mikudagur 27. juli 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
8
Ólavsøka 2011
Dagfinn Olsen
Eftir góð 24 ár sum tingmaður, um
framt góð 2 ár sum landsstýrismaður,
hevur Hergeir Nielsen valt at steðga
politisku lívsleiðini.
Hann kom ungur í politiska eldin,
tá ið hann gjørdist landsstýrismaður
í 1979. Politiski áhugin hevur altíð
verið til staðar og er ikki minkaður,
nú hann hevur valt at finna hurðina
sjálvur.
– Tað er ein serstøk kensla at
leggja frá sær. Tað er alt frá einum
stórum tómrúmi, til at eg sigi korta
nei til at missa politisku hugsjónirnar
og eldhugan, men tað verður heilt víst
ein stór broyting, at ein ikki verður við
á einum tí einasta fundi, sigur Hergeir
Nielsen.
– Ein ráðharri segði einaferð, at
tað eru tveir stórir dagar á leiðini
hjá einum ráðharra; tá ein setir seg í
ráðharrasessin, og tá ein fer úr honum
aftur. Hjá einum tingmanni er lívið eitt
sindur litríkari, og hetta hava verið
sera góð og gevandi ár, sigur Hergeir
Nielsen.
– Men hinvegin kann tíðin í and
støðu vera knapt so áhugaverd, tí ein
veit ongantíð, um uppskot vera sam
tykt ella ikki, men ofta vísir tað seg, at
hetta er ikki til fánýtis, tí ofta slóðar
hettar fyri og kemur aftur í aftur
seinni, ásannar tingformaðurin.
Hergeir Nielsen er valdur á ting fyri
Tjóðveldi, men politiska leiðin byrjaði,
tá hann sum 29 ára gamal gjørdist
landsstýrismaður í samferðslumálum,
íbúðarmálum og skúlamálum. Og hesi
øki kunnu enn kallast hansara hjarta
mál.
– Sambandið til Suðuroyar hevur
ligið mær nær. Annað, ið hevur mín
áhuga, er í tí uttanríkispolitiska
spektrinum. Eg havi verið formaður
í uttanlandsnevndini, eisini tá full
veldissamráðingarnar við Poul Nyrup
Rasmussen tóku dik á seg, og var eg
tí partur av tí tilgongdini, sigur Hergeir
Nielsen.
Síðstu árini hevur Hergeir Nielsen
verið løgtingsformaður, og tað er ein
øðrvísi støða.
– Ein er ikki við í tí dagliga poltiska
kjakinum. Tingformaðurin skal vera
formaður fyri bæði andstøðu og
samgongu. Tingformaðurin skal hava
ávísa tign, skal ikki vera á røðarapall
inum alla tíðina og skal ikki kjakast
við tingmenn. Tingmenn eiga ikki at
siga tingformanninum ímóti, sigur
maðurin, sum síðstu árini hevur sitið
í tingformanssessinum, ið hevur
landsins hægstu tign.
Tøknin broytir
Eftir mong ár á tingi ásannar Hergeir
Nielsen, at tøkniliga menningin hevur
broytt tingarbeiðið.
– Veljarin sær og hoyrir tingfólk
kjakast, og tingfólk hava teldur og
fatelefon við sær. Ongin hevur biðið
um loyvi til hetta, men vit hava loyvt
hesum, hóast tað ikki er loyvt í øllum
parlamentum í londunum kring okkum.
Óivað eru bæði fyrimunir og vansar
við hesum, sigur Hergeir Nielsen, sum
tó ásannar, at tingfólk ikki eru tey
raskastu at sløkkja telefonina, tá ið
tey eru til verka og á røðarapallinum.
– Nú Tingvarpið er komið, er nógv
broytt. Tingfólk koma nú inn í stovuna
hjá fólki, og lagt verður til merkis, at
tá sjonvarpið gevst út a seinnapartin,
styttist orðaskiftið samsvarandi, sigur
Hergeir Nielsen.
– Løgtingið er eftirbátur í mun til
onnur parlament kring okkum, so at
skilja, at arbeiðsumstøðurnar eru ikki
nóg góðar. Tingmenn hava ikki egna
skrivstovu, bert løgtingsformaðurin
hevur skrivstovu. Annars hava øll
almenn starvsfólk ein skrivstovustól,
ásannar tingformaðurin, sum tó
metir, at nógv er batnað, síðani hann
byrjaði.
Útjaðarin og eitt valdømi
Hergeir Nielsen hevur í stóran mun
merkt, at arbeiðslagið er broytt, nú
stórur partur av Føroyum er bundin
saman og koyrandi er ímilum størru
oyggjarnar.
– Nú eru nærum bara Sandoyggin
og Suðuroyggin, ið hava sjógv ímillum
til miðstaðarøkið, og vit mugu inn
stillað tingarbeiðið eftir tí. Tingfólk
í miðstaðarøkinum kunnu so at siga
støkka inn á gólvið, tá fundur er, og
so nýta ta tíðina, ið fundurin tekur,
meðan vit útjaðaratingfólk nýta eini
10-12 tímar til sama fund, sigur Her
geir Nielsen.
Hergeir Nielsen er ikki fyri, at Før
oyar eru eitt valdømi.
– Tað er ikki ein fyrimunur fyri
útjaðaran, at Føroyar eru eitt valdømi.
Tingfólk í útjaðaranum sleppa ikki
at kasta í torvuna, har atkvøðurnar
eru, og tí fer útjaðarin sum frálíður
at missa síni umboð, metir Hergeir
Nielsen, sum hevur havt uppskot
frammi um at venda aftur til gomlu
skipanina við sjey valdømum, og
hetta endaði í nevnd, hóast tað varð
samtykt, og kemur aftur úr nevnd
eftir ólavsøku, og hesum bíðar Hergeir
Nielsen spentur eftir.
Hann er ivaleysur í, at við einum
valdømi hevur miðstaðarøkið fyrimun,
tí har er lættari at gera vart við seg.
– Ótilvitað verður ein ávirkaður,
eins og tá vit keypa ein pakka av
kaffi. Um vit hava hoyrt um hann
áður, so keypa vit hann. Og nógvir
veljarar taka ikki støðu, fyrr enn inni
í lítla atkvøðurúminum. Hjá nýggjum
og ókendum valevnum í útjaðaranum
verður tí trupult at gera seg galdandi,
metir Hergeir Nielsen.
Fyrr og nú
Yvirhøvur er tingarbeiðið broytt nógv
hesi árini, Hergeir Nielsen hevur sitið
á tingið.
– Orðaskiftið var øðrvísi fyrr. Ting
fólk málbóru seg øðrvísi og dugdu at
taka til. Tingfólk vóru meira saman,
eisini eftir arbeiðstíð, ofta tí tey ikki
sluppu heim, og t.d. spældu tey kort
saman. Yvirhøvur komu tingfólk hvør
øðrum meira við, hugleiðir Hergeir
Nielsen.
– Í dag er tað tíverri soleiðis, at
arbeitt verður, sum búðu øll undir
liðini á tinghúsinum. Hjá teimum, sum
hava landfast, tekur ein fundur ta tíð,
hann tekur, meðan hjá mær kann tað
taka eini 10 – 12 tímar, innan eg eri
Fyrr komu
tingfólk hvør
øðrum meira við
Hergeir Nielsen hevur síðstu árini røkt starvið, ið hevur landsins hægstu tign. Hann
hevur verið løgtingsformaður. Eftir mong ár í politikki, hevur Hergeir Nielsen nú valt at
takka fyri seg. Mangt er broytt hesi mongu árini, hann hevur verið við í politikki, hann
hevur sum útjaðaratingmaður greiðar meiningar um Føroyar sum eitt valdømi, og um
tingarbeiðið fyrr og nú. Hann er framvegis eldhugaður í politikki, hevur bát og nakrar
seyðir, so hann er ikki bangin fyri at keða seg, nú hann leggur politisku árarnar inn