mánadagur 1. august 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Føroyar hava møtt øllum londunum
áður, men kortini er lutakastið til
komandi HM-undankapping at
fegnast um. Tað gera føroyingar
flestir í øllum førum.
- Sum heild er hetta eitt gott
lutakast fyri Føroyar. Londini ligg
ja væl fyri og eru spennandi, segði
Brian Kerr, landsliðsvenjari við
Portalin í gjárkvøldi.
Einasta fyrivarni, hann hevði
hug at taka, var Kasakstan. St.
Patrick úr Írlandi hevur fyri kortum
verið í Kasakstan og spælt, og sam
bært landsliðsvenjara okkara, var
tað ikki uttan trupulleikar, at liðið
kom vegin fram.
Eisini landsliðsleikarin Hjalgrím
Elttør fegnast. Hetta hóast hann
ikki hevði nakra orsøk til at fegnast
um seinasta dystin, Føroyar spældu
í móti Týsklandi. Tey flestu okkara
minnast skot hansara, sum fór
framvið Oliver Kahn í málinum og
so á stongina, tríggjar minuttir fyri
leiklok.
- Tá eg sá, at Týskland kom í
okkara bólk, so hugsaði eg bara, at
nú sleppi eg kanska at møta teim
um aftur. Eg hugsi ikki so nógv um
dystin í Hannover, men onkuntíð
verið eg mintur á hann, sigur klaks
víkingurin, sum annars er væl
nøgdur við lutakastið.
- Eg ynskti mær gott nokk Span
ia ella Ongland, men hetta er eisini
eitt fínt lutakast, sigur hann.
Týskland er favorittur
Sterkasta tjóðin í bólki okkara er
Týskland. Tað vil FIFA-styrkislistin
í øllum førum vera við, og tað eru
londini í bólki C eisini samd um,
er rætt. Eisini týskarar sjálvir eru
greiðir um leiklut sín.
- Vit eru væl vitandi um, at vit
eru favorittar til at vinna bólk
in, men vit mugu verða fokuser
aðir
upp
á
uppgávuna,
sum
bíðar okkum, staðfestir Oliver
Bierhoff, sum er hjálparvenjari
hjá Týsklandi. Hann hevur tosað
við týska fótbóltsblaðið Kicker um
lutakastið og ásannar, at tað ikki
verður nemt.
- Hetta er ikki nakar einfaldur
bólkur, vit eru komin í. Men vit
fegnast sjálvandi um, at vit ikki
komu í bólk saman við Fraklandi,
sigur hann og sipar til, at Frakland
er nógv tað sterkasta liðið í næst
sterkasta
styrkisbólkinum.
Við
øðrum orðum fegnast týskarar um
møta Svøríki.
Svenski landsliðsvenjarin, Erik
Hamrén, ger greitt, at týskarar eru
stórfavorittar at spæla seg víðari.
Hann vísir á, at Týskland vann
bronsu á seinasta HM-endaspæl
og annars eru ein stór fótbóltstjóð.
- Onnur mugu meta, um hetta
var eitt gott ella keðiligt lutakast
fyri okkum. Vit skulu gera alt fyri at
sleppa til Brasil, sigur Erik Hamrén
við Aftonposten.
Skulu basa Føroyum
og Kasakstan
Eysturríkski landsliðsvenjarin Diet
mar Constantini ynskir sjálvsagt
eisini at spæla sítt lið til HM-enda
spælið í Brasil í 2014.
- Tað er upp á tíðina, at vit fáa
liðið aftur á beint, hevur hann sagt.
Eitt fet rætta vegin, er sambært
Dietmar Constantini, at vinna á
Føroyum og Kasakstan.
- Bæði á heimavølli og útivølli,
mugu vit vinna á teimum, sjálvt um
tað kann vísa seg at verða ein torfør
uppgáva, sigur hann. Constantini
metir tað heldur ikki vera ógjørligt
at vinna á Írlandi og Svøríki, og við
eysturríkskar miðlar hevur hann
eisini sagt, at tað passar honum
fínt møta gomlu arvafíggindunum
úr Týsklandi.
Írski landsliðsvenjarin, Giovanni
Trapattoni, er av somu sannføring
sum Constantini. Hann sigur, at
skal Írland hava ein møguleika at
spæla seg víðari úr bólkinum, skulu
teir vinna á Føroyum og Kasak
stan. Hann fegnast eisini um, at
Írland er í bólki saman við bæði
Eysturríki og Týsklandi, tíð áður
hevur Trapattoni verið venjari hjá
Red Bull Salzburg í Eysturríki og
í tveimum umførum hevur hann
eisini verið venjarin hjá týska Bay
ern Munchen.
Ymsar reaktiónir
upp á sama bólk
Bólkur C Londini eru seks í talið og reaktiónirnar upp á bólk C til komandi HM-
undankapping eru uppaftur fleiri. Semja tykist tó vera um, at Týskland er favorittur
Giovanni Trapattoni
Brian Kerr
Erik Hamrén
Dietmar Constantini
Oliver Bierhoff
írland
føroyar
svøríki
eysturríki
Týskland
Sum heild er hetta eitt gott lutakast
fyri Føroyar. Londini liggja væl fyri og
eru spennandi
Brian Kerr