Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 24 - 5. februar 2004 Nr. 24 - 5. februar 2004 7 O.C. Joensen fingið BRC-góðkenning Langir og vátir dagar á skipsdekkinum – Hetta er eitt "at- gongumerki" til tær stóru supermarknað- arketurnar. Vit kunnu siga, at hetta er ein bilett fyri at sleppa við "bussinum", siga stjórin og góðskuleið- arin hjá O.C. Joensen, Hans Johannes á Brúgv og Bergur Johannesen GÓÐKENNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyritøkan, O.C. Joensen á Oyri, sum hevur rækju-og skeljavirki, fekk tíðliga í januar eina sonevnda BRC- góðkenning. BRC stendur fyri British Retail Consorti- um, og tað er BVQI (Bureau Veritas Quality International), sum hevur givið góðkenningina. Atgongumerki O.C. Joensen er fyrsta felag í Føroyum, sum hevur fingið hesa góðkenning, sum av kønum verður mett at hava munandi størri týdning enn ein ISO 9000 góðkenning. – Vit vita ikki um onnur feløg í Føroyum, sum hava fingið eina BRC-góðkenn- ing. Hetta er eitt "atgongu- merki" til tær stóru super- marknaðarketurnar. Vit kunnu siga, at hetta er ein bilett fyri at sleppa við "bussinum". Hevur tú ikki hesa góðkenning, ert tú ikki við í kappingini um hendan partin av marknaðinum. Stjórin á O.C. Joensen og góðskuleiðarin, Hans Jo- hannes á Brúgv og Bergur Johannesen, fegnast um góðkenningina. – Í sær sjálvum skapar góðkenningin einki. Fyri at sleppa inn á henda markn- aðin, er neyðugt at semjast um avtalur og prísir, men við BRC-góðkenningini hava vit røttu kortini á hondini. Stjórin og góðskuleiðarin siga, at ein slík góðkenning setir stór krøv og leggur stóra ábyrgd á øll, sum starvast hjá felagnum. – Hetta er ein sonevndur standardur, sum er væl kendur um alt Evropa. Góðkenningin gevur okk- um atgongd til tær stóru keturnar á marknaðinum. Matvørutrygd Teir siga, at tað eru keyp- ararnir, sum hava útnevnt ein stovn at syrgja fyri, at dygdin á vøruni er í lagi, og í hesi deildini hjá BVQI starvast eini 40.000 fólk við at hyggja at góðsku- skipanum og dygdini á vørum. – Hetta er alt ein spurn- ingur um matvørutrygd, har feløg, sum selja matvørur, velja út ymisk feløg og stovnar, sum eru før fyri at kanna eftir, um matvøru- trygdin hjá framleiðarum er í lagi, siga Hans Johannes á Brúgv og Bergur Johanne- sen. Upsin, sum skipini fáa, er sum heild smá- ur, og tá ið nøgdirnar eru stórar, verður nógv kryvjing, tí talið av fiski er so velduga stórt SJÓLÍVIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast hagtølini siga, at føroyski fiskiskipaflotin í miðal er 26 ára gamal, eru fleiri av skipunum vorðin alsamt betur. Vit hava fingið nøkur nýggj ella nýggjari skip, og onnur eru nútímansgjørd við betri ar- beiðs-og manningarum- støðum. Men hóast hesar batar, kann sjólívið vera rættiliga strævið fyri tann skuld – og stundum er tað eisini so- leiðis, at jú nýggjari skipini eru, tess strævnari er hjá manningini. Nýggju trolararnir hjá Beta, Bakur og Stelkur, hava fiskað rættiliga væl, síðan teir komu í flotan fyri góðum ári síðan. Upsin, sum skipini fáa, er sum heild smáur, og tá ið nøgdirnar eru stórar, verður nógv kryvjing, tí talið av fiski er so velduga stórt. Langar deksvaktir Herfyri hittu vit ein av manningini umborð á nýggju trolarunum, sum segði, at menn javnan standa og kryvja uppí einar 30 tímar, tá ið mest er at gera. – Tá ið fiiskurin, sum komin er í einum háli, er kruvdur, er trolið aftur at borði, og so er neyðugt at halda fram… og aftur halda fram, til pavnarnir eru tóm- ir, og fiskurin er komin í lastina. Allir eru á deksvakt sam- stundis, so her er einki skifti. Á vetrardegi er mangan vátt og kalt á skipsdekk- inum. Maðurin visti at siga, at ísingin av fiskinum gongur skjótt, tí alt fer í lastina eftir flutningsbondum, soleiðis at fiskurin verður neyvan nortin aftur, fyrr enn hann er komin uppá pláss. Umborð á Baki og Stelki hava teir ískrapa, sum fer væl við fiskinum, men helst skal fiskurin, sum liggur í ískrapa, ikki gerast ov gamal. Bakur og Stelkur landa vanliga einaferð um vik- una, og tá er fiskurin góður. Teir, sum sigla við nýggju trolarunum, eru tveir túrar umborð og ein í landi. Farið verður ikki til hús millum túrarnar, tí siglt verður aftur, so skjótt skip- ini hava landað. Burtursæð frá longu deksvaktunum, tá ið nógv- ur fiskur er at fáa, eru manningarumstøðurnar av teimum bestu. Soleiðis sær diplomið út, sum felagið, O.C. Joensen á Oyri, hevur fingið. – Hetta er atgongumerkið til tær stóru supermarknaðarketurnar, siga Hans Johannes á Brúgv og Bergur Johannesen, sum eru ávikavist stjóri og góðskuleiðari. Tað er Atlanticon við Janet Johannesen, sum hevur hjálpt O.C. Joensen við BRC- góðkenningini Á vetrardegi er mangan baldrut úti á havinum. Hóast skipini eru nýggj, er tað strævið hjá manningini, tá ið nógvur fiskur kemur á dekkið. Her eru nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, júst komnir til landið Mynd: Álvur Haraldsen Hóast Tjóðveldis- flokkurin hevur gjørt reinførið og álit á politisku skipanina sum sítt politiska vørumerki, ynskir formaður floksins, Høgni Hoydal, ikki at gera viðmerkingar um ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl IVASOM FORTÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Mark millum rangt og rætt. Reinførið og álit á politisku skipanina. Landsins leiðar- ar mugu taka greiða frá- støðu frá lógarbrotum. Hetta er millum málini, sum Tjóðveldisflokkurin í farna í samgonguskeiði gjørdu til sítt politiska vørumerki. Í gjár setti Jóannes Eides- gaard vágbingin, Johan Dahl, sum landsstýrismann í Fiskivinnumálum, hóast hesin sum stjóri á Vágs Skipasmiðju kostaði før- oyska samfelagnum 75 mio. krónur í áttatiárunum. Nýggi Fiskimálaráðharrin varð eisini skuldsettur fyri svik ímóti landskassanum undir skipamálunum, men Johan Dahl er aldrin dømd- ur. Spurningar hava verið reistir um ivasama fortíðin hjá Johan Dahl ger hann skikkaðan at umsita pening í landskassanum. Jóannes Eidesgaard segði í Sosialin- um í gjár, at hann hevði fult álit á fyrrverandi stjóranum á Vágs Skipasmiðju. Vit hava spurt formannin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, um Tjóð- veldisflokkurin, ið hevur greitt mark millum rangt og rætt sum sítt vørumerki, hevði góðtikið Johan Dahl sum landsstýrismann Eingin viðmerking Høgni Hoydal ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið um Johan Dahl, tí hann sigur seg ikki kenna málið nóg væl. Spurdur ítøkiliga, um Tjóðveldis- flokkurin hevur álit á Johan Dahl, endurtekur formaður Tjóðveldisfloksins, at hann vil ikki gera viðmerking til málið. Hann rør frammundir, at avgerandi spurningurin er, hvussu valdu landsstýris- menn brúka sítt embæti. – Tað sum er alt avger- andi er hvussu embætið verður røkt. Vit politikkarar skulu ikki spæla dómarar, tí tað hava vit eina rættar- skipan til, men vit mugu halda eyga við, at embætið ikki verður misnýtt til egn- an fyrimun, sigur Høgni Hoydal Formaður Tjóðveldis- floksins sigur at enda, at flokkurin ætlar at halda vaki eyga við landsstýris- monnunum komandi sam- gonguskeið, so hildi fast verður við trúvirðið á polit- isku skipanina í Føroyum. Tjóðveldisflokkurin vil ikki viðmerkja Johan Dahl Formaðurin í Skúla- leiðarafelag Føroya, Hanus Joensen, sigur, at deildarstjórin í Mentamálaráðnum, Olaus Jespersen, er lítið sømiligur, tá hann leggur eftir skúlaleiðaranum á Sandi í lesarabrævi í Sosialinum. Hann heldur talan er um ómetaliga vánaligan fyrisitingarsið TÍMATALIÐ Á SANDS SKÚLA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Stríð hevur stungið seg upp millum felagið hjá fólka- skúlastjórum, Skúlaleiðara- felag Føroya og deildar- stjóran í Mentamálaráðn- um, Olaus Jespersen. Lærarin á Sands skúla, Eli Hentze, kravdi í lesara- brævi 27. januar at fáa eitt svar um, hví Sands skúli hevði fingið boð um at taka nakrar tímar av tímatalvuni. Hann ilskaðist millum ann- að um, at ítróttur ikki er á tímatalvuni hjá Sands skúla longur. Deildarstjórin á Menta- málaráðnum, Olaus Jesper- sen, svarar Eli Hentze aftur í lesarabrævi í Sosialinum í gjár. Deildarstjórin sigur millum annað, at tímanýtsl- an er hægri enn játtaða tímatalið og tí hevur Sands skúli fingið boð um at taka nakrar tímar av talvuni fyri at fáa samsvar millum játt- an og nýtslu. Olaus Jespersen sigur eisini, at fyrispurningurin hjá Eli Hentze, lærara á Sands skúla, átti heldur verið sendur til skúlaleiðar- an á Sands skúla enn til Mentamálaráðið, tí tað er skúlaleiðarin, sum hevur ábyrgdina av at gera ítøki- ligu tímatalvuna. Vánaligur siður Setningingurin hjá Olaus Jespersen í lesarabrævinum »Rætta mannagongd í hes- um føri er tí at senda fyri- spurningin til skúlaleiðaran í Sands skúla, av tí at tað er hann, sum hevur ábyrgdina av at gera ítøkiligu tíma- talvuna«, hevur fingið for- mannin í Skúlaleiðarafelag Føroya, Hanus Joensen, úr stólinum. – Vit kunnu als ikki góð- taka, at ein skúlaleiðari verður soleiðis hongdur út. Tað er ótrúliga vánaligur fyrisitingarsiður at hongja fólk út í bløðini soleiðis, sigur Hanus Joensen Hann heldur, at Olaus Jespersen fer nakað lætt um veruleikan. Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum sigur, at deildarleiðarin á Mentamálaráðnum átti hel- dur at givið skúlaleiðaran- um í Sands skúla eina hjálpandi hond enn at dálka hann í bløðunum, – Tá ein skúli ikki fær nóg mikið av tímum játtað- ar, er ógjørligt hjá skúla- leiðaranum at liva upp til lógina. Tað er altíð lætt at biðja fólk at halda lógin, men so mugu karmarnir sanniliga verða í ordan. Í hesum føri er ov fáir tímar játtaðir og tað setir skúla- leiðaran í eina ómetaliga trupla støðu, greiðir Hanus Joensen frá. Skúlaleiðarafelagið hartar Olaus Jespersen Hóast Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt reinførið og álit á polit- isku skipanina sum sítt politiska vørumerki, ynskir formaður floksins, Høgni Hoydal, ikki at gera viðmerkingar um ivasomu fortíðina hjá Johan Dahl Mynd: Savnsmynd Formaðurin í Skúlaleiðarafelag Føroya, Hanus Joensen, hartar deildarstjóran í Mentamálaráðnum, Olaus Jespersen, fyri lítið sømiligan atburð, tá hann leggur eftir skúlaleiðaranum á Sandi í lesarabrævi í Sosialinum C M Y K 7 6