mikudagur 27. juli 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
24
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Punktum fyri róðrarárið verður
sett í morgin. Tað er greitt, at
Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum
NSÍ í barnaróðrinum hjá dreingj
um hevur vunnið FM. Hvassi við
gentumanning, Riddarin við mon
num, Argjabáturin og Klaksvíking
ur skulu bara koma á mál í morgin,
so verða teir meistarar.
Talan verður um sanna FM
finalu millum 5-mannaførini við
kvinnur millum Junkaran og Jallin,
sum hava ávikavíst 39 og 38 stig og
millum Hvessing og Gongurólv,
sum báðir hava 39 stig í kappingini
millum 6-mannafør við kvinnum.
Royndin Fríða og Jallurin hava
32 stig í part í kappingini millum
5-mannafør við dreingjum, og í
gentukappingini í barnaróðrinum
hevur Blikur 35 stig og Ørnin 34
stig.
Hóast tað ikki verður so nógv
tosað um met, tá ið tað ræður um
kappróður, sum tað verður eitt
nú í svimjing og súkkling, so hava
kapprógvarar og tey, sum fylgja væl
við, eitt vakið eyga við tíðunum og
møguleikanum fyri at seta met.
Metini
Higartil hevur tað bara eydnast ein
um báti at seta nýtt met. Menninir
á 6-mannafarinum Riddaranum
úr Miðvági róðu á Jóansøku á
Tvøroyri 1500 metra teinin skjót
ari, enn nakað 6-mannafar við
monnum nakrantíð hevur róð 1500
metrar. Tíðin hjá Riddaranum var
sambært drekin.fo 6.59.16. Gamla
metið átti Sølmundur. Metið setti
hann á Jóansøku á Tvøroyri í 1987.
Tað metið var 7.04.40.
Róðrarteinurin á Ólavsøku er
stívliga 900 metrar. Tað ber tískil
ikki til at sammeta tíðirnar á Ólav
søku við tíðirnar á øðrum stevnum
og søkum.
Serligur glansur er kring met
tíðina hjá 10-mannaførunum. Í
1992 róði Skálabáturin teinin av
Argjahøvda og inn á málið í tíðini
3.52.00. Hetta er styttsta tíðin, at
nakar kappróðrarbátur nakrantíð
hevur róð henda teinin.
Fleiri royndir hava verið gjørdar
at taka metið hjá skálamonnum.
Fyri tíggju árum síðani var tað um
reppið, at tað eydnaðist hjá Havn
arbátinum, men tað gekk akkurát
ikki. Tíðin var 3.52.03.
Klaksvíkingar høvdu ógvuliga
góðan hug á mettíðini fyri tveim
um árum síðani, men tað eydnað
ist ikki. Klaksvíkingur vann í tíðini
3.56.19, sum er triðibesta vinnara
tíðin á Ólavsøku. Fyri tveimum
árum síðani varð sagt, at ættin og
vindferðin ikki spældu við í roynd
ini at seta met. Um tað skal eydnast,
so skal hann vera lágur í ættini, og
tað skal vera so mikið slætt, at tað
á ongan hátt órógvar rógvararnar.
Umstøðurnar
Ofta hevur verið sagt, at óvissan
kring róðrartíðirnar hevur verið
stór, tí málið ikki altíð hevur verið
so neyvt, og at teknikkurin kring
klokkuskipanina heldur ikki hev
ur verið nóg góður. Kanska er tað
nakað um hetta, men fasti starturin
og serliga fasti starturin á Ólav
søku, sum er festur inn á land, eiga
at borga fyri, at róðrarteinurin á
Ólavsøku altíð er tann sami.
Veðurforsøgnin sigur, at í morg
in, ólavsøkuaftan, verður hann
millum vestan og útsynning, og
vindferðin verður millum tríggjar
og átta metrar um sekundið. Tað
verður turt fyri tað mesta, og hitin
fer at liggja millum átta og ellivu
stig. Um hetta verður veðrið, so
spæla umstøðurnar við soleiðis, at
vánir verða fyri góðum róðrartíð
um.
So fæst at síggja, um kappingin
verður so mikið tøtt og intens, at
tað fer at eydnast onkrari manning
at rógva stutta teinin skjótari, enn
nakar áður hevur megnað.
kappróður Um tað skal eydnast at seta met í ólavsøkuróðrinum, so skulu
bæði ætt og vindferð og eisini intensiv kapping spæla við
Riddarin eigur einasta metið
KAPPRÓÐUR
Í morgin verður punktum sett fyri kappróðrarárið 2011
Mynd: Álvur Haraldsen