Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 Sosialurin Ítróttarblaðið Pál er nummar Fýra í heiminum Tróndur Arge Ongantíð hevur kappingin verið so hørð á 1500m frísvimjingin hjá monn­um. Í næstan 11 ár stóð gam­ la heimsmetið, men í gjár varð nýtt heims­met sett. Tað var Sun Yang úr Kina, ið koma á mál við tíð­ini 14:34.14. Pál kom á mál sum numm­ ar fýra við tíðini 14:46.33 og tað sig­ ur ikki so lítið um bragdið hjá Páli. Pál fylgdi oddinum Pál Joensen legði hart fyri í finalu­ ni. Saman við Sun Yang úr Kina og Ryan Cochrane úr Kanada, løgdu teir seg á odda. Eina løtu var langt nið­ur til Gergo Kis úr Ungarn á fjórða plássi. Tá teir høvdu svomið helm­ing­in av 1500m teininum setti Sun Yang ferðina upp og legði seg einsa­mallan á odda. Tað styttist eisini millum Pál og Gergo Kis, sum í 800m frí­svimj­ing­ ini prógvaði at hann hevur ein góð­ an endaspurt. Tað vísti maðurin úr Un­garn aftur í gjár. Tá 200 metrar vóru eftir, yvirhálaði hann Pál. Tað var bara ein lítið handa longd, ið skil­ti teir, tá teir komu á mál. Gergo Kis sum nummar trý og Pál sum numm­ar fýra. Munurin var lítið meir enn eitt hálvt sekund. Pál hevði búkilsku Stutt eftir finaluna segði Jón Bjarna­son, at Pál hevði drigist við búkilsku og at tað hevði ávirk­an á endaliga úrslitið. Jón Bjarna­son, venjari, segði við Suður­oy­ar­port­ al­in, at hevði hann ikki drigist við búkils­ku­na, so hevði hann kunnað svom­ið undir 14:40.00. Tað verið nokk til eitt silvur heiðursmerki. - Fantastiska úrslitið ger, at Pál er enn svangari eftir OL. Tað at hann presteraði við eina HM-finalu ger eisini at hann nú sjálvandi trýr 100% uppá egin evnir, sigur Jón Bjarna­son víðari. Úr Shanghai ljóðar eisini, at fólk eru sera væl nøgd við tíðina hjá Pál, sum er góð tíggju sekund skjót­ari enn norðurlendska metið, ið Pál set­ti sjálvur í innleiðandi svimj­ing­ ini. - Tað er ikki nemt at standa í ein­ ari HM-finalu í einum býi við yvir 30 milliónum íbúgvum, men eftir HM-finaluna í dag, kann hann alt, sig­ur Jón Bjarnason úr Shanghai. Heimurin viðurkennur Pál Undan finaluni var Pál at síggja á forsíðuni á einum av stóru bløðu­ num í Kina. Hetta sama dagin sum Sun Yang ætlaði sær at seta nýtt heims­met. Eisini danskir og enskir miðl­ar hava rósandi orð at bera manni­num úr Vági. Jón Hestoy segði í samrøðu við Rás2, at tað serliga eru um­støð­ ur­nar, ið Pál venur í, sum fang­ ar útlendskar fjølmiðlar. Tá teir hoyra, at hann venur í einum stutt­ um hyli heima í Føroyum, so ger­ ast útlendskir miðlar bæði bilsnir og forvitnir. Teir vilja eisini vita hvus­su tað ber til, at Pál er komin so langt undir slíkum umstøðum, greid­di Jón Hestoy, formaður í Svimji­sambandi Føroya, frá. Klárur til OL Tað er so gott sum greitt, at Pál Joen­sen verður við til OL í London í 2012. Hann megnaði í innleiðandi um­fari­num til 1500m frí at svimja und­ir OL-kravtíðina. Pál skal tíðliga í komandi ári svimja enn eina OL- krav­tíð, men hon er fleiri sekund sein­ni enn tann, ið hann longu hev­ur klárað. Tí er óhugsandi, at Pál ikki skul­di klára hana. Tað er eisini óhugsandi, at tað finn­ast tveir danir, ið megna at svimja skjótari enn Pál á 1500m til ta tíð, so um ikki okkurt løgið hend­ ir, so er greitt longu nú, at Pál Joen­ sen hevur kós móti OL 2012. Hart tiltrongd feria Eftir eitt væleydnað HM hevur Pál Joe­n­sen nú feriu. Hann hevur verið burtur heimani frá síðani hann síð­st í juni fór við føroyska lands­lið­num til Oygg jaleikirnar á Isle of Wight. Síðani teir endaðu hevur hann verið í útlegd og fyrireikað seg til HM. Tá Pál kemur aftur, byrja fyri­reik­ingarnar til eitt ár, har Pál bæði skal hugsa um OL og seinasta árið í studenta skúlanum. So er at vóna at Pál ikki skal sita og skriva stíl, tá final­an í 1500m frí verður í London. Pál Joensen hevur enn eina ferð sett Føroyar á heimskortið. Tað gjørdi hann, tá hann í gjár bleiv nummar fýra á 1500 frísvimjing í HM í Shanghai. Hann tók tíggju sekund av norðurlendska metinum og var bara góð tvey sekund frá silvurheiðursmerkinum Pál Joensen og Jón Bjarnason í Shanghai Mynd: Svimjisamband Føroya 1500m frí finalan tíðir: 1. Sun Yang 14:34.14(Nýtt heimsmet) 2. Ryan Cochrane 14:44.46 3. Gergo Kis 14:45.66 4. Pál Joensen 14:46.33 5. Chad la Tourette 14:52.36 6. Peter Vanderkaay 15:00.47 7. Samuel Pizzetti 15:15.81 8. Yohsuke Miyamoto 15:20.67