Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Søguligu hagtølini eru góð ímóti okka­ra komandi mótstøðuliðum í tí komandi HM-undankappingini. Tey bestu minnini eru sjálvsagt ímóti Eysturríki. Tann 12. sep­tem­ ber í 1990 framdi føroyska liðið eina sensasjón, sum nógvir altjóða fót­bólts­serfrøðingar meta verða ta størstu sensasjónina inn­an lands­ liðs­fótbólt nakrantíð, tá føroyska liðið í sínum fyrs­ta undan­kapp­ ing­ar­dysti nakr­an­tíð vann 1-0 á Eysturríki, tá Tor­kil Nielsen setti okkum á fót­bólts­heims­kortið við einum minniligum sigurs­máli. Seinast vit vóru í bólki sam­an við Eysturríki til seinastu HM- undankapping, gjørdist aftur tal­an um eitt gott úrslit, tá vit á heima­vølli fingu javnleik 1-1 ímóti Eystur­ríki á Tórsvølli. Á útivølli í Eystur­ríki hevur ikki gingið eins væl. Ì mai 1991 taptu vit 0-3 í Salz­ burg, men tá hevði føroyska liðið nakrar góðar málmøguleikar, og kundu sloppið við einum betri úrs­ liti. Í 2009 taptu vit 1-3 í Wien, tá Andri­as Lava Olsen skeyt eitt gott mál ímóti dystarenda. Kasakstan og Svøríki Føroyska fótbóltslandsliðið hev­ ur ongantíð verið í undan­kapp­ ing­a­rbólki saman við Svøríki og Kasakstan. Tað hugaliga er kort­ini, at vit hava møtt hesum lond­unum í venjingardystum, har vit hava staðið okkum væl. 27. apríl og 29. apríl í 2003 spældi før­oyska fótbóltslandsliðið tveir venj­ing­ar­dystir ímóti Kasakstan á Svangaskarði, og á Tórsvølli. Føroyska liðið vann dystirnar 3-2 og 2-1. Um aldarskiftið spældi før­ oyska fótbóltslandsliðið ein venj­ ing­ar­dyst ímóti Svøríki í einari innan­dura høll í Væxsjø. Dysturin end­aði við javnleiki 0-0. Talan var tó um eitt skert svenskt lið. Tað mest merkisverda við hesum dysti­num varð, at ein tá minni kend­ur Zlatan Ibrahimovic spældi sín fyrsta A-landsdyst við svenska A-landsliðnum. Týskland og Ìrland Ímóti Týsklandi kunnu vit minn­ast aftur á tveir minniligar dyst­ir, tá vit vóru í sama EM-undan­kapp­ing­ ar­bólki til EM-endaspælið í 2004. Í oktober 2002 var Hjalgrím Elttør eina hársbreidd frá at javna til 2-2 á Niedersachsen leik­vøllinum í Hann­over. Aftaná 2-1 tap­ið var føroyska liðið klappað út av týsku áskoðarunum, og týsku á­skoðar­ ar­nir heilsaðu kurteisliga og hjarta­liga upp á teir 900 føroysku á­skoðar­ar­nir aftaná dystin. Heima á Tórsvølli árið eftir helt føroyska lið­ið týsku stórfavorittarnar á pínu­beinki­num heilt til dystar­ enda, tá Týskland knógvaði okk­ um við tveimum málum seint í dystinum. Jákup Mikkelsen var ein brandur í málinum, og hann fekk eisini eina stóra viður­kenn­ing frá tí legendariska, týska venjara­num, Rudi Vøller. Til HM-undan­kapp­ ing­ina í 2006 vóru vit í bólki saman við Ìrlandi, sum tá hevði Brian Kerr sum landsliðsvenjara. Talan gjørd­ist um tvey ymisk 0-2 tap. Vit høvdu lítið at siga í útidystinum í Dub­lin, men heima á Tórsvølli vóru vit rættiliga væl við. Nógvir írskir áskoðar­ar vóru á havnargøtum tá, og teir fara vónandi og væntandi at vísa seg aftur. Nógv heiðursmerki og HM-endaspøl Føroyar og Kasakstan kunnu ikki reypa av at hava tikið lut í nøkr­ um HM-endaspæli. Svøríki, Eystur­ ríki, Írland og ikki minst Týsk­land kunnu vísa á nógvar lut­tøk­ur í HM-endaspølum. Týsk­land hevur eisini eina ógvuliga stolta HM- søgu við trimum heims­meistara­ heitum (1954, 1974 og 1990), fýra silvurheiðursmerkjum (1966, 1982, 1986 og 2002) og fýra bronsu­ heið­urs­merkjum (1938, 1970, 2006 og 2010). Svøríki kann vísa á eitt silvurheiðursmerki (1958) og tvey bronsuheiðursmerki (1950 og 1994), umframt eitt olympiskt gull­merki í 1948. Eysturríki vann bronsu í HM-endaspælinum í 1954. Besta HM-úrslitið hjá Írlandi er ein fjórðingsfinala í HM-enda­spæli­ num í 1990. Týskland hevur tikið lut í 19 HM-endaspølum. Undan­ tøk­ini eru 1930, tá teir ikki tímdu at sigla til Uruguay og 1950, tá teir vóru bannaðir orsakað av seinna heims­bar­daga, sum varð lokin í 1945. Svøríki hevur tikið lut í 11 HM- enda­spøl­um, seinast í Týsklandi í 2006. Eysturríki hevur tikið lut í sjey HM-endaspølum, seinast í Frak­landi í 1998. Írland hevur tikið lut í trimum HM-endaspølum, sein­ ast í Suðurkorea og Japan í 2002. Talan er sostatt um lond við stolt­ um fótbóltssiðum, sum vón-an­di og væntandi fara at taka fitt av viðhaldsfólkum við sær, sum fara at seta sín dám á. Og hevur ein trekt Týsk­land, so hevur ein ið hvussu er skor­að ein kassa. Lutakast sum vekir góð minnir Føroyingar kunnu ikki lata illa at HM-lutakastinum. Talan er um bæði sigrar, javnleikir og heiðurlig tap, tá hugt verður eftir føroysku úrslitunum ímóti Kasakstan, Eysturríki, Írlandi, Svøríki og Týsklandi Torkil skorar sigurmálið móri Eysturríkið