mikudagur 27. juli 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
26
Sosialurin
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað var einki lag í bussinum, tá ið
ferðalagið hjá íslendska fótbólts
felagnum Valur mánakvøldið koyr
di aftur til Reykjavíkar, eftir at teir
høvdu vitjað á Hafnafirði og har
lagt rygg til 3-2 tap ímóti FH.
Tað var heldur einki at siga til
tað, at lagið ikki var so gott. Dygst
undan steðginum hevði ein av
føroysku spælarunum, Christian R.
Mouritsen, við sínum fyrsta máli í
landskappingini, lagt Val á odda 2-1.
Tólv minuttir eftir hvíldina varð ein
av FH monnunum rikin av vølli, og
so sá tað rættuliga ljóst út hjá før
oyingunum og teirra liðfeløgum.
Men FH javnaði ein minutt eftir út
vísingina, og tað eydnaðist heima
monnunum í Kaplakrika á Hafna
firði at skora sigursmálið, hóast teir
vóru undirmannaðir.
- Vit høvdu nógv meiri spæl og
fleiri møguleikar. Teir høvdu ein
opnan møguleika, sum teir skoraðu
upp á, og so fingu teir tvey mál eftir
horna. Tað var ikki nóg gott hjá
okkum.
Hetta sigur ein av teimum trim
um føroyingunum í Vali. Tað er
vinstri vongverjin, Pól Jóhannus
Justinussen, sum vit tosa við. Hann
er fastur maður á liðnum. Tað eru
Jónas Þór Næs, sum er vongverji í
høgru, og Christian R. Mouritsen,
sum er framrættaður miðvallari,
eisini.
Valur er eftir 12 av 22 umførum
næstfremst í bestu deildini. Higartil
hevur liðið tapt tríggjar ferðir, og
tað er merkisvert, at tvær ferðir
hevur liðið tapt, tá ið teir hava spælt
ellivu ímóti tíggju. Fyrra ferðin var
ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggum,
sum er á triðja plássi.
- Vit duga ikki at greiða frá, hví
hetta hevur tørnað soleiðis út,
men tað er greitt, at hetta er nak
að, sum vit mugu arbeiða við, sigur
Pól Jóhannus Justinussen. Hann
og liðfelagarnir høvdu frí í gjár, og
klokkan 17 í dag fara teir at venja.
Næsta avbjóðingin verður miku
dagin í næstu viku, tá ið teir eiga
heimavøll ímóti Grindavík. Heima
vøllurin hjá Vali, á Líðarenda, er
tætt við flogvøllin í Reykjavík, har
flogfarið hjá Atlantsflog lendir.
KR, sum Rógvi Jacobsen spældi
við fyri seks árum síðani, er greitt
oddalið og favorittur at vinna
meistaraheitið.
- Tað verður torført at fáa KR
aftur.
Undan
kappingarbyrjan
settu vit kós eftir topp trý. At røk
ka hesum er góður møguleiki, og
vit halda framvegis, at tað er møgu
leiki at røkka gullinum. Í síðstu
viku spældu vit 1-1 ímóti KR, og
um nakar vinnari skuldi verið í tí
dystinum, so áttu vit at havt vunn
ið. Vit høvdu meiri spæl og fleiri
møguleikar, men vit skoraðu bara
eitt mál.
Upprunaliga var Valur tætt
knýtt at virkinum hjá KFUM í
Reykjavík, og á heimavøllinum á
Líðarenda er standmynd av tí í Før
oyum so kenda Fríðriki Fríðriks
son, sum var undanmaður í KFUM
í Íslandi.
Valur hevur vunnið meistara
heitið 20 ferðir. Tað er bara
KR, sum Valur í ár kappast um
meistaraheitið við, ið hevur verið
meistari fleiri ferðir enn Valur. KR
hevur vunnið 24 ferðir. Valur vann
meistaraheitið fyrstu ferð í 1930, og
síðsta meistaraheitið vann felagið í
2007.
Liva sum yrkisleikarar
Kristian Guðmundsson er venjari
hjá Vali. Hann var venjari hjá
HB í fyrraárið og fyrrapartin av
2010, og tað er hann, sum hevur
verið millummaður, so føroysku
spælararnir nú eru í Vali. Teir
fóru yvir stutt eftir ársskiftið, og
teir vera í Reykjavík inntil fyrst í
oktober, tá ið landskappingin verð
ur liðug.
- Hetta er spennandi roynd
fyri okkum. Vit verða ikki ríkir av
at spæla fótbólt í Íslandi, men vit
kunnu liva av tí, og vit hava góðar
umstøður sum yrkisspælarar. Venj
ing er á skránni klokkan 17 hvønn
dag. Vit eru við hús aftur um átta
tíðina. Tá ið vit ikki arbeiða er
møguleiki fyri nógvari hvíld, og so
hava vit møguleika at læra býin og
mentanina at kenna og ikki minst
at læra íslendska málið, greiðir
Pól Jóhannus Justinussen frá úr
Reykjavík. Hóast hann og hinir
síðani á nýggjárinum bara hava
verið heima í sambandi við lands
dystirnar, so fylgja teir væl við í før
oyskum fótbólti.
- Vit hoyrdu útvarpingina á Rás2,
tá ið ÍF vann 3-1 á B68, og vit fara at
fylgja við í kvøld, tá ið Víkingur og
EB/Streymur fara at dystast.
Umhugsa tit møguleikan aftur
at spæla í Føroyum?
- Vit eru allir bundnir av 2 ára
sáttmála. Men í íslendskum fót
bólti er tað sum aðra staðni, at tað
verður keypt og selt, tá ið høvið er
til tað, og prísurin er tann rætti.
Umboð fyri feløg kring alt Europa
fylgja væl við í íslendskum fótból
ti. Spælarar verða seldir til feløg í
hinum norðurlondunum og til eitt
nú Skotlands og Onglands, men
tað er fyrst og fremst upp til feløg
ini at gera av. Allir, sum spæla, eru
áhugaðir at royna, hvussu langt tað
ber til at koma, men fyribils vita vit
ikki um annað, enn at vit fara at
halda fram í Vali.
Eru betri fyri
Munurin millum bestu føroysku lið
ini og bestu íslendsku liðini er neyv
an serliga stórur, men Pól Jóhannus
Justinussen heldur, at talan er um
øðrvísi viðurskifti í Íslandi:
- Vit venja og spæla á grasi. Tað
er øðrvísi enn í Føroyum. Í vetur
vandu vit sera nógv við vektum
og skjótleikavenjingar. Í Vali royna
vit at halda upp á bóltin, men fleiri
av veikaru liðunum brúka nógv at
leggja langar sendingar úr verjuni
og fram til teir fremstu.
Nógvir
útlendingar
eru
í
íslendskum fótbólti. Í Vali eru tað
bara tríggir – Jónas, Christian og
Pól Jóhannus. Allir hinir eru ís
lendingar.
- Tað er kapping um plássini, og
tá ið tað eru nógvir, sum kappast
um plássini, so verður dygdin í
venjingunum góð. Ferðin er hægri
og kropsstyrkin størri, og tað hevur
aftur við sær, at spælararnir verða
betri fyri. Eg haldi, at vit eru allir
betri fótbóltsspælarar nú, enn tá
ið vit komu yvir higar í januar, er
metingin hjá Pól Jóhannus Justi
nussen, sum ikki ivast í, at fleiri
føroyingar kundu staðið seg væl í
fremstu røð í Íslandi.
Eingin ivi man vera um, at
allir tríggir føroysku spælararnir
í íslendskum fótbólti fara at fáa
landsliðsboð, tá ið Føroyar 10.
august fara at spæla á útivølli í Bel
fast.
Jóannes Hansen
Íslendingar gera nógv burturúr
hagtølum í fótbólti. Eitt nú fáa
spælararnir karakter eftir hvønn
einasta dyst. Tá ið Valur týskvøldið
tapti 3-2 á Hafnafirði fingu allir teir
føroysku spælararnir hjá Vali eitt 6
tal, sum er umleið miðal.
Tað eru 22 umfør í íslendsku
landskappingini, og tá ið Valur var
í Hafnafirði var talan um 12. umfar.
Eftri 11. umfar, tá ið kappingin var
hálvrunnin, settu íslendsku miðlar
nir eitt lið við teimum ellivu, sum
teir mettu hava staðið seg best
higartil í kappingini.
Millum hesar var Jónas Þór
Næs, sum varð mettur at vera besta
høgri vongverji. Skoðsmálið, sum
hann fekk í sjónvarpsrásini Støð 2
og eisini á samkomu, sum fótbólts
sambandi, KSÍ, skipaði fyri, tá ið
liðið varð kunngjørt og gávur hand
aðar, var, at hann hevði verið sera
støðugur í sínum spæli, og at hann
ikki hevði gjørt mistøk.
Saman við Jónasi vóru tveir aðrir
úr Vali – tveir miðvallarspælarar – á
hesum liðnum. KR átti fimm spæl
arar á liðnum.
Gullið er framvegis á skránni
fótbóltur Teir tríggir føroyingarnir eru millum stuðulsspælararnar hjá íslendska Vali, sum undan
kappingarbyrjan miðaði eftir at enda millum trý tey ovastu og framvegis hevur vón um at vinna meistaraheitið
Jónas millum teir bestu
fótbóltur Høgri vongverjin hjá Vali er kosin at vera bestur á sínum plássi í fyrru helvt av landskappingini
JÓNAS
Jónas Tór Næs verður mettur
millum bestu spælarar í Íslandi í ár
ÍSLAND
- Vit verða ikki ríkir av at spæla fótbólt í Íslandi, men vit kunnu liva av tí, og vit hava
góðar umstøður sum yrkisspælarar, sigur Pól Johannus Justinussen