Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 Sosialurin Bioanalytikari til deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum spennandi umhvørvi, har gransking er í hásæti? So er tað kanska tær vit sóknast eftir. Nýggjar granskingarverkætlanir fara av bakkastokki eftir summarfrítíðina, og í tí sambandi søkir Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eftir einum bioanalytikara. Arbeiðstíðin er full arbeiðsvika, men møguleiki er fyri niðursettari tíð. Førleikakrøv: • bioanalytikaraútbúgving • teldukunnleika Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur royndir at taka blóðroyndir av fólki í øllum aldri, eisini børnum. Deildin hevur fleiri granskingarverkætlanir í gongd í senn, og tí er neyðugt, at umsøkjarin er fleksibul og eisini kann taka sær av uppgávum, sum ikki beinleiðis hava samband við bioanalytikarayrkið. Deildin hevur, síðan hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi innan bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virk- semi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í Føroyum, USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum - og nú eisini hjá vaksnum fólki. Á deildini starvast í løtuni 10 fólk. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið Umsóknarfreistin er 15. august kl. 12.00. Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. 216696 til Pál Weihe, yvirlækna, ella t-post: pal@health.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til t-post: pal@health.fo ella til: Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøtu 5 Postsmogu 14 FO-110 Tórshavn Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Sjúkrahúsverk Føroya · Sigmundargøta 5 · Postsmoga 14 110 Tórshavn · Tlf.: 31 66 96 · Fax: 31 97 08 · dfaa@health.fo Starv sum havnaumsjónamaður við Fuglafjarðar havn Starv sum havnaumsjónarmaður við Fugla­ fjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 1. septembur 2011 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Førleikakrøv: Útbúgving sum skipsførari og førleika í enskum máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum og haraftrat hava teldu­ kunnleika á brúkarastøði. Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðs­ tænastu av skipum, ið koma til og frá Fugla­ fjarðar havn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havn­ ina. Setanarviðurskifti: starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara­ & Navigatørfelag fyri havna­ umsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm. Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hevur tú áhuga, so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. August 2011 kl. 16.00. Fleiri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnameistara á telefon 238050, Sigurð S. Simonsen, borgar­ stjóra á telefon 238077 ella til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 238002. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka. Fuglafjørður, tann 25. juni 2011 Fuglafjarðar Kommuna Ruskinnsavnarar til “Rósu” og “Ryska” IRF søkir við hesum eftir tveimum ruskinn­ savnarum til ávíkavist “Rósu” og “Ryska” at byrja mánadagin 8. august 2011. Talan er um fulltíðarstørv, sum m.a. fevna um: • Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum og í Sandoynni. • Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF. Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tey, ið sett verða í størv, kunnu eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Ì sambandi við effektiviseringar og tillagingar, mugu tey eisini kunna tola møguligar broytingar í sínum starvsviðurskiftum. Størvini eru lønt sambært fastlønarsáttmála­ num millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen. Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi innan mánadagin 1. august 2011. IRF Postboks 39 520 Leirvík IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Roði, Ryski, Rósa, Reyðsmæra og Viól. Arbeiðsøkini hjá “Rósu” og “Ryska” eru í meginøkinum og í Sandoynni. Tríggir menn eru við hvørjum bili. Tel: 41 42 43 • Fax: 41 42 44 • Postboks 39 FO­520 Leirvík • www.irf.fo • irf@irf.fo Summarfrí Vit eru í summarfrí frá 25. juli til 15. august Leiga av Ítróttarhøllini í Runavík Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík veturin 2011/2012, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í Runavík í seinasta lagi mánadagin 22/08-2011. Runavíkar býráð www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel. 227 000 Original-look felgur til VW/Audi. Eru á goymslu í 5x100 og 5x112 18” RS4 look Við 225/40-18 dekkum Fyrr 9.990,- NÚ 7.990,-