mikudagur 27. juli 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
34
Ólavsøka 2011
Viðmæli frá danska
fólkaheilsuráðnum
um alkohol
Seinastu
viðmælini
frá
Danska
Fólkaheilsuráðnum um alkohol eru,
at vit ikki eiga at drekka fleiri enn 5
eindir av alkoholi í sama viðfangi.
Konufólk eiga í mesta lagið at
drekka 14 einkir av alkoholi um
vikuna, og mannfólk eiga í mesta lagið
at drekka 21 eindir um vikuna. Ráðið
er, at jú minni at alkoholi, jú betri.
Børn undir 16 ár eiga als ikki at
drekka alkohol, og ung upp til 20 ár
eiga at drekka við máta, aldri meiri
enn 5 eindir í sama viðfangi.
Alkohol er eitt vandamikið rúsevni,
og nýggjastu kanningarnar vísa, at
tað ikki er vandaleyst at drekka -
eisini hóast tú heldur teg innanfyri
viðmæltu mørkini. Alkohol økir um
vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum,
skaðum, vanlukkum og fleiri sløgum
av krabbameini.
Ólavsøkan er fyri mong merkt av
alkoholi og góðum lagi. Men tað
hevnir seg ofta aftur dagin eftir.
Fyrsta ráðið er heilt einfalt: Drekk
minni! Jú størri nøgdir av alkoholi,
jú verri kunnu timburmenninir
gerast.
Drekk
vatn!
Vatn
er
týdningarmesta
amboðið
í
bardaganum móti timburmon
num. Drekk vatn alt kvøldið, sam
stundis sum tú drekkur alkohol. Og
fá tær eisini eitt stórt glas av vatni,
áðrenn tú fert í song. So sleppur
tú undan teimum ringastu timbur
monnunum dagin eftir.
Drekk ikki alkohol á fastandi
maga! Tá tú einki hevur etið
verður alkoholið nógv skjótari
upptikið í kroppinum, og tað ger
timburmenninar verri.
Hugsa um hvat tú drekkur!
Tað vísir seg ofta geva verri
timburmenn, um tú blandar ymisk
sløg av alkoholi, til dømis vín, øl og
brennivín. Summi halda, at alkohol
við ljósum liti ikki gevur eins
nógvar timburmenn, sum alkohol
við myrkum liti. Hetta er sannlíkt,
men er ikki vísindaliga prógvað.
Vitamin B6! Sambært kanningum
kann hetta minka nakað um
tumburmenninar. Tú fært tað í
hondkeypi, og tú skalt taka 400
mg beint fyri og beint eftir, at tú
drekkur alkohol. Hetta er umleið
1000 ferðir tað, sum verður
viðmælt sum daglig nøgd, men
sum viðgerð av og á ger tað ongan
skaða.
Kaktustablettir! Hesar tablettirnar
fáast eisini í handkeypi, og skulu
hjálpa ímóti millum øðrum vamli
og ringum timburmonnum.
Gammalinolensýra. Hetta er eitt
feittevni, sum sambært kanningum
skal minka um høvuðpínu, sløvheit
og troyttheit. Kann keypast sum
kosttilskot.
Tá timburmennirnir
eru komnir:
Ert tú komin hartil, at tú longu
hevur fingið timburmenn, eru
framvegs nøkur ráð til at taka, um
hvussu tú sum best kanst hjálpa
tær av ýnsktu ólavsøkugestirnar
aftur. Tú skalt royna at fáa skil á
javnvágini millum salt og sukur
í kroppinum, umframt at drekka
nógv vatn, fyri at sleppa undan
høvuðpínu.
Tak pínustillandi tablettir - sum
kunnu taka høvuðpínuna.
Fá nóg mikið av svøvni - Um tú
ikki hevur sovið nóg mikið, kennast
timburmenninir verri. So sov leingi
og far tíðliga í song.
Drekk ikki kaffi - tað ger teg
kanska meiri vaknan, men van
sin er, at kaffi hevur vatndrívandi
ávirkan, og tað hevur kroppurin als
ikki tørv á - tvørturímóti.
Drekk heldur mjólk enn juice
- Serliga um tú fært ilt í búkin av
tínum timburmonnum
Et okkurt salt - chips ella lakress
Et okkurt søtt - sodavatn
ella bananir. Blóðsukrið kann
nevniliga falla eftir ein býtúr, og
tað ger høvuðpínu og troyttleikan
verri.
Et ikki alt ov feitan mat - tað
kann gera tað verri, um tú hevur
vaml.
Lat vera við
at drekka
dagin eftir!
Fá fríska luft, gakk ein túr, men
far ikki undir aktivitetir, har tú fert
at sveitta. Kroppurin hevur tørv á
nógvari vætu - ikki at koma sær av
við vætu.
Góð ráð móti
timbur
monnum
Hvat hendir, tá vit drekka?
0,2 promilla:
Eygað hevur ilt við at fokusera og at skifta frá ljósi til
myrkur.
0,5 promilla:
Evnini at skilja støðuna, tú ert í, og at fremja neyvar
røsrslur, versna. Tú fært harumframt ein smælri
sjónarvinkul.
0,8 promilla:
Tú fært munandi verri at samskipa rørslunar, og tú
hevur nógv longri reaktiónstíð.
1,0 promilla:
Uppmerksemið og konsentratiónsevnini minka. Tú
verður troyttur og hevur ilt við at halda javnvágini og
stýra tínum rørslum.
1,5 promilla:
Tú hevur als ikki stýr á tínum rørslum, og hevur ilt við at
tosa. Nú hevur høvuðsnervalagið fingið nóg mikið - og
magin helst eisini, so tú byrjar at spýggja.
2,0: promilla:
Tú hevur nú greið tekin um eitran, og hevur ikki
tamarhald á tær sjálvum.
3,0 promilla:
Tú missir nú tamarhaldið á ymsum gøgnum, til dømis
bløðruni, og tú kanst nú eisini missa vitið.
4,0 promilla og meiri enn tað:
Tú fellur í óvit og ert í lívsvanda.
0,2
0,5
0,8-1,0
Lagt til rættis: Eydna Skaale, eydna@sos.fo