mikudagur 27. juli 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 27. juli 2011 · Nr. 86
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Her verður sagt um svimjingina:
“Annar dagurin, sunnudagin, byrjaði
við kappsvimjing um fjørðin, ein
teinur uppá o.u. 1200 metrar, har
tvær gentur luttóku, Hanna Smith
úr Vági (systir hin kenda svimjaran
William Smith) og Signa Nygaard
av Eiði. Hin fyrra vann.”
Ein vinnari av eini av hesi svimji
kappingum var Eli Nolsøe úr Vági.
Hann varð seinni landsstýris- og
løgtingsmaður.
Stóru umrøðuna fekk tó fótbólts
dysturin millum HB og TB. TB hevði
sum nakað nýtt fingið venjara, og
teir vunnu eisini 4-0.
Hanna minnist einki til, at tað
var kalt at svimja á sjónum. Hon
kundi flóta í tímavís, uttan at hetta
nervaði hana nakað sum helst.
Hildu Honnu vera kóp
Átjan ára gomul fekk Hanna tyfus
og var sera ring. Tá ið hon kom
fyri seg, fór Hanna til Havnar at
læra til sjúkrasystir á Dronning
Alexandrines Hospital. Hetta var
sera fjølbroytt arbeiði. Umframt
at hjúkla um sjúklingarnar skuldi
hon eisini vaska sjúkrastovurnar
og skrubba trappurnar.
Hanna svam eisini nógv á
Havnarvág. Tað var ikki sørt, at
starvsfelagar hennara stuttleikaðu
sær av henni. Onkur teirra plagdi
at siga, at tey høvdu sæð ein kóp
á vánni, og at tey máttu fara eftir
byrsuni. Men tá kom róp í: “Hetta
er jú Hanna!”
Á sjúkrahúsinum var Pauli Dahl
yvirlækni. Hann var sjálvur ættaður
úr Vági og visti, hvussu ófør hon var
at svimja. Sum vágbingur helt hann,
at tað kundi havt verið stuttligt, um
ein vágbingur kundu havt gjørt eitt
bragd í svimjing.
Hetta helt Hanna ikki so nógv
um i fyrsta umfari. Hon helt seg
ikki kunna svimja nakran serliga
langan tein. Men Pauli Dahl gavst
ikki, og hetta endaði við, at Hanna
vildi royna okkurt, sum ikki var
roynt fyrr.
Annars hevði tað mest nær
liggjandi verið at svomið úr Havn til
Nólsoyar. Men hetta vildi hon ikki.
Hendan teinin hevði Maria, vanliga
kallað Mia, Jacobsen, ættað av
Hvalsrætt á Glyvrum, og seinni gift
til Vágs, svomið frammanundan.
Hetta var hennara bragd.
Úrslitið gjørdist so, at Hanna
og Pauli Dahl samdust um, at hon
skuldi royna at svimja frá Eystnesi
til Havnar. Men Hanna legði doyðin
á, at hetta skuldi haldast dult, so tað
ikki frættist millum fólk!
Ætlanin var so, at Hanna skuldi
leggja á fjørðin Ólavsøkudag. Men
ólavsøkudag var so ringt veður, so
her gjørdist einki. Hanna fór so í
dans ólavsøkukvøld, sum flestu
ungfólk gjørdu, og hon var seint
heima aftur. Men Hanna skuldi
kortini fara til arbeiðis aftur klokk
an hálvgum sjey morgunin eftir.
Tá ið hon er komin til arbeiðis,
ringir Pauli Dahl, at nú var gott
veður at svimja! Nei, tað orkaði
hon ikki. Um hon ikki hevði verið
inni klokkan 11 kvøldið fyri??? Hon
skuldi so leggja seg eina løtu. Men
Hanna var so spent, at hon sovnaði
als ikki.
Til tíðina gjørdi hon seg klára,
men tað vóru ikki tær stóru
fyrireikingarnar.
Sjúkrasystirin
Laura
Klein,
seinni
Eirikstoft,
smurdi hana inn í konsistensfeitti,
og so fór hon í svimijidrakt.
Síðan varð farið við báti inn
á Eystnes. Hanna var um at fáa
sjóverk í bátinum, men tá tey komu
inn undir land, leyp hon á sjógv og
var sum fiskurin beinanvegin. Hon
hevði ikki fyrr verið í Eysturoynni.
So hon mátti tí fyrst seta fótin
á land. Síðan legði hon á fjørðin
og svam so seigan inn eftir. Kravl
dugdi hon ikki, so hon svam
bringusvimjing allan vegin uttan
eina lítla løtu, tá ið hon svam á
rygginum.
Tríggir bátar fylgdu henni. Pauli
Dahl var i einum tristi. Hann hevði
fingið sonin Tórmóð og ein annan
ungan drong at rógva. Umframt
var læknabáturin og ein opin
bátur afturat. Sjálvur heppaði
Pauli Dahl millum annað við at
kvøða úr Sigmundskvæðnum um
ferðina, tá ið Sigmundur svam úr
Skúvoy til Sandvíkar, og Torgrim
Illi kvetti høvdið av honum, tá ið
hann var komin til lands. Hanna
minnist framvegis Paula Dahl
kvøða: “Dreingir, tit haldið mær í
hans hár”. Framhaldið er “meðan
eg gevi honum banasár”. Hetta var
nú vorðið sum eggjan!
Svimjingin gekk uppá stás, og
Hanna svam teir úti við 4 fjórð
ingarnar, um 7½ km, uppá tveir
tímar og 50 minuttir.
Hevði hug at fara
á bláman aftur
Hanna helt sjálv ikki, at hetta
var nakað fyri. Tað var bert eina
løtu í Nólsoyarfirði og uttanfyri
Hoyvíkshólmin, at tað var eitt
sindur tungt, tí streymurin var
ímóti. Einasti trupulleiki var, tá ið
hon fekk sjógv í eyguni.
Hanna helt tað ikki vera so kalt,
og hon var púra ómóð, tá ið hon
kom í land í Havn. Og at halda hetta
loyniligt kundi sjálvsagt heldur ikki
eydnast. Svimjingin frættist skjótt
munn av munni í Havn, og tað var
eisini ein stór fjøld av fólki komin
á molan at taka ímóti, samstundis
sum skipini floytaðu. Smæðin sum
Hanna var, dámdi henni als ikki
hendan hávan, sum var gjørdur
burtur úr sær. Hon hevði besta
hugin at herja aftur á fjørðin, tá ið
hon sá alt fólkið.
Tað gjørdi hon kortini ikki. Tey,
sum minnast hendingina, siga,
at hon kom uppá land við einum
stórum brosi.
Hans Andrias yrkti
um bragdið
Stóra skaldið Hans Andrias Djur
huus hevði hetta uppi í eini yrking,
har hann dró ymsar hendingar á
ólavsøku fram.
Hann yrkti:
Drukku skotadøgg
Skóru niður fløgg
Góvu stabbasteinum banahøgg.
Legði Eystnes frá
Svam ta bylgju blá
Legði ómóð inn á Havnarvág
Í teimum fyrsti trimum reglunum
sipaði Hans Andreas til ávísar havn
armenn, sum høvdu drukkið whisky
– skotadøgg – og høvdu verið ólát
aðir. Teir høvdu skorið fløgg niður
og bólta stabbasteinar oman av
vegnum. Hinar tríggjar reglurnar
eru um bragdið hjá Honnu.
Hetta avrikið vakti stóran ans.
Øll bløðini skrivaðu tað, og tey
vóru øll samd um, at hetta var eitt
bragd.
Millum annað skrivaði Dimma
lætting, at hetta var ein “ualminde
lig smuk Præstation”, og at “ved
landingsstedet ved Molen i Thors
havn viste den unge Dame ikke
synderlige tegn paa Træthed. Hun
havde klaret den lange Svømmetur
med Glans.”
Til minnis um bragdið gav ÍSF
Honnu eina gávu úr silvuri.
Skuldi endurtaka
bragdið hjá Sigmundi
Hanna segði, at hon var so væl fyri
aftaná svimjingina, at Pauli Dahl
vil hava at royna at gera bragdið
hjá Sigmundi Brestissyni eftir
og svimja um Suðuroyafjørð, úr
Skúvoy til Sandvíkar.
Sjálv hevði Hanna nú fingið eitt
tílíkt sjálvsálit, at hon hevði hug at
royna hetta. Men hon segði, at hetta
mátti gerast onkuntíð líkindini vóru
góð. Eisini mátti tað gerast í einum
sjóvarfalli, t.v.s. innan hægst 6 tímar.
Hesir teinur er 9 fjórðingar ella gott
og væl tað dupulta av teininum
millum Eystnes og Havnina.
Pauli Dahl og Hanna hildu, at
hetta kundu vera stuttligt at royna,
tí eydnaðist hetta, var tað eisini
prógv fyri, at hetta lat seg gera. Men
tað viðraði ongantíð í Skúvoy, og tí
fall ætlanin burtur. Men framvegis
heldur Hanna, at hetta ikki hevði
verið ómøguligt.
Her kann verða nevnt, at tað var
eisini umrøtt í bløðunum, at Mia
Jacobsen skuldi royna tað sama,
men hjá henni hendi so heldur ikki
meira.
Flutti til Danmarkar
Alt sítt arbeiðslív hevur Hanna
verið sjúkrasystir. Hon var fyrst
eina tíð í Íslandi. Skjótt eftir kríggið
fór hon til Danmarkar og var eisini
eitt stutt skifti í Svøríki.
Í Keypmannahavn arbeiddi hon
sum yvirsjúkrasystir á oyrnadeildini
á Kommunuhospitalinum.
Hanna varð gift, men fekk eingi
børn sjálv. Men hinvegin tók hon
sær væl av børnunum hjá systkj
unum. Hetta kom ikki minst til
góðar hjá teimum 11 børnunum
hjá beiggjanum William Smith.
Thomas Mikal greiðir frá, at Hanna
fyri hann og systkini var sum ein
onnur mamma, sum hjálpti væl til
í teirra barnaríka heimi, og røsk var
hon. Hetta hava systkini sjálvandi
ikki gloymt henni.
Hanna er framvegis væl fyri
og býr í síni íbúð í Dronningens
Tværgade, ikki langt frá Nyhavn.
Hóast hon hevur verið 60-70 ár
úr Føroyum, tosar hon enn føroy
skt, og suðuroyamál sum ein vág
bingur. Hon skrivar eisini feilfrítt
føroyskt.
Hiðani skal eisini verða ynskt
Honnu hjartaliga tillukku.
Keldur:
Jórun, Sonne og Thomas M. Smith
Áki Bertoldsen í Sosialinum 10.
August 1996.
Bókin um Ruth Smith.
Bókin: - men Gud gav vøkst.
Birgar Johannesen: Havnin - fólk
og yrki.
Seinasta Miðvika:
Í seinasta parti um Mariu f. Poulsen
var ein mynd av tveimum gentum,
sum vaska klæði. Onnur var Maria.
Nicolina Justinussen greiðir frá, at
hin er Magretha hjá Sofusi
Hesar tóku sjúkrasystraprógv í 1944. F.v. Hanna Smith, Vágur, Marin
Malena Petersen, Fámjin, Anna Sofía Johannesen, Vestmanna
og Amanda Olsen, Søldafjørður. Mynd: Fornminnissavnið
Hanna átti ikki børn sjálv. Men hon hevði stóra umsorgan fyri børnunum hjá systkjunum. Størsti barnaflokkurin var
tey 11 børnini hjá beiggjanum William. Tey vóru so mong, at tey vóru ikki ofta saman. Her er tað kortini eydnaðist.
Tey eru frá høgru John, Thomas Michael, Jens Erik, Heri, Ruth, Marjun, Marita, William, Sonne, Josefina, Hanna Maria
Komandi tvær Miðvikurnar
verða um tann skjótt 90 ára
gamla Napoleon Andreasen,
ættaður úr Oyndarfirði, búsit
andi í Leirvík, sum hevur
siglt kring Ísland fleiri ferðir.
Aftaná kemur frásøgnin um
Anfinn Mikkelsen