mánadagur 1. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað var gott lag á kappróðrar
hugaðu klaksvíkingunum ólav
søkuaftan. Tað sást eitt nú, tá ið
10-mannaførini komu inn ímóti
dráttinum, eftir at síðsti kappróð
urin í 2011 var liðugur. Har stóð ein
rúgva av norðoyingum og bíðaði, og
fegnu rógvararnir nýttust ikki at
seta nógv á fyri at fáa flaggskipið
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag upp á
land.
Orsøkin fyri stóra fagnaðinum
og góða lagnum var eyðsýnd. Fyri
sjeyndu ferð í ár hevði tað eydnast
Klaksvíkingi at koma fyrstur á mál.
Sigurin var sannførandi, tí munur
in aftur til Vestmenning var ein
bátslongd.
Hesa ferð luttóku fýra bátar, og
Hoyvíkingur vann kappingina við
Ormin Langa um triðja plássið.
FM heitið var tað triðja hjá
Klaksvíkingi, og sigurin var kanska
søguligari, enn sigrarnir vóru í
2006 og 2009, hóast teir sjálvandi
eisini mundu kennast søtir. Tað
søguliga í FM heitinum í ár er, at
hetta er fyrsta ferðin nakrantíð,
at tað hevur eydnast Klaksvíkingi
at vinna meistaraheitið við fullari
úrtøku.
Tá ið Klaksvíkingur vann FM í
2009 var tað eftir at hava vunnið
fimm sigrar, og í 2006 vann hann
FM, eftir at hava vunnið fýra róðr
ar. Í 2009 vann Eysturoyingur tveir
róðrar, og í 2006 vann Eysturoying
ur tríggjar róðrar.
Tað er tvær ferðir áður komið
fyri í hesum túsund árinum, at eitt
10-mannafar hevur vunnið FM við
fullari úrtøku.
Seinna ferðin var í 2007, tá ið
Eysturoyingur vann allar sjey róðr
arnar. Tað árið var Vestmenningur
næstfremstur allar sjey ferðirnar
á sama hátt, sum Vestmenningur
allar sjey ferðirnar í ár hevur verið
argasti kappingarneytin hjá meist
aranum og hvørja ferð næstfyrstur.
Fyrra ferðin var í 2001. Tað ár
ið varð kappast seks ferðir, og
Havnarbáturin vann allar seks ferð
irnar. Tað árið var Vestmenningur
nummar tvey fimm ferðir og Eyst
uroyingur eina ferð.
Tað er ikki komið fyri síðani
2004, at tað í kappingini millum
10-mannaførini hava verið fleiri
enn tveir vinnarar í einum kapp
ingarári. Tað árið vann Vágbingur
eina ferð, Nólsoyingur tríggjar ferð
ir og Havnarbáturin, sum vann FM
á Ólavsøku, vann tríggjar róðrar.
Ólavsøkuaftan var teinurin bara
900 metrar, og tí vórðu fyritreytir
nar hjá vestmenningum mettar
kanska at vera betri, enn tær hava
verið undanfarnu ferðirnar.
Vestmenningur og Klaksvíking
ur løgdu bragdliga fyri, og teir lógu
stavn um stavn fyrra partin av
teininum. So fór tað at vísa seg, at
tøkini hjá klaksvíkingum vignaðust
betri, og hálvur skutur gjørdist til
skut og síðani til hálva bátslongd. Á
málinum var munurin tvey sekund
ella tað mesta av einari bátslongd.
Leygarkvøldið varð skipað fyri
móttøku í miðbýnum í Klaksvík og
seinni sama kvøldið skipaði Klaks
víkar Róðrarfelag fyri ársveitslu.
Umframt mettalið í sigrum hjá
Klaksvíkingi var tað á Ólavsøku
merkisvert, at tað stemmaði so væl
hjá Nevinum Reyða, sum var um
reppið at taka Argjabátin, og hetta
tilsaman man boða frá, at tað er
meiri í væntu frá klaksvíkingum,
sum søguliga ikki hava bestu kapp
róðrarúrslitini í landinum at vísa á.
Undan Ólavsøku varð møgu
leikin nevndur, at tað skuldi eydn
ast at gera av við okkurt ólav
søkumetið. Hetta eydnaðist ikki
hjá Klaksvíkingi, og heldur ikki í
nakrari aðrari kapping eydnaðist
tað at koma í nánd av bestu ólav
søkutíðini.
Gongurólvur í síðstu løtu
Havnar Róðrarfelag er vertur fyri
ólavsøkuróðrinum, og hóast talan
hevur verið um rættuliga soltið ár
hjá HR, so eydnaðist tað á Ólavsøku
at vinna eitt FM heiti. Tí syrgdu
kvinnurnar á Gongurólvi fyri.
Talan var um sannan finaluróð
ur, tí Hvessingur og Gongurólvur
hava vunnið mest sum aðru hvørja
ferð. Merkisvert hevur tað verið, at
talan hevur í øllum førum verið um
sannførandi sigrar.
Á Ólavsøku var talan um sera
tætta kapping. Fram ímóti málinum
Klaksvíkingur fekk
Erla Kongsdóttir snýtti FM vinnaran Hvassa, og Gongurólvur megnaði í síðstu tøkunum at taka ólavsøkusigur og
FM frá Hvessingi, men tað var eingin slingur í valsinum hjá Klaksvíkingi, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð eyndaðist
at vinna FM við fullari úrtøku, soleiðis sum Eysturoyingur og Havnarbáturin eisini hava megnað tað í hesi øldini