mikudagur 27. juli 2011síða 53
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
13
Ólavsøka 2011
Spread the Lóve
hvat fólk kunnu vænta sær.
– Tað verður undirhaldandi og
fjølbroytt. Slagorðið til konsertina er
»spread the lóve«, og vit vænta, at
tað verður fult av kærleika og positivi
teti.
Til teirra, sum hava børn, kunnu
vit viðmerkja, at hóast konsertin
verður inntil tann ljósa ólavsøku
aftansmorgun, so verður Skálatrøð
tó klárt til barnatiltøkini, sum plaga
at vera har ólavsøkuaftan.
Eingin larmur
Tá ólavsøkan er sett, verða fýra pallar
við tónleikaframførslum ymsa staðni
í býnum. Thor Simonsen er sannførdur
um, at hetta fer at skapa góðan
stemning, og at tað ikki fer at verða
so hart frá, at tað fer at órógva.
Fyrireikararnir hava hugsað nógv
um konseptið og skránna, og nógv
orka er nýtt til at finna útav, hvør
skal spæla hvar og nær. Tað er jú
kanska ikki so snilt at seta eitt tung
málmsorkestur at spæla um dagin, tá
fólk ganga og mala við børnum og eta
popcorn.
– Fólk skulu sjálvandi ikki verða
órógvað av tónleikinum, tað sigur
seg sjálvt. Endamálið er jú at økja um
trivnaðin, og flestu føroyingar eru sera
áhugaðir í tónleiki. Men fólk skulu ikki
vera bangin fyri, at tað fer at larma,
ella at tey ikki fáa tosað við vinir og
kenningar fyri tónleikinum. Hetta er
bara fyri at skapa gott lag í býnum,
slær Thor fast.
Allar konsertirnar, sum verða uppi
í býnum verða ókeypis, og tær fara at
skifta runt á teimum ymsu pallunum.
– Av og á fer okkurt at yvirlappa,
soleiðis, at tvær konsertir eru í senn,
men tá hava vit lagt tað soleiðis, at tað
verða tvey heilt ymisk tónleikasløg,
sum vera í senn, t.d. tungmálmur og
jazzur.
Í trimum
Tiltakið verður skipað soleiðis, at á
pallinum millum Café Natúr og Etika,
sum hevur fingið heitið Áarpallur,
verður trubadourtónleikur. Hetta verð
ur friðaligur og hugnaligur tónleikur.
Á Tórspalli, sum eins og undanfarin
ár verður í gamla kommunuskúla
garðinum, verða størri konsertir, og
har verða eisini borð, sum fólk kunnu
seta seg við. Í Steinatúni verður triðji
pallurin, og her er ætlanin at hava
progressivan tónleik, sum kanska ser
liga er ætlaður ungdóminum.
Fjórði pallurin verður á Skálatrøð,
har ung undir 18 ár kunnu hittast til
tiltøk. Allir pallirnir hava sostatt hvør
sín stíl, og Thor vónar, at hetta kann
geva fólki eina enn betri og meiri
fjølbroytta ólavsøku.
Atgongumerki til ólavsøkukonsert
ina fáast á Magn, í Tutl og á
ebillett.fo
Hinar framførslurnar eru ókeypis.
eydna@sosialurin.fo