Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-27, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2011síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 25. juli 2011 14 Ólavsøka 2011 Inna Törnroos Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á ólavsøku? Eg geri ongantíð nakað vilt. Eg haldi tað má vera tá eg var 14 ár, og var á míni fyrstu ólavsøku. Tá vóru vit, eg og ein vinkona, ikki í songini aftur fyrr enn aftaná klokkan 9 um morgunin, og vórðu næstan eftirlýstar. Hvat ger tú aftaná miðnátt á ólavsøku? Gangi! Eg fari at syngja, og so ganga vit oman og niðan og práta við fólk. Hevur tú eitt skoritriks til ólavsøkuna? Busta tenn! Greið tær og pynta teg eitt sindur, og drekk teg ikki ov fullan. So eydnast tað. Og minst til at smíla. Petur í Gong Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á ólavsøku? Tað villasta, eg nakrantíð havi gjørt á ólavsøku tolir neyvan dagsins ljós. Heldur ikki tað næst og trið villasta. Hvat ger tú á ólavsøku? Mín ólavsøka plagar at fara nokk so nógv uppí kappróður. Í ár bæði sum rógvandi og stýrandi. Og so plagar tað at blíva nokk so rokaligt við at hava alt klárt í knørraneystinum aftaná róðurin. Eftir midnátt eri eg gjarna í onkrum góðum veitslulag. Mær dámar betur at vera saman við góðum fólki heldur enn at renna til øll mentunartiltøkini. Ein túrur ella tveir við børnunum skal tað eisini vera pláss fyri. So har verður sum oftast full skrá allar dagarnar. Hevur tú eitt skoritriks til ólavsøkuna? Eg brúki ikki skorireplikkir. Royni heldur at hvessa mær evnini at skáka mær undan :) Vígdis Fjallstein Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á ólavsøku? Vilt og vilt.. Eg og mamma fóru uppsnollaðar oman í býin, tá ein fuglur valdi at skvetta í hárið á mammu. Tá mátti høvdið undir kranan, Komiskt ! Hvat ger tú aftaná miðnátt á ólavsøku? Hugni mær saman við vinum og njóti tann góða tónleikin Ó hevur at bjóða. Hevur tú eitt skoritriks til ólavsøkuna? 'How you doing' Joey Tribbiani style ! Works every time Gudny Jakobsen Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á ólavsøku? Ja tað er spurningurin? Eg velji at ikki svara uppá hendan spurningin, tí um eg skal verða erlig so veit eg ikki. Hvat ger tú aftaná miðnátt á ólavsøku? Eg geri nokk tað sama sum tey flestu, gangi runt í býnum við vinfólkið og heilsi uppá fólk.. Hevur tú eitt skoritriks til ólavsøkuna? Hmm.. kenni eina sum sigur, "um tú hevði verði ein bussimaður í mínari nøs, so hevði eg pilka teg fyrst".. men um hon ikki riggar so burdi verði nemt nokk hjá konufólkinum at siga, "kom her eg vil hava teg". Malan Djurhuus Hvat er tað villasta tú hevur gjørt á ólavsøku? What happens on ólavsøku, stays on ólavsøku Hvat ger tú aftaná miðnátt á ólavsøku? Sovi ið hvussu er ikki Hevur tú eitt skoritriks til ólavsøkuna? Orsaka, men hevur tú sæð ørkina hjá Nóa?