mikudagur 27. juli 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Metið, sum Árni Andreasen úr
Havn vælsaktans fer at seta hesa
ólavsøkuna, verður helst seint
tikið. Okkum vitandi, hevur eingin
annar verið samfullar 25 ólavsøkur
á rað umborð á kappróðrarbáti á
Havnarvág, men tað hevur Árni, tá
morgindagurin er farin aftur um
bak.
– Tað byrjaði í 1987 umborð á
seksmannafarinum,
Norðistovu
Dánjal, sum sørvingar eiga. Nakrir
ungir mans høvdu lænt bátin
til Havnar og skuldi brúka ein
róðursmann, og so spurdu teir meg.
Ein av teimum var Olfrid úr Nólsoy,
ið sjálvur hevði stýrt Nólsoyingi, og
hann legði mær lag á, greiðir Árni
frá.
– Eg minnist, at vit vóru eisini
við Norðistovu Dánjali árið eftir,
men í 1989 fóru nakrir av okkum
umborð á Gongurólv, og so gekk tað
slag í slag, til fleiri byrjaðu at falla
frá. At enda var eg so einsamallur
eftir, og tað eri eg enn. Okkurt árið
havi eg róð, eitt nú í 2001 og 2002
við Húsavíkingi, men fyri tað mesta
havi eg sitið til róðurs.
Hesa ólavsøkuna, sum Árni
sigur vera ta síðstu hjá sær
í báti á ólavsøku, skal hann
vera
róðursmaður
umborð
á
Havnarbátinum
í
oldboys-
róðrinum, og tað er til eina av síðstu
venjingunum, at vit hitta veteranin,
ið eigur hetta sjáldsama drúgva
metið.
Góðar broytingar
Øll hesi árini hevur kappróðurin
flutt seg, men spurdur um, hvat er
øðrvísi nú enn fyrr, er Árni skjótur
at taka nakrar positivar broytingar
fram.
–
Tann
størsta
broytingin
er
sjálvandi
kravda
bjargingarútgerðin, sum er eitt
veldugt framstig og eisini er
veruliga neyðug. Tað næststørsta
er barnaróðurin, og tað er stuttligt
at síggja, at børn, sum tú hevur
verið við til at lagt lag á, nøkur
ár seinni verða føroyameistarar
hjá teimum vaksnu. Og so er fasti
starturin eisini ein øgiliga góð
broyting, sigur Árni Andreasen,
sum í sama andadrátti nevnir eina
aðra broyting, hann helt lítið um,
tann tíð tað var.
Tað var, tá Róðrarsambandið
gjørdi av, at nú skuldi ikki bera til
hjá øllum at manna bát bara til
kappróðurin á ólavsøku, uttan at
báturin hevði verið við í øðrum
róðrum frammanundan.
– Henda broytingin kom nokk,
eftir at onkur bátur hevði vunnið
á ólavsøku á teimum, sum høvdu
róð alt árið, og tað var kanska ikki
so gott. Men nú er tað tíbetur so, at
ein bátur kann vera við á ólavsøku
sum gestabátur, so hann saktans
kann vera við til av vinna bæði gull
og steyp, men ikki fær stig, so hann
skal oyðileggja nakað fyri teir bátar,
ið hava róð alt summarið, sigur
Árni, ið sjálvur átti sín lut í, at hetta
bleiv broytt.
– Ja, eg sat í Róðrarsambandinum
í tvey ár fyri nøkrum árum
síðani. Tá var eg við til at fáa hesa
broytingina ígjøgnum, so øll skuldu
sleppa at rógva á ólavsøku, sum
høvdu hug til tað, og tað eri eg
øgiliga glaður fyri.
Viltust í mjørka
Millum ár og dag er tað blivið til
nógvar sigrar á ólavsøku, ikki minst
við
oldboys-manningum,
men
kortini er tað ongantíð eydnast
Árna at gerast føroyameistari.
Hann hevur tó nógvar søgur
um
minniligar
ólavsøkuróðrar,
og ein tann minniligasta man
vera frá 1998, tá hann saman við
øðrum mannaði áttamannafarið,
Húsavíkingur.
– Tað gekk øgiliga væl hjá
okkum og vit vunnu bæði á
jóansøku og vestanstevnu, so vit
vóru spentir til ólavsøkuróðurin.
Men tá køvdi hann av við mjørka,
so ikki sást tvørtur um feltið. Vit
fingu at vita, at bátar lógu líka frá
startdómaranum og inn til molan,
so eingin skuldi villast útum, greiðir
Árni Andreasen frá.
– So skjeyt hann og vit ruku
avstað. Vit høvdu bátar við okkum
í bæði borð, tí vit lógu í miðjuni,
men brádliga kom tyrluplássið hjá
Landssjúkrahúsinum undan fyri
framman, so eg mátti rópa á bæði
okkum og aðrar um at skjóta á, so
vit ikki endaðu uppi á turrum.
Allir skutu á og eingin endaði
uppi á landið, men tá teir so skuldu
finna kósina aftur, helt Árni, at
frægast var at leggja eitt sindur
í stýriborð og tá komu teir inn á
Havnarvág og sóu eisini molan.
– Nú sóu vit Gullbrand úr
Fuglafirði,
sum
vestmenningar
mannaðu, nógv fremst av øllum.
Hann lá sunnast á í startinum
og hevði stýrt eftir bátunum, ið
lógu sum verja uttast á. Nú var
at seta føtur í bekk, sjálvt um eg
sá, at Gullbrandur var nógvar
bátslongdir frammanfyri. Vit fingu
teir mestum aftur, men taptu so
róðurin við tveimum sekundum, so
lagið var so ringt, at eg fór avstað,
tá vit skuldu upp at taka ímóti
silvurmedaljunum, sigur Árni.
Nú verður øðrvísi
Hetta verður sum sagt síðsta
ólavsøkan hjá Árna Andreasen
umborð á kappróðrarbáti, men
hann er longu farin at gera sær
nakrar tankar um, hvussu verður
tey næstu árini.
– Ja, tað verður helst øgiliga løgið
ikki at skula fara í góðari tíð oman
á Havnarvág í venjingarklæðum
ólavsøkuaftan, tá tað líkasum
hevur verið ein lívsstílur í so mong
ár. Hinvegin verður tað sjálvandi
eisini stuttligt at fara oman at
síggja ólavsøkuna verða setta, tí
tað havi eg ikki sæð í 25 ár, og so
verður tað væl eisini løgið at skula
heilsa upp á fleiri av teimum, eg
kenni so væl ígjøgnum øll hesi
árini í kappróðrinum, sigur Árni,
ið er blivin 52 ára gamal, nú hann
umsíður ætlar sær upp á land.
– Tá eg fór umborð á Norðistovu
Dánjal á fyrsta sinni flaggdagin
í 1987, var eg eldri enn hinir, ið
mannaðu bátin. Men nú vil eg siga,
at teir eru blivnir eldri enn eg, tí
eingin av teimum rør í dag…
hilmarjan@sosialurin.fo
Árni takkar fyri seg
Kappróður Líka síðani 1987 hevur Árni Andreasen úr Havn á hvørjum ári verið við í ólavsøkukappróðrinum,
annaðhvørt sum røðari ella róðursmaður. Nú fer hann at takka fyri seg eftir 25 ólavsøkuróðrar á
rað, men fyrst skal oldboys-manningin á Havnarbátinum stýrast væl á mál hesa ólavsøkuna
ÁRNI EIGUR METIÐ
Tá 52 ára gamli Árni Andreasen í morgin stýrir oldboys-manningini umborð á Havnarbátinum,
er tað 25. árið á rað, at hann er við í ólavsøkukappróðrinum. Tá liðugt er ólavsøkuaftan,
takkar Árni fyri seg og sær fram til at fylgja við uppi á landi næstu ferð
Mynd: Hilmar Jan Hansen