Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Í gjárkvøldið var fyrsti dysturin í 14. landskappingarumfarinum og í kvøld verður so tann næsti. Hesa ferð er tað Víkingur, sum á heima­ vølli­num í Sarpugerði tekur ímóti EB/Streymi. Liðini hava ávikavist 29 og 26 stig og jagstra B36, ið liggur oman­fyri við 31 stigum. – Okkara lið hevur klárað seg væl, men B36 hevur bara verið heilt fram­úr. Men vit fara við góðum treys­ti undir restina av kappingini og vóna, at tað fer at gangast líka væl, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógv­an Martin Olsen, nú kappingin aft­ur fer í gongd. – Bara fyri at kunna fylgja við, eru vit noyddir at fáa stig frá Vík­ ingi, so tí ber til at siga, at næstu dyst­ir­nir hjá okkum allir eru sum ein finala, sigur venjarin hjá EB/ Strey­mi, Heðin Askham, sum um­ framt landskappingina eisini hevur steypa­finaluna ímóti ÍF at hugsa um. Av tí at Víkingur bara hevur tvey stig upp til B36 og EB/Streymur hev­ur fimm stig upp, er hetta ein dyst­ur, hvørki liðið heldur seg hava ráð til at tapa. Neyvan er hugsandi, at nakað av liðunum ætlar at ver­ ja seg til stigini, so tí kann helst væntast ein álopskendur og møgu­ liga eisini málríkur dystur. Ólavsøkudystir Eins og í fjør, eru ólavsøkudystirnir hjá B36 og HB ikki dystir, har ein­ki stendur upp á spæl, men hinvegin í báðum førum lands­kapp­ing­ar­dyst­ ir. Sum vanligt, skift­ast lið­ini um at hava heimavøll ólav­søku­aftan, og hesa ferð er tað B36, ið spælir tá, og HB, ið spælir ólavsøkudag. Dysturin hjá B36 verður klokk­an 18 ímóti 07 Vestur, ið hevur stað­ið seg væl, hóast liðið er upp­flytari. Kortini man lítið vera at ivast í, at B36, sum enn ongan lands­kap­p­ing­ ar­dyst hevur tapt, er favorittur. Ólavsøkudag klokkan 16 hevur HB so heimavøll ímóti NSÍ, og tað er kanska ein dystur, sum á papp­ íri­num sær opnari út. Bæði lið­ini hava gjørt tað gott í sínum euro­ pe­isku dystum, men meðan HB skal royna at vísa, at tað eisini ber til í heimligu kappingini, skal NSÍ royna at sleppa longur fram á stiga­ talvu­ni, tí í løtuni eru átta stig upp til oddasessin. Fimti dysturin í 14. lands­kapp­ ing­ar­umfari verður í Klaksvík, men er útsettur til í august, so stund­ir skuldu gevast at leggja nýtt gras­líki á vøllin áðrenn. KÍ skal taka ímóti B71, og tann dysturin verður leyg­ ar­dagin 6. august klokkan 13. hilmarjan@sosialurin.fo nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 13 9 4 0 31 11 +20 31 2 Víkingur 13 9 2 2 25 14 +11 29 3 EB/Streymur 13 8 2 3 33 15 +18 26 4 NSÍ 13 6 5 2 37 20 +17 23 5 KÍ 13 5 1 7 23 20 +3 16 6 ÍF 14 4 3 7 19 21 -2 15 7 HB 13 4 2 7 21 26 -5 14 8 07 Vestur 13 4 2 7 16 39 -23 14 9 B68 14 3 4 7 22 24 -2 13 10 B71 13 1 1 11 10 47 -37 4 Føroyska Vodafonedeildin Vodafonedeildin 27/07 kl. 19.00 Víkingur-EB/Streymur 28/07 kl. 18.00 B36-07 Vestur 29/07 kl. 16.00 HB-NSÍ Oddabrak í Sarpugerði Fótbóltur Tá Víkingur og EB/Streymur í kvøld møtast í Sarpugerði, er talan um uppgerð millum nummar tvey og trý í Vodafonedeildini, ið kappast um at renna aftan á oddaliðnum, B36 Hilmar Jan Hansen Í hesum døgum er Pál Joensen í Shanghai, har hann kappast á 800 og 1500 metra teinunum í frísvimjing. Málið er fyrst og fremst at klára kravtíðirnar til olympisku leikirnar í London næsta summar, umframt at royna at koma í HM-finalurnar. Fyrst málið var rokkið í gjáranáttina, tá Pál í stórum stíli svam seg í HM-finaluna í 800 metra frísvimjing. Við næstbestu tíð í heiminum í ár setti hann nýtt norðurlendskt met og kom í finaluna við tíðini 7:45.55 minuttir. Danski svimjarin, Mads Glæsner, átti gamla metið upp á 7:52.18 minuttir, sum hann setti í superbúna fyri tveimum árum síðani. Talan var annars um so mikið sannførandi avrik hjá Páli, at viðmerkjarin hjá Eurosport, Drew Gordon, segði lítið vanta í, at hann eisini tekur europeiska metið, sum er 7:43.84 minuttir! Pál hevur longu svomið finaluna, tá hesar reglur verða lisnar, og so er at vóna, at honum gekst líka væl har sum í hálvfinaluni, tí so kundi tað kanska givið heiðursmerki. Næsta avbjóðingin hjá honum í HM-kappingini verður 1500 metra teinurin, sum er á skránni við innleiðandi kapping leygarmorgunin. Eydnast at koma víðari har við, skal Pál svimja HM-finalu á sínum yndisteini sunnudagin. hilmarjan@sosialurin.fo Pál Joensen á HM-kós Svimjing Beint eftir at blaðið fór til prentingar, skuldi Pál Joensen svimja HM-finalu í 800 metra frísvimjing. Í innleiðandi kappingini í gjáranáttina setti hann nýtt norðurlendskt met