Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86 30 Sosialurin Miðvikan T ann 31. juli verður Hanna Smith, ættað úr Vági, búsitandi í Keypmannahavn, 90 ár. Hon hevur gjørt eitt bragd, sum fekk hana í svimjisøguna í 1943, júst á ólavsøku. Hon svam nevniliga frá Eystnesi til Havnar, sum eingin hevði gjørt áðrenn hana. Hanna er ættað úr Vági, dóttir Elin f. Djurhuus og Johan Smith. Fyrst kann nakað sigast um foreldrini. Johan (1882-1921) var føddur í Porkeri. Hann var fiskimaður, sum so mangur, men vánalig heilsa noyddi hann í land. Hann lat mál­ inga­­handil upp fyri at breyð­føða seg og síni Hann var eitt friðarfólk, men drakk nakað illa. Hann bleiv um­ vend­ur, og hetta bjargaði honum und­an drekkarí­num. Hann gjørdist sera virkin í brøðra­samkomuni í Vági. Elin hevði sum ung tænt í Havn hjá kenda skiparanum Pola í Dali, sum var ein oddamaður í Brøðra­ samkomuni, og hon gjørdist eisini ein partur av samkomuni. Tí var tað ikki av tilvild, at fyrsti sonur hennara føddur í 1910, varð kallaður William eftir William G. Sloan, gamla Sloan. Tann sum skrivar hetta veit bert um ein annan, sum varð uppkallaður eftir honum, og var tað Petur William, seinni Háberg. Men hetta var beint eftir, at Sloan var deyður. Tað man eisini vera sannlíkt, at sonurin Napoleon er uppkallaður eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við “Oliviu” í 1912. Trúgvin kom tískil at ávirka heimið sera nógv. Johan fekk tuberklar og andaðist á Sanatoriinum í Hoydølum í 1921, bert 38 ára gamal. Hann varð tann fyrsti, sum bleiv jarðaður frá salinum Bethel í Vági. Elin rak handilin eftir, at maðurin var deyður, samstundis sum hon aldi børnini upp. Tá var Hanna heilt lítil. Mamman sat eftir við fimm børnum 1-13 ára gomul. Lina, ið var næstyngst av systkjunum, var eisini smittað av tuberklum, sum settu seg í ryggin. Hetta tarnaði vakstrarlagnum og var hon illa merkt av tí alt lívið. Hjá fólki, sum doyðu av sjúku í teirri tíðini, var lítil ella eingin almenn hjálp ella trygging at fáa, men Elin stríddi seg undan. Hon og børnini fingu eisini góða hjálp frá ættarfólki og øðrum. Elin var, sum tað skilst, ein megnarkvinna. Børnini vóru evnarík og lærdu skjótt og væl. Sagt verður í bókini um Ruth Smith, at sjálvt genturnar fingu útbúgving! Hanna spældi í sjónum Tá ið Hanna var smágenta var hon kanska ikki júst sum hini børnini. Tey spældu vanlig spøl, men henni dámdi best at spæla í sjónum. At svimja var hennara eitt og alt. Hetta var ikki í innilokaðum svimjihyli við hitaðum vatni. Hetta var á Vágsvatni, og í tí kalda sjónum á fjørðinum. Hanna sigur, at tað var Noomi í Garðinm, sum lærdi hana at svimja vesturi á vatninum, tá ið hon var 8- 9 ár. Hetta dugdi Noomi væl. Hon skuldi halda Honnu uppi. Men so slepti Noomi, og Hanna svam bara. So tað vanliga gjørdist, at Hanna saman við beiggjum hennara Willi­ am og Pole, umframt Alfred Dahl, løgdu á fjørðin um morgunin. Av beiggjunum var tað serliga Willi­am, sum dugdi væl at svimja, og hann svam eisini kapp viðhvørt. Hann vann á ólavsøku 1933 svimj­ing­ina á 300 metra teininum á Eystaru Vág. Eftir skúlatíð svumu tey aftur og fram langt út á kvøldið. Um veturin svumu tey kortini ikki. Tað var skjótt, at Hanna svam sum fiskurin, og hon bakkaði heldur ikki fyri at svimja um Vágsfjørð. Tað helt hon ikki hava nógv uppá seg. Hanna svam eisini kapp á onkra jóansøku á Tvøroyri, sum í 1939. Tey svumu av brúnni hjá Thomsen. Tá var ein genta, sum vildi sleppa at svimja tvørtur um fjørðin, og Hanna bjóðaði sær at kappast við hana. Tær vórðu sigldar yvir um fjørðin, og so skuldu tær svimja yvir á keiina. Hesa kapping vann Hanna so ruddiliga. Suðuroyablaðið Føroyatíðindi hevði eina frásøgn frá hesi jóan­ søkuni, sum tá vardi í tveir dagar. Hanna Smith 90 ár: Svam frá Eystnesi til Havnar Miðvikan hevði fyri kortum eina frásøgn um listakvinnuna í Vági Ruth Smith og mann hennara Poul Morell Nielsen, sum vóru merkisfólk á hvør sínum øki. Henda frásøgnin er um Honnu, systir Ruth. Hanna er eisini komin í søguna á sínum øki Hanna í 2006. Eystnes er aftanfyri. Mynd: Kalmar Lindenskov Johan Smith, pápi Honnu Elin Smith, málað av dóttrini Ruth Pauli Dahl eggjaði Honnu at gera hetta bragdið