mikudagur 27. juli 2011síða 59
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 25. juli 2011
35
Ólavsøka 2011
Pástandur: Tað eru bara
garvaðir alkoholikarar, sum
doyggja orsakað av alkoholi.
Svar: 851 kvinnur og 2.161
menn í ymsum aldri doyggja
árliga av alkoholi í Danmark.
Pástandur: Timburmenn
eru einasta fylgjan av at drekka
alkohol.
Svar: Alkohol økir um vandan
fyri 60 sjúkum, millum annað
hjarta-æðrasjúkum og ymsum
sløgum av krabbameini.
Pástandur: Vit drekka ikki so
nógv, at tað bilar.
Svar: Býta vit søluna hjá Rùsuni
í 2010 út á allar føroyingar
yvir 15 ár, er úrslitið, at vit øll í
miðal drukku 6,7 litrar av reinum
alkoholi. Tað eru 167,5 snapsir
árliga. Enn halda vit okkum
innanfyri viðmælta markið, men
hugsa vit so um, at tað eru nógvir
føroyingar, sum als ikki smakka
sær á, umframt at børn undir 16
als ikki eiga at drekka, og ung
undir 20 ikki eiga at drekka meiri
enn
5 eindir í sama
viðfangi, er greitt, at vit koma væl
upp um tilmælini.
Pástandur: Alkoholið verður
skjótari brent úr kroppinum, um
vit dansa, hoppa, drekka kaffi,
ella eta eina búrmáltíð.
Svar: Tú kanst ikki skunda undir
niðurbrótingina av alkoholi. Tað
eru kveikar í livrini, sum bróta
alkoholi niður. Tað hendir við eini
javnari ferð, og tú kanst á ongan
hátt skunda undir gongdina.
Pástandur: Tað er sunt at
drekka eitt sindur av og á
Svar: Tað er bert ein lítil
brotpartur av fólkinum, sum kann
hava gagn at fáa eitt glas av
víni. Summir menn yvir 45 ár og
summar kvinnur, sum eru farnar
um skiftisárini, kunnu hava gagn
av alkoholi í smáum nøgdum,
men útyvir tað hevur alkohol ikki
góð árin á nakran.
Hvussu nógv
veitst tú um
alkohol?
Fakta
um at
drekka
• Tað er evnið ethanol,
sum ger, at vit verða
rúsað av alkoholi
• Drekkur tú nóg nógv,
ávirkar tað heilan. Tú
fært ein sonevndan
rús, sum í dagligari talu
verður nevnt, at vera
fullur.
• Alkohol er eitt bindandi
evni. Tað merkir, at tá tú
drekkur, fært tú ein tørv
eftir meiri.
• Alkoholið verður
upptikið í blóðið frá
maganum og tarmunum.
Ein tummilsregla sigur,
at 20% verður upptikið
gjøgnum magan og 80%
gjøgnum tarmarnar.
• Jú mettari tú ert, tá tú
smakkar tær á, jú seinni
slær alkoholið til.
• Jú meiri feitt, tú hevur
í kroppinum, jú størri
verður styrkin á
rúsinum, tí alkohol kann
ikki upploysast í feitti. Av
tí, at kvinnukroppurin
hevur meiri feitt enn
mannfólkakroppurin,
tola kvinnur minni av
enn menn.
• Alkohol er ein stór orsøk
til krabbamein í øllum
teimum gøgnum og
kropspørtum, sum koma
í samband við ethanolið,
tvs munninum,
hálsinum, vælindinum,
maganum, livrini og
tarmunum.
Tummilsregla
um brenning
av alkoholi
Menn brenna umleið hálva aðru eind av alkoholi um tíman - kvinnur bert eina.
Tað veldst tó í stóran mun um, hvussu stórar vøddar tú hevur í mun til
feittprosentið, og hvussu nógv tú vigar.
Eisini onnur ting ávirka, til dømis um tú ert fastandi, ella um tú ert troyttur.
1,5
2,0
4,0 og meira
Minst til:
Lat bilin standa, um
tú smakkar tær á!
3,0