Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 49

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 25. juli 2011 9 Ólavsøka 2011 við hús aftur, sigur Hergeir Nielsen. – Ein vandi við at vera tingmaður úr útjaðaranum er, at ein gongur og tøvur í Havn og sleppur ikki til hús, meðan onnur fara til hus eftir loknan fund, sigur Hergeir Nelsen. Hvat nú? Nú Hergeir Nielsen takkar fyri seg í politikki, er hann ikki bangin fyri, at tíðin skal falla honum long. – Eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Tað eru fáir dagar, har eg havi nátt alt, ið eg ætlaði mær, tá eg fari til songar. Men eg fari enn at fylgja við politiskt, tendra Tingvarpið, og so er netið eisini til kunning. Eg fái vónandi eisini stundir at lesa tað, ið stundir ikki hava verið til. Eg havi tveir veggir við fullum bókahillum, sigur Hergeir Nielsen. – Annars fari eg at liva sum ein vanligur maður á bygd. Eg havi bát og nakrar seyðir, og so eru eisini húsini og alt rundan um at taka sær av. Yngsta dótturin er ikki liðug í fólka­skúlanum enn. Jú, nóg mikið er at taka sær av, staðfestir Hergeir Nielsen Eru tað fólk, ið tú serliga minnst , eftir so mong ár í tinginum? – Fyrst og fremst eru tað floks­ felagarnir. Vit hava havt gott samstarv, gott samband og kunnu tosa um øll viðurskifti. Sum tingformaður havi eg havt nógv samband við um­sitingina og havi fingið innlit í teirra arbeiði, sum er eitt rættiliga vítt arbeiðsøki, og tey eru altíð beinasom, fitt, og skjótt við eini hjálpandi hond. Yvirhøvur er arbeiðslagið gott innan tinggátt, og huglagið er eitt annað í kaffistovuni enn í tingsalinum. Eg haldi meg ikki hava nakran fígginda yvirhøvur, og vónandi síggja hini tað á sama hátt, sigur Hergeir Nielsen, sum á ólavsøku gongur skrúðgongu fyri síðstu ferð sum tingmaður. dagfinn@sosialurin.fo FAKTA Navn: Hergeir Nielsen Føddur 27. august 1949 í Vági Hjúnafelagi: Hanna Nielsen, dóttir Amaliu og Klæmint Østerø, Skálafirði. Børn: Marjus, Helena og Bjarta Arbeiðari 1965 -1967 Útbúgving: Læraraprógv 1972, Nørre Nissum, og heimaskipara prógv 1982 Løgfrøði 1995- 1998 Yrki: Lærari í 33 ár, 1976-2005 (Akrar-Lopra) , Strendur 1972-76, í Vági 1991-1994 Kommunuskrivari í Sumba 1984-1989, blaðstjóri á 14.september 1992-1994 Landsstýrismaður 1979-80 Á Løgtingi 1984-1994 og 1998-2012 Løgtingsformaður 1986-1989 og 2008-2012 Onnur álitisstørv: 2004, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum og limur í Uttanlandsnevndini. Limur og formaður eitt áramál fyri samferðsluráðnum, løgtingsgrannskoðarunum, uttanlandsnevndini. landsskattanevndini, sjónvarpsnevndini og Suðuroyar Sjúkrahúsi. – Tað er ikki ein fyrimunur fyri útjaðaran, at Føroyar eru eitt valdømi. Tingfólk í útjaðaranum sleppa ikki at kasta í torvuna, har atkvøðurnar eru, og tí fer útjaðarin sum frálíður at missa síni umboð, metir Hergeir Nielsen Mynd: dagfinn olsen