mikudagur 27. juli 2011síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
12
Ólavsøka 2011
Eydna Skaale
– Hendan ólavsøkan verður ein sýnis
gluggi fyri allan føroyskan tónleik.
Tann 27. verður tað ólavsøkukonsertin
við fleiri av teimum størstu føroysku
nøvnunum, og síðani verður tað tón
leikur av ymsum slagi bæði 28. og 29.
á pallunum í býnum. Soleiðis greiðir
Thor Simonsen, sum er ein av sam
skiparunum av ó-festivalinum, frá.
– Øll tónleikatiltøkini tilsamans
hava fingið heitið ó-festivalurin. Hetta
er eitt spildurnýtt konsept, sum vit
hava arbeitt við síðani november. Uppi
á gongugøtuni verða tað tríggir pallar,
sum fara at hava ymiskan tónleik. Vit
hava býtt tað upp, soleiðis at ein
pallur hevur róligan trubadurtónleik,
ein pallur hevur progressivan tónleik,
og tann seinasti pallurin verður mið
skeiðs har ímillum við størri konsert
um. Og síðani verður tað sjálv ólav
søkukonsertin á Skálatrøð, sum setur
ólavsøkuna í gongd. Tann pallurin
verður síðani nýttur til tiltøk til ung
undir 18 ár ólavsøkudag og ólavsøku
aftan.
Tað eru Tórshavnar Kommuna og
fólkini handan heimasíðuna »tónleikur.
fo«, sum samskipa tónleikin á ólavsøku
undir heitinum ó-festivalurin. Og
hetta hevur fingið góða undirtøku frá
tónleikarunum, sum allir eru komnir
við jaligum afturmeldingum.
Konsertin
Ólavsøkukonsertin, sum í fleiri ár á rað
hevur verið hildin í Tórsgøtu, verður nú
aftur flutt út á Skálatrøð.
– Konsertin verður sum vant 27.
juli, og hon verður frá kl 18 til kl 04.
Hon er rættað móti øllum teimum,
sum dáma føroyskan tónleik. Á
Skálatrøð er betri pláss, og tað verða
betri karmar, enn tað vóru í Tórsgøtu,
greiðir Thor Simonsen frá.
Hann sigur, at tað í ár verður tað
besta av føroyskum tónleiki, umframt
onnur tiltøk á økinum.
– Vit hava tað størsta lasarashowið,
sum nakrantíð hevur verið í Føroyum,
vit hava fleiri sølubúðir og vit hava by-
night-fotografering, bara fyri at nevna
okkurt úr rúgvuni. Tað verður eitt flott
show við góðum ljóði og ljósi, og vit
fara eisini at hava fleiri yvirraskilsir
sum kvøldið líður, sigur Thor, sum tó
ikki rættiliga vil koma nærri inn á, júst
Ó-festivalurin – S
Í ár verður ólavsøkan av sonnum tvinnað
saman við føroyskum tónleiki. Fýra
pallar verða í býnum, og tann stóra og
siðbundna ólavsøkukonsertin verður flutt
útaftur á Skálatrøð, tó í nýggjum hami.
Vit kunnu sostatt vænta eina ólavsøku,
sum verður borin á føroyskum tónum
Ó kon
sertin:
Sic
Gipsy Train
Kristel
Brandur Enni
Kennir tú Margar
Faroe 5
Mike
The Dreams
Páll Finnur Páll
Pandaboy
Tórspallur 28. juli
• Guðrið Hansdóttir
• Hanus G Johansen
• Høgni Lisberg
• Tinganest
Steinatún 28. juli
• Martin & the
Revelators
• Òkent - nýggir
føroyskir
tónleikarar
• Sakaris
Áarpallur 28. juli
• Elin Brimheim
Heinesen
• Person
• Dánjal & Bjarki
• Konni Kass Trio
Tórspallur 29. juli
• Guðrun & Bartal
• Kim Hansen
• Divaz
Steinatún 29. juli
• Fróði & the pink
slips
• Ókent – nýggir
føroyskir
tónleikarar
• Hamferð
Áarpallur 29. juli
• Marner av Lofti
• Stanley
Samuelsen
• Jens Marni
Hansen
• Lív & the Zoo