Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Fyrsta sølan av makrelkvotuni á tilsamans 20.000 tons, sum Fiskimálaráðið hevur gjørt av skal seljast á uppboði, fór fram týsdagin hin 26. juli. Tað var Fiskimálaráðið, sum var seljari og tey, sum høvdu høvi at skráseta seg sum keyparar, vóru eigarar av fiskiførum undir føroyskum flaggi. Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Før­ oya, sigur, at sølan tekniskt gekk væl. – Vit høvdu gjørt onkr­ar tillagingar, sum Fiski­mála­ ráðið hevði ynskt, og ein av hesum var, at møguligir bjóð­ arar ikki skuldu vita, hvør bjóðaði ímóti. Í uppboðssølu av øðrum fiskasløgum síggja keyparar, hvør bjóðar ímóti, tí nøvnini koma upp á skíggjan, meðan sølan fer fram. Hann sigur, at talið av skipum og bátum, sum eru skrásett undir føroyskum flaggi, er rættiliga stórt, kanska 1000. – Tí høvdu vit eisini ein hóp av potentiellum keyp­ar­ um. Hinvegin høvdu vit onga hómin av, hvør áhugin fór at verða, tá hesi 7.000 tonsini vórðu boðin út, sigur Jens Christian Olsen. Tað var felagið Fjord Fish­ ing, sum Ludvig við Stein umboðar, ið keypti megin­ partin av kvotuni – ella eini 6.500 tons tilsamans. Thor í Hósvík keypti eini 400 tons og Faroe Origin, ið er felagið, sum eigur seks ísfiskatrolarar, keypti eina minni nøgd av makreli. Í trimum Jens Christian Olsen, stjóri, sigur, at Fiskimálaráðið, sum stendur aftanfyri søluna av hesum 20.000 tonsunum av makreli, ætlar, at samlaða kvotan skal seljast í trimum umførum. – Vit hava fingið til upp­ gávu at skipa fyri søluni fyri Fiskimálaráðið og gera soleiðis eftir boðum hað­ ani. Eg vænti tó, at næsti sølu­dagur verður umleið 9. august, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn, sigur hann. Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur, at somu treyt­ ir við trygd fyri peningi eru galdandi fyri søluna av makreli, sum fyri upp­ boðssølu annars. – Keyparar skulu soleiðis antin hava veitt trygd fyri keypinum ella hava tøkan pening, áðrenn teir sleppa at bjóða, sigur Jens Christian Olsen. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen – Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum kann eg ikki annað enn vera stak væl nøgdur við úr­ slitið av hesi fyrstu upp­ boðs­søluni av makrel­ rætt­indum. Tað segði Johan Dahl, eftir at fyrsta upp­boðs­ sølan av makreli, sum Fiskamarknaður Før­oya skipaði fyri, varð løgd afturum. Landsstýrismaðurin vísir á, at fyri hesi 7.000 tonsini, var miðalprísurin 1,70 krónur fyri kilo, sum aftur gav slakar 12 – ella 11,9 miljónir krónur – í landskassan. Hann vísir á, at til­ sam­ans seks keyparar lut­tóku í uppboðssøluni, og tríggir teirra keyptu part av kvotuni. Tilfeingisgjald Johan Dahl ásannaði eftir hesa fyrstu søl­ una, at hetta er ein skip­an, sum landsstýrið kann brúka frameftir til tess at útvega lands­ kass­anum hetta slag av tilfeingisgjaldi, sum lands­stýrismaðurin tók til í sínum viðmerkingum til uppboðssøluna av makreli hin 26. juli. vilmund@sosialurin.fo Næsta søla verður um eina góða viku Tey, sum bjóðaðu upp á makrelkvotuna, høvdu ikki høvi at síggja, hvør bjóðaði ímóti. Í uppboðssølu av øðrum fiskasløgum síggja keyparar, hvør bjóðar ímóti, tí nøvnini koma upp á skíggjan, meðan sølan fer fram Seljarin nøgdur við prísin Tey 7.000 tonsini av makreli vórðu seld fyri miðalprísin 1,70 krónur fyri kilo. Hetta er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Johan Dahl, stak væl nøgdur við MAKRELUR – Hetta er ein skipan, sum landsstýrið kann brúka frameftir til tess at útvega landskassanum hetta slag av tilfeingisgjaldi, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Eg eri stak væl nøgdur JOHAN DAHL Somu treytir við trygd fyri peningi eru gald­andi fyri sølu av makreli, sum fyri upp­ boðs­sølu annars JENS CHRISTIAN OLSEN STJÓRIN –Vit høvdu ein hóp av potentiellum keyparum, tá fyrsta makrelkvotan skuldi seljast á uppboði, men vit høvdu onga hóming av, hvør áhugin fór at verða, sigur Jens Christian Olsen, stjóri Mynd: Vilmund Jacobsen