. Vit hava
trýst á steðgknøttin, sigur
formaðurin í Høgra, Erna
Solberg. Hon og leiðararnir
í hinum seks flokkunum í
Stórtinginum gjørdu longu
um vikuskiftið av at útseta
valstríðið,
og
mánadagin
samdust flokkarnir um at
bíða við valstríðnum til
hálvan august.
Formaðurin í Framburðs
flokkinum,
Siv
Jensen,
heldur, at tíðin er ikki egnað
til politiska togtogan, og
harafturat eru politikararnir
líka skelkaðir sum øll onnur í
Noregi, sigur hon.
Erna Solberg heldur, at
nógvir norðmenn hava sam
huga við Arbeiðaraflokki
num aftan á tað, sum hendi
fríggjadagin, men hon dugir
ikki at siga, um tað fer at
ávirka valúrslitið tann 12.
september.
Sambært norskum fjøl
miðlum verður Stórtingið
helst kallað saman í næstu
viku til eitt minningarhald.
Norsku politikararnir
hava trýst á steðg-knøttin
Tann 12. september verður val í Noregi, og eftir ætlanini skuldi
valstríðið byrja beint aftan á mánaðarskiftið. Men eftir vanlukkuna
fríggjadagin hava flokkarnir valt at útseta valstríðið
Í kvøld eru gøturnar
fyltar við kærleika
Undir hesari sera sigandi yvirskriftini helt Haakon krúnprinsur røðu fyri
teirri stóru mannfjøldini, sum var á Ráðhúsplássinum í Oslo fyrrakvøldið
Tað var týðiligt, at krúnprins
urin hevði fyrireikað seg væl
til ta serligu løtuna. Sum
umboð fyri tað yngra ættar
liðið og havandi í huga tey
mongu ungu, sum doyðu á
Utøya, vendi hann sær bein
leiðis til tann norska ungdóm
in í seinna parti av røðuni.
Hann segði millum annað:
– Góðu tit ungu. Tit eru
okkara vón. Tað eru tit, sum
skulu mynda og gera av, hvat
fyri samfelag vit skulu hava
í framtíðini. Vit hava ikki
ráð at missa ein einasta av
tykkum. Men vit hava mist
mong.
Tað Noreg, sum vit vilja
hava, skal eingin taka frá
okkum.
Í kvøld eru gøturnar fyltar
við kærleika.
Vit standa yvir fyri einum
vali. Tað, sum er hent, kunnu
vit ikki gera umaftur. Men vit
kunnu velja, hvussu hetta skal
ávirka okkum sum samfelag
og sum einstaklingar.
Vit kunnu velja, at eingin
skal vera einsamallur.
Vit kunnu velja at standa
saman.
Tað er upp til hvønn einstak
an av okkum nú. Tað er upp til
tín, og tað er upp til mín.
Saman
hava
vit
eitt
arbeiði at gera. Tað er eitt
arbeiði, sum skal gerast
við døgurðaborðið, í matar
høllini, í felagslívinum, í tí
sjálvbodna, av monnum og
av kvinnum, á bygd og í bý.
Vit vilja hava eitt Noreg,
hvar vit liva saman í felags
skapi við frælsi til at hugsa
og at tosa, har vit uppfata
fjølbroytni sum møguleikar,
har frælsið er sterkari enn
óttin.
Í kvøld eru gøturnar fyltar
við kærleika.
Märtha Louise prinsessa, Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa. Myndin er
tikin, beint eftir at krúnprinsurin hevði hildið røðu sína á Ráðhúsplássinum
Mynd: Scanpix
Norðmenn eru ikki í
valhýri í hesum døgum
Mynd: Aftenposten