Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 4 Sosialurin Fór út av vegnum Klokkan hálvgum átta í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum innan fyri Skipanes. Ein kvinna koyrdi í bili sínum út av vegn­um. Hon fekk ikki álvars­lig­an skaða, sigur politiið. rj Veðrið gjørdi óivað sítt til, at henda ólavsøkan var so friðarlig. Politiið hevur bara fingið nakrar fáar fráboðanir um harðskap. Seinnapartin leyg­­ar­­dagin varð ein maður sligin so fast í mið­býnum í Havn, at nøsin brotn­­­aði. Hann veit, hvør slerdi seg. Sunnumorgunin fekk ein maður frammaná í býnum. Teir vóru tveir, sum vóru farnir til hend­­urs, og báðir bløddu. Annars varð ein maður sunnu­ morg­unin skuld­ sett­ur fyri brot á politi­viðtøk­urnar. Hann hevði staðið og rópt og skrálað eftir fólki, og tá ið politiið kom, fór hann at brúka seg móti politistunum. rj Lítil harð­ skapur Randi Jacobsen Í meira enn fimtan mánaður hevur ein maður sitið varð­ halds­fongslaður, og í seinastu viku varð hann latin leysur. Tað er maðurin, sum í apríl í fjør varð handtikin, eftir at hann við knívi hevði stungið varafútan í lærið. Hann varð tá varðhalds­fongslaður og sat fyrst í nakrar dagar í Føroyum, men varð síðan sendur niður í varðhald í Danmark at sita. Málið hevur drigið so nógv út, tí mentalkanning skuldi ger­ast av manninum, og tað gjørdi eisini sítt, at tann skuld­ setti ikki vildi samstarva. Tá ið varðhalds­fongslingin í seinastu gekk út, og ákæru­ valdið kravdi mannin fram­ hald­andi varðhalds­fongsl­ aðan, segði Føroya rættur nei. Úrskurðurin varð kærdur til landsrættin, sum staðfesti avgerðina hjá Føroya rætti. Maðurin varð upprunaliga skuldsettur fyri drápsroynd, men skuldsetingin er síðan broytt til grovan harðskap. Tískil kundi maðurin koma aftur til Føroya í sein­ astu viku sum lesyur maður, men týsdagin 16. august skal hann fyri rættin, sum hevur sett tveir dagar av til hetta málið. randi@sosialurin.fo Álopsmaður latin leysur Maðurin, sum í fjør stakk varafútan í lærið, er latin leysur Randi Jacobsen Frískúlin á Velbastað hevru verið til í fimm ár, og tey, sum byrjaðu í 1. flokki, fara nú í 6. flokk. Men tá ið hetta skúlaárið verður av næsta summar, mugu tey børnini fara í van­ liga fólkaskúlan. Frískúlin hevur roynt at funnið onnur og størri høli í Havn, men tað hevur ikki eydnast. Skúlin heldur fram á Velbastað, og sum er, eru ong­ar ætlan­inir um at taka inn 7. flokk næsta skúlaár aftur. Lógin sigur annars, at frí­ skúlar skulu hava næm­ingar upp í 7. flokk, men undan­tøk kunnu gerast. – Sjálv haldi eg, at tað ikki geranakað, tí fyri mær hóskar 7. flokkur hóskar saman við fram­haldsdeildini, tí tá byrja næmingarnir at hava lærugreinar sum evnafrøði og alifrøði. Hetta er tó ikki hugsanin hjá skúlanum, men hjá mær persónliga, sigur Sharon Weiss, sum saman við Eyðbjørg Dalsgaard rekur skúlan. Tær báðar leggja dent á at hava ein lítlan og góðan barnaskúla, sum hevur annað at bjóða enn fólkaskúlin. Hugs­anin var at hava ein 0- ta flokk, men tað fekst ikki stuðul til. Børnini eru í flokki alt eftir, hvussu tey eru fyri. Tí hendir tað, at børn ganga í sama flokki tvey ár á rað. 60 næmingar Skúlin byrjaði við at taka 15 næmingar inn, og komandi skúlaár fer næmingatalið at liggja um 60 í seks flokkum. Upptøkureglurnar siga, at skúlin tekur ímóti stsytkjum hjá vrandi næmingum. Børn við serligum tørvi hava forrætt, men skúlin megnar tó ikki at taka ímóti børnum við serligum tørvi. Skúlin vil helst hava á leið líka nógvar gentur sum dreingir. Frískúlin á Velbastað hevur ongar trupulleikar við at fáa nóg mikið av næm­ ing­um. Tvørturímóti er bíðislisti, og onkur foreldur vilja so fegin hava síni børn í hendan skáln, at tey skriva børnini upp sum pinkubørn. Tey yngstu á listanum eru fødd í ár, sigur Sharon Weiss. Tað kann loysa seg at skriva børn á bíðilista, tí ein ávís flyting er altíð. randi@sosialurin.fo Bíðilisti til frískúlan á Velbastað Undir verandi umstøðum hevur skúlin ongan møguleika at bjóða næmingum í 7. flokk Bíðilisti er til frískúlan á Velbastað Tað var uttan fyri Dómhúsið, at maðurin stakk varafútan í lærið Við flogfari úr Keypmannahavn til Føroya í dag skuldi koma ein spreingi­ serfrøðingur. Við­ kom­andi er biðin um at koma til Føroya í sambandið øll spreingi­evnini, sum funnin vórðu herfyri við flog­ vøllin í Vagum, nú arbeitt verður við at útbyggja flogvøllin. Ivasamt er, um maðurin sleppur til Føroya í dag, tí mjørki hevur verið í Vágum, og flog­ ferðslan tí órógvað. rj Seinkaður av mjørka