Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Hetta hevur verið ein góð ólav­sø­ ka. Havnin hevur vunnið á bygda­ mon­nu­num so tað stendur eft­ir í. Nakað soleiðis tók Børge til, tá Pip­ar og Salt undirhelt á ólavsøku uttan­ ­fyri Miðlahúsið. Tað er rætt, at bæði B36 og HB vunnu hvør sítt ólavsøkusteyp, men meðan B36 heldur fast um oddasessin, so slepp­ur HB ikki úr ringu ringrásini og fingu bara javnleik á heimavølli. Tað mátti brotssparkskapping til, áðr­enn HB kundi fáa steypið, ið bara hevur symbolskan týdning. Lukasz aftur munurin Lukasz Cieslewicz hevur verið ein sann­ur fongur fyri B36 í ár. Hann er besta boðið upp á ársins leikara í løtu­ni, og ólavsøkuaftan vísti hann aft­ur, hví hann er so væl dámdur í B36 húsinum. B36 hevði stóran part av dystinum verið undir trýsti. 07 Vestur spældi væl og kom til fleiri góðar støður. Serliga var tað mað­ ur­in við 5-talinum á rygginum, Bada­ra, ið gjørdi nógv um seg. Eisi­ni Jovan Panic á miðvøllinum spæl­di væl. Tað eydnaðist tó ikki upp­flytar­unum har vesturi frá at fáa mál. Í seinna hálvleiki var B36 oman á og serliga eftir at Badara var út­ skift­ur við krampa, tók oddaliðið yv­ir. Men tað var ikki fyrr enn at tað manglaðu tíggju minuttir av dysti­num, at forloysandi málið kom. Staddur stutt uttan fyri brots­ teig­in smekkar Lukasz Cieslewicz til og skorar til stóra gleði fyri við­ halds­fólkini í B36 húsinum. Góður B36 dagur Sigurin merkir, at B36 heldur fast um oddasessin, ið teir fyribils mistu til Víking dagin fyri. Leingi sá út til, at B36 ikki fór at fáa fult á ólav­søku, men við leikarum sum Lukasz Ciesle­wicz er møguleikin altíð til stað­ar. Atli Danielsen kom eisini á vøllin fyri fyrstu ferð í B36 troyggjuni. Tað hendi, tá Klæmint Matras mátti út við krampa. Eitt tað størsta iva­ mál­ið hjá B36 í ár hevur verið, um teir hava nóg breiðan hóp til at stríðast við um meistaraheitið. Men við tilgongd av bæði Atla Danielsen og Mahmud Suleiman er breiddin á lið­num størri enn í fyrru hálvu. 07 Vestur spældi ein góðan dyst og prógvaði, at teir ikki ætla sær niður aftur í 1.deild. Nýggir í hópinum eru framherjin Dánjal Rói Olsen og miðvallarin Joseph Basse­ ne. Danjal Rói hevur spælt í donsk­ um eykaliðsfótbólti og tóktist væl fyri. Var hepni við honum, so kundi hann lagt 07 Vestur á odda einar tvær ferð­ir. Joseph Bassene hevur spælt við B71 í fyrru hálvu og er avgjørt ein styrkur fyri uppflytararnar í Vágu­num. HB fast í botninum Eftir tvey góð avrik móti Malmø hevði HB sett nøsina upp ímóti ein­ um sigri á NSÍ. Dysturin gjørdist tí­ ver­ri ein keðilig uppliving hjá teim­ um nógv áskoðarunum, ið høvdu leitað sær niðan í Gundadal. Hvørki av liðunum rakti dagin og dysturin endaði málleysur. Tað vóru nakrar lyklastøður í dystinum, ið kundu havt broytt gong­d­ina. Í fyrra hálvleiki rakti Chris­tian Høgni Jacobsen tvør­ stong­ina við góðari skotroynd. Løtu seinni var hann heppin, ikki at fáa reytt kort, tá hann sendi Símun Samuel­sen í gólvið við harðari tak­l­ ing. Símun mátti berast av vøllinum við skaða. Dysturin var javnur til Christian Høg­ni bleiv tikin út stutt fyri tíð. Tá misti NSÍ broddin og HB tók yvir. HB hevði onkrar vandamiklar støð­ u­r, men inn vildi bólturin ikki. Alt í alt var ein javnleikur á góðari leið, men við góðu umstøðunum í huga, so var tað heldur óheppið at einki mál kom í dystinum. Lava og Víkingur bjóða av Mest spennandi dysturin var miku­ kvøld­ið í Sarpugerði, har Vík­ing­ur tók ímóti EB/Streymi. Við 3-1 sigri prógvaði Víkingur, at teir skulu takast í álvara í ár. Finnur Justinus­ sen legði Víking á odda í fyrra hálv­ leiki. Eftir fríspark úr vinstru var hann fyrstur á. Í seinna halvleiki javnaði inn­ skif­ti Levi Hanssen við skoti úti­frá. Tíggju minuttir fyri tíð legði Er­ling Jacobsen Víking á odda við bein­ leið­is frísparki. Tað kom eisi­n­i væl við hjá heimaliðnum, at teir í seinna hálv­leiki kundu bjóða Andreasi Lava Olsen væl heim aft­ur komnan. Hann átti lut í triðja málinum, sum Finn­ur Justinusen skoraði í evstu løtu. EB/Streymur spældi ikki ein av sín­um góðu dystum og eyguni eru vend móti steypafinaluni. trondur@sosialurin.fo B36 heldur fast Tríggir dystir hava verið í landskappingini um ólavsøkuna. Víkingur knógvaði EB/Streymi í Sarpugerði, B36 heldur fast um oddasessin við teprum sigri á 07Vestur, meðan HB og NSÍ spældu málleysan javnleik Víkingur – EB/Streymur 3-1 1-0 Finnur Justinusen, 33 1-1 Levi Hanssen, 63 2-1 Erling Jacobsen, 79 3-1 Finnur Justinusen, 90 Dómari: Eiler Rasmussen Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen, Atli Gregersen(liðsk), Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Niclas Niclassen(Andreas Lava Olsen, 74), Sam Jacobsen, Evrard Ble(Kaj Leo í Bartalsstovu, 80) – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgin Djurhuus(Símin Hansen, 59) og Finnur Justinussen Gul kort: Hans Jørgin Djurhuus, Símin Hansen, Evrard Ble, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinusen EB/Streymur: Rene Tórgarð – Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus(liðsk)(Egil á Bø, 22), Alex dos Santos – Pætur Dam Jacobsen(Levi Hanssen, 60), Pauli G. Hansen, Daniel Udsen - Leif Niclasen(Arnar Dam, 75), Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen Gul kort: Sorin Anghel og Arnar Dam B36 – 07 Vestur 1-0 1-0 Lukasz Cieslewicz, 80 Dómari: Dagfinn Forná B36: Meinhard Joensen – Símun Joensen, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Høgni Eysturoy – Heini í Skorini, Klæmint Matras(liðsk), Róaldur Jacobsen, Súni Olsen – Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg 07 Vestur: Kristian Joensen – Torstein Mýlingstind, Kingsley Amunike, Tehe Aristide, Rógvi E. Nielsen – Holgar Durhuus(Hans Arni Ellefsen, 81), Joseph Bassene, Jovan Panic(liðsk), Badara(Jóhan Petur á Stongum, 74) – Dánjal Rói Olsen(Jens Erik Rasmussen, 85) og Clayton HB – NSÍ 0-0 Dómari: Lars Muller HB: Teitur Gestsson – Pætur Jørgensen, Vagnur M. Mortensen, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen – Hanus Thorleifsson, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen(liðsk), Rógvi Poulsen(Jón Krosslá Poulsen) – Andrew av Fløtum(Kristin Mouritsen, 80) og Símun Samuelsen(Kári Nielsen, 33) NSÍ: Andras Gango – Jónhard Fredriksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Árni Fredriksberg – Mamuka, Heðin á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Jann Martin Mortensen(Debes Danielsen, 72) – Chr. Høgni Jacobsen(liðsk)(Ari Ellingsgaard, 79) og Klæmint A. Olsen Gult kort: Chr. Høgni Jacobsen Andrew í hornatøkum við Mamuka Mynd: Álvur Haraldsen Dánjal á Lakjuni og ÍF vunnu á B68 Mynd: Álvur Haraldsen