Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 Sosialurin Rólant Waag Dam Formaðurin í Svimji­sam­ bandi­num hevði trupult við at finna orð, tá hann skal lýsa avrikið hjá Pál í heims­meistara­kappingini í Shanghai í gjár. Tað líkist ann­ars ikki Jon Hestoy. - Mær vantar orð fyri at lýsa kensluna, eg havi júst nú, segði Jon Hestoy, tá hann var biðin at lýsa avrikið hjá Pál um middagsleiti føroyska tíð í gjár. - Hetta er heilt, heilt fantast­iskt. Eitt fjórða pláss kun­nu vit ikki verða skuffað yv­ir og tíðin er í serflokki. Pál er ultimativt tann besti norður­lendski svimjarin, og hann morlaði norðurlendska met­ið frá síðsta ár, sum hann sjálv­ur átti, staðfesti Jon Hest­oy. Pál svam teir 1500 metrar­ nar í Shanghai upp á 14.46.33. Viðmerkjarin á Rás2 í sam­band við heims­meistara­ kapp­ing­ina í svimji­kapp­ing­ ina, er av somu sann­ før­ing sum formaðurin. - Hetta er eitt ævintýr, sum H.C. Andersen ikki hevði skrivað betri, segði Dán­j­al Hestoy. Fólk elska Pál At søgan um Pál er serstøk, eru tað ikki bara føroyingar, sum halda. Sambært Jon Hest­oy eru fólk heilt ovfarin av avriki hansara. - Hetta er nakað fólk legg­ ja merki til. Fólk elska Pál, tí hann er maðurin sum skap­ ar søguna, segði Jon Hest­oy og vísti til nógv fólk búgva í Kina, USA og Ungarn, sum millum annað vóru tey lond­ ini, Pál kapp­að­ist við. - Fólk spyrja um tað búgva 4,8 milliónir fólk í Føroyum. So spyrja tey uppaftur, um tað var 480.000 fólk, men nei, her búgva 48.000 fólk. Pál er heimagjørdur, føddur og gødd­ur í Suðuroynni. Hetta er ein søga, sum øll elska, gjør­di Jon Hestoy greitt. Pál kann blíva betri Sambært Jon Hestoy, er søg­ an um Pál ikki skrivað liðug enn. - Tað er eingin ivi um, at Pál kann blíva betri. Vit vita júst, hvørjir hansara veik­leik­ ar eru. Hansara beinspark er ov veikt og avslutningurin tað sama, men eftir feriuna hjá Páli fara vit at leggja eina detaljer­aða skrá fyri, hvussu arbeið­ast skal fram til OL í 2012. Fáa vit hesi tingini upp á pláss, so er einki mark fyri, hvat vit kunnu droyma um til OL. Møguliga tosa vit um heiðursmerki og tað er so ótrúliga stórt, at tað er vit­ leyst, segði Jon Hestoy. rolant@sosialurin.fo - Søgan um Pál er eitt ævintýr, sum H.C. Andersen ikki kundi skriva betur, sigur viðmerkjari hjá Rás2, Dánjal Hestoy. Formaðurin í svimjisambandinum hálovar suðringinum, sum er heilt, heilt einastandandi Søgan um Pál er eitt ævintýr Fólk spyrja um tað búgva 4,8 milliónir fólk í Føroyum. So spyrja tey uppaftur, um tað var 480.000 fólk, men nei, her búgva 48.000 fólk