mánadagur 1. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 1. august 2011 · Nr. 87
Sosialurin
Mikudagin 3. august verður
Brynhild Absalonsen 95 ár.
Hon er ættað av Viðareiði, og
hon hevur búð størsta partin
av lívinum á Gerðareiði í
Klaksvík. Nú býr hann hjá
døtrini í Havn.
Brynhild veit so nógv at
siga frá, tí hon hevur lisið
nógv, og minnið er ógvuliga
gott. Hon var fyrstu ferð
í Klaksvík í juni 1926, tá ið
Christian X kongur vitjaði.
Pápabeiggi Brynhild, Alex
ander Enniberg, var lærari
í Klaksvík og búði í íbúð á
skúlaloftinum, har Brynhild
og omma hennara, Anna
Malena, sótu og hugdu om
an yvir mannamúgvuna, ið
var savnað kring kong, sum
Brynhild minnist var so
hávaksin.
Alexander Enniberg var í
1919 millum stovnararnar av
Norðoya Sparikassa. Hann
var stjórnarlimur, og Bryn
hild minnist frá hesi ferðini
til Klaksvíkar, at knappliga
sjey ára gamli sparikassin
var í stovuni hjá pápabeiggj
anum!
At skúlin á Viðareiði
varð endurreistur í 1879 var
orsøkin til, at Heini Joensen
búsettist á Viðareiði. Hann
var ættaður úr Funningsfirði
og var útbúgvin lærari frá
Føroya Læraraskúla í 1874.
Hann hevði verið lærari
í Funningi og við Gjógv,
áðrenn hann í 1879 kom til
Viðareiðis. Kona hansara,
Anna Malena, var ættað
úr Funningi. Tey búsettust
Eysturi í Horni. Tey fingu
sjey børn, og næstelst var
Olaf Joensen. Hann giftist í
1910 við Sáru, sum var ættað
av Skælingi.
Sára og Olaf búsettust
Eysturi við Egg og fingu seks
børn: Haldor Olafson, Arne
(doyði
ungur),
Brynhild,
Herborg, Solveig og Heini
Svarthamar. Haldor búsettist
fyrst í Vági og síðani í Havn.
Herborg, Solveig og Heini
búðu í Havn. Sára doyði frá
manni og børnum í 1928, tá ið
Brynhild var tólv ára gomul.
Systrarnar vuksu upp aðra
staðni, og tað varð luturin
hjá Brynhild at vera eftir í
húsinum hjá pápanum og
brøðrunum.
Í 1939 giftist Brynhild
við Stefan Absalonsen við
Løkin ella Stefan á Viðareiði,
sum hann varð nevndur í
Klaksvík. Tey búðu fyrstu
árini á Viðareiði, men nakað
eftir kríggið fluttu tey til
Klaksvíkar, har tey bygdu á
Gerðareiði.
Sum hjá so mangari aðrari
føroyskari konu miðskeiðis
í farnu øldini, so var tað
leikluturin hjá Brynhild at
hava ábyrgdina av børnunum
og heiminum, meðan maður
in fyri tað mesta var burturi
á føroyskum og onkuntíð
útlendskum kjøli.
Brynhild og Stefan vóru
gift í 60 ár. Nakrar fáar dagar
eftir, at tey í 1999 høvdu havt
diamantbrúdleyp, andaðist
Stefan. Tey bæði vóru trúgv í
samkomuni í Betesda, og tey
vóru eisini hollir stuðlar hjá
Zarepta í Vatnsoyrum.
Bíblian og Songbók Guds
Fólks hava altíð verið eyð
sýnd heima hjá Brynhild.
Hon endurgevur úr hesum
báðum bókum og so nógvum
øðrum, sum hon hevur lisið,
eitt nú tí, sum hon lærdi í
skúlanum á Viðareiði, har
hon hevði Poul Enok til
lærara øll árini.
Gudsótti, gestablídni og
friður vóru eyðkenni fyri
hesi fyrimyndarligu og vísu
hjúnini, og hóast Brynhild
nú hevur rokkið teimum 95,
so er hon framvegis gløgg,
skilagóð og áhugaverd at
koma á tal við. Fyri nøkrum
árum síðani greiddi hon so
sera áhugavert frá í FF blað
num.
Børnini vóru seks, og tvey
av teimum eru ikki okkara
millum longur. Jóhannes,
sum var føddur í 1940, drukn
aði á vánni í Klaksvík í 1968.
Sára, sum var fødd í 1944,
doyði av sjúku í 2001.
Árni, Elsa, Olav og Símun
búgva øll í Havn, og nú hevur
Brynhild í nøkur ár verið hjá
Elsu og Rólandi. Føðingar
dagin verður Brynhild at
hitta í hølunum hjá Starvs
mannafelagnum frá klokkan
17.
J
Nøvn
Brynhild Absalonsen 95 ár
Prógv
Fríggjadagin 22. juli
fekk Rannvá Jacobsen,
Tórshavn, prógv sum
Bachelor of Honours
(Bmus(hons)) in Music
Performance and Pro
duction frá London
Centre of Contemporary
Music (Middlesex
University)
95 ára
føðingar
dagur
Mikudagin 3. august
verður verður Brynhild
Absalonsen, ættað av
Viðareiði 95 ár. Føð
ingardagurin verður
hildin í hølum Starvs
mannafelagsins, J. H.
Schrøtersgøta 9, í Havn
frá kl. 17.
95 ára føðingardagur
Mikudagin 3. august verður verður Brynhild Absalonsen, ættað
av Viðareiði 95 ár. Føðingardagurin verður hildin í hølum Starvs
mannafelagsins, J. H. Schrøtersgøta 9, í Havn frá kl. 17.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 1. august fyllir Jórun Helmsdal Jensen 80 ár. Dagurin
verður hildin heima frá k. 1400.
80 ára føðingardegnum
Ónsdagin 3. august fyllir Selma Hammer í Hovi 80 ár. Hon
verður burturstødd.