mikudagur 27. juli 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Fyrsti hálvi tímin er farin aftur um
og ÍF er omaná. Leiðslan er bara eitt
mál, tá ÍF vinnur bóltin á miðjum
vølli. Nigeriski framherjin hjá ÍF,
Christian Chinedu Moumaife, verð
ur sendir avstað við góðari avlever
ing.
Í hornatøkum við tveir ÍF
verjuleikarar kemur maðurin við
9-talinum á rygginum til skot. Bólt
urin fer framvið málverjanum og
rullar í málið til 2-0 til ÍF. Við sínum
sætta máli fyri felagið prógvar
maðurin úr Nigeria, at hann er
lykilin til fleiri mál hjá ÍF.
ÍF skorar ov fá mál
Tað var niðurstøðan hjá øðrum av
venjarunum hjá ÍF, Símuni Eliasen,
tá Sosialurin tosaði við hann til
blaðið mánadagin. Tað var eisini
tí, at ÍF leitaði sær hjálp frá Øssuri
Dalbúð, men hann gjørdist skaddur
beinanvegin. Men í gjár lá væl fyri í
tí álopskenda partinum. Longu frá
dystarbyrjan setti ÍF seg á dystin og
skapti fleiri møguleikar.
« Tað týdningarmiklasta í dag
vóru tey trý málini, sigur Símun
eftir dystin, meðan hann hyggur
upp á Rúna Nolsøe, sum nikkar.
Teir báðir hava staðið á odda fyri
ÍF liðnum, síðani Ábraham Løkin
seint í fyrru hálvu valdi at takka
fyri seg. Trupulleikin við at skora
mál hevur verið torførur at loysa,
men nú er ljós fyri framman. Chris
Moumaife spældi næstan allan
dystin og tað gjørdi stóran mun.
« Chris er avgjørt ein lyklaleikari
í royndini at fáa loyst málskorara
trupulleikan, staðfestur Rùni.
Hóast ÍF var omaná tað mesta
av dystinum, so meta hvørki Símun
ella Rùni, at hetta var millum teir
bestu dystirnar hjá ÌF síðani teir
báðir komu til.
«Vit hava spælt betri dystir enn
hetta, men tá hava vit ikki fingið
úrslitini, sigur Símun.
Chris og ÍF leggja hart fyri
Longu aftaná 12. minuttir legði
Chris ÍF á odda. Bogi Løkin sendi
langt hornaspark til Dánjal á Lakju
ni í stóð ódekkaður. Hann stútaði
móti málinum og inni í fimm metri
num órógvaði Chris bóltin og Tórð
Thomsen so mikið, at bólturin fór
í mál. Góðar tíggju minuttir fyri
hálvleik verður einsamalli fram
herjin aftur sendir avstað og skorar
til 2-0.
Løtu seinni minkaði B68 um
munin eftir hornaspark. Hóast lítið
riggaði hjá B68, so lá hornasparkið
hjá Andre Olsen sera væl og
Ndende var ivaleysur og stútaði
bóltin í mál.
«Teir fáa eitt býtt mál stutt fyri
hálvleik upp á horna. Teir skulu
ikki sleppa at skalla bóltin í mál frá
fremru stong upp á horna, segði
Dánjal á Lakjuni við Rás2 eftir dyst
in.
«Spælið hjá okkum riggaði als
ikki í fyrra hálvleiki, var stutta
staðfestingin hjá B68 miðverjanum,
Jóhan Dávuri Højgaard.
Opin seinni hálvleikur
Tað var nógv ferð á seinna hálvleiki
og til tíðir gjørdist tað eisini heitt
millum menn. Ongin vildi geva seg í
nærdystinum og tí lógu menn eftir
á nakrar ferðir. B68 broytti spæli
skipan frá at hava Ahmed Keita
einsamallan frammi, til at hava
tveir mans í fremstu røð.
B68 kom eisini betri við í dystin
og spældu seg til nakrar møguleik
ar. ÍF vóru tó skjótir í vendingini,
um B68 misti bóltin og tað var ikki
so sjáldan.
Stutt fyri tíð slerdi Nenad Saric
sigurin fastan, tá hann prikaði eitt
innlegg frá innskifta Hanus Eliasen
í mál.
«Vit hava vant nógv skotvening
og innlegg og tað sær út til at hava
rigga væl, segði Dánjal á Lakjuni
eftir dystin.
ÍF klárt til Steypafinaluna
Hóast Símun og Rúni ikki vóru heilt
nøgdir við tað leikliga avrikið, so
vísti ÍF í gjár, at teir kunnu geva EB/
Streymi ein skarpa gang í steypa
finaluni. Umstillingsspælið, har ÍF
vann bóltin á miðjum vølli, riggaði
væl. Tað gekk skjótt at fáa bóltin
út til vengurnar, har bæði Dánjal á
Lakjuni og Nenad Saric vístu góðan
førleika við bólti. Eisini Bogi Løkin
stóð sterkur í myndini, tá álopini
skuldu myndast.
Tað er tó málini hjá Chris Mou
maife, ið fuglfirðingar helst eru
fegnast um. Hann hevur nakrar
góðar eginleikar sum framherji og
kann gerast lyklin hjá ÍF til steypa
finaluna.
B68 skravar botnin
Toftamenn komu illa frá uppgávuni
í gjár. Venjarin, Bill M. Jacobsen,
gjørdi fleiri broytingar á sínum lið
ið gjøgnum dystin, men teir megn
aðu ongantíð at fáa trýst ÍF nakað
serligt. Millum annað hevði Uni R.
Petersen gott tamarhald á Ahmed
Keita, sum bara í løtum vísti hvør
dugur er í honum.
B68 hevur framvegis eitt ov gott
lið til at flyta niður, men stigatalvan
vísur nakað annað. Spurningurin
er so um B68 klárar at venda mynd
ini til sín fyrimun áðrenn 27. og
seinasta umfar.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur ÍF vann í gjár botnuppgerðina móti B68 á Fløtugerði í Fuglafirði. Sigurin ger, at ÍF nú
er komið røttu megin niðurflytingarstrikuna, meðan B68 nú er á øðrim av niðurflytingarplássinum.
Chris Moumaife vísti, at hann kann gerast lyklin til eina góða seinnu hálvu fyri ÍF
ÍF-B68 3-1(2-1)
1-0: Chris Moumaife, 12
2-0: Chris Moumaife, 35
2-1: Ndende, 38
3-1: Nenad Saric, 85
ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen(liðsk), Uni R. Petersen, Jan Ellingsgaard – Alexander
Jovevic, Frank Poulsen(Høgni Zachariassen, 69), Bogi Løkin – Dánjal á Lakjuni(Hanus Eliasen, 81), Nenad
Saric – Chris Moumaife(Poul Ennigarð, 89)
Á bonkinum: Hallgrím G. Hansen og Bjarki Danielsen
Gul kort: Bartal Eliasen og Jan Ellingsgard
B68: Tórður Thomsen – Jóhan Petur Poulsen(liðsk), Jóhan Dávur Højgaard, Christian Stokholm, Remi
Langgaard – Ndende, Andre Olsen(Óli Olsen, 59), Jann Ingi Petersen – Jónleif Højgaard(Stig-Roar
Søbstad, 59), Dánjal Pauli Højgaard – Ahmed Keita(Dion Splidt, 85)
Á bonkinum: Petur Meinhard Magnussen og Oddur Højgaard
Chris er lykilin í Fuglafirði
MÁLSKJÚTTI
Chris Moumaife skoraði
tvey mál, tá ið ÍF
týskvøldið feldi B68
Mynd: Álvur Haraldsen